Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 28

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

54 Nr. 203 - 23. oktober 2004 Nr. 203 - 23. oktober 2004 55 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 23.10.kl. 2000 Leygardagin 23.10.kl. 2245 Sunnudagin 24.10.kl. 1930 Sunnudagin 24.10.kl. 2215 Leygardagin 23.10.kl. 1830 Sunnudagin 24.10.kl. 2000 Leygardagin 23.10.kl. 2115 Sunnudagin 24.10.kl. 2245 Leygardagin 23.10.kl. 2330 Sunnudagin 24.10.kl. 1745 Leygardagin 23.10.kl. 1800 Sunnudagin 24.10.kl. 1730 P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. C M Y K 55 54 TÍÐINDASKRIV frá Havnar Sjónleikarfelag Fríggjakvøldið 29. oktober kl. 19 verður fyrsta fram- førsla av barnaleikinum “Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum” í Sjónleik- arhúsinum í Havn. Hetta er aðru ferð, at leikurin verður framførdur í Sjónleikarhúsinum. Leik- urin varð seinast sýndur í 1987, og fekk hann tá góða undirtøku millum fólk, bæði børn og vaksin - og kanska dólgar við. Søgan um Kaspar, Jaspur og Jónatan, Suffíu mostir, Bastian politimeistara, To- bias í torninum, Kamo- millu, Remo, Tommy og øll hini fólkini í Karda- mummubýnum er ein klassikari, sum hevur verið framførdur um allan heim - og ein klassikari, sum væl kann verða framførdur aftur. Kendi norski rithøv- undurin Thorbjørn Egner hevur skrivað bókina um Fólk og dólgar í Karda- mummubýnum. Harum- framt hevur hann latið mangt annað úr hondum - serliga kendar eru søgurnar um Karius og Baktus, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum og Djóragóða. Vit eru so hepp- in at hava hesar bøkurnar á føroyskum. Tað er Bóka- deild Føroya Lærarafelags, sum hevur givið tær út. Eini 40 fólk eru við í leikinum - bæði á palli og handan pall - og millum teirra eru fleiri kend og fleiri minni kend andlit. Tað er Elin á Rógvi, sum leik- stjórnar, og hevur Elin hollar royndir innan barna- leik - bæði sum leikari og leikstjóri. Elin leikstjórnaði í 2002 barnaleikin um Kúlla Knút, umframt at hon leikstjórnaði Leikhúsjól 2003. Jenny C. Petersen og Eyðun Johannsen hava týtt leikin um fólk og dólgar í Kardamummubýnum til føroyskt. Høvuðsleiklutirnar sum dólgarnir hava ávikavist Nikolaj Falck, Finnur Jensen og Hjálmar Dam. Bæði Nikolaj og Finnur hava roynt seg á palli í Sjónleikarhúsinum áður, men hetta er fyrsta royndin hjá Hjálmari. Leiklutinum sum Suffía mostir hevur Katrin L. Mortensen, og leiklutirnir sum Bastian politimeistari og Tobias eru mannaðir við so royndum leikarum sum Jógvani E. Ósá og Jógvani Salamon Joensen. Anna Sofía Egilstrøð - sum eisini er mostir - hevur sniðgivið pall og búnar, og Tove Askham hevur málað Kardamummuteppið. Hóast leikurin hevur ver- ið framførdur áður, hevur Havnar Sjónleikarfelag valt at taka leikin upp aftur, tí nú er eitt heilt nýtt ættarlið av børnum í Føroyum, sum eisini skal fáa høvi at síggja hann. Tað unna vit teimum so hjartaliga. Leikurin er ein barnaleikur, men tá um Kardamummubý ræður, eru vit øll børn, og leikurin er fyri øll. Atgongumerki á 100 kr. eru at fáa í Kunningar- stovuni og í Sjónleikarhús- inum 1 tíma undan sýning. Kardamumma er komin til býin Stjórin í Vinnuhúsin- um, Jan Mortensen, staðfestir, at føroyskt vinnulív hevur lítlan áhuga í donsku inn- bjóðingini til Japan. - Føroysk virkir eru fyri tað mesta undir- veitarar hjá japansk- um virkjum, og júst henda innbjóðingin stílar ikki júst ímóti eini menning av slíkum samstarvi, sigur hann DROTNINGAVITJAN TIL JAPAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Tað er ikki á hvørjum degi, at løgmaður Jóannes Eides- gaard leggur seg út í blað- kjak við løgtingsformann- in, Edmund Joensen. Fyrr í vikuni hevði Ed- mund Joensen eitt lesara- bræv um vitjanina hjá Margretu drotning til Japan seinni í november, har føroyskt vinnulív hevur fingið møguleika at vera við í fylginum hjá drotn- ingini. Løgtingsformaðurin fýltist á, at lítið ella einki hevði verið a hoyrt frá Føroya Landsstýri um fyri- reikingar til innbjóðingina, sum eftir hansara tykki var eitt frálíkt høvi hjá føroy- ingum at skapa kunnleika um Føroyar í Japan, eins og ein gyltur møguleiki fyri framburði fyri føroyskan handil og vinnu. Í bløðunum í dag, svarar løgmaður Jóannes Eides- gaard løgtingsformann-in- um aftur. Løgmaður vísir á, at Løgmansskrivstovan sendi innbjóðingina til Vinnumálaráðið, Fiski- málaráðið og Mentamála- ráðið til ummælis, men boðini frá teimum trimum ráðunum vóru greið: Før- oyingar hava ongan ítøki- ligan áhugamál í Japan í løtuni, og tí varð takkað nei til innbjóðingina. Vit hava vent okkum til stjóran í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, fyri at spyrja, hvussu tað ber til, at før- oyskt vinnulív, sum ekur á knøunum í løtuni, ikki hev- ur valt at taka av gylta møguleikanum at fáa íblást- ur úr Japan, sum av mong- um verður mett at ganga á odda innan nýhugsan innan altjóða vinnulív. Eingin áhugi Jan Mortensen er persón- liga av teirri sannføring, at innbjóðingin til Japan kundi verið eitt frálíkt høvi hjá føroyskum vinnulívi at menna seg. Hann staðfestir hinvegin, at umboðini fyri føroysk vinnulív ikki eru eins eldhuga fyri donsku innbjóðingini. – Vit hava loddað dýpið í føroyska vinnulívinum, og flestu virkini svaraðu, at tey í løtuni høvdu neyðuga samsbandið við japanskar fyritøkur. Fleiri teirra svar- aðu eisini, at tey fyri stutt- um høvdu vitja Japan. Okk- ara niðurstøða av hoyr- ingunum var tí, at innbjóð- ingin ikki hevur áhugað í løtuni, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann slær kortini fast, at hugburðurin millum før- oysk vinnulívsfólk er ikki tann, at japanski marknaðin als ikki hevur nakran áhuga. – Tað eru fleiri føroyskar fyritøkur, eitt nú Havsbrún, ið hava nógv samskifti við japanar. Orsøkin til lítla áhugan hesaferð tykist heldur vera sjálv innbjóð- ingin. Føroysk virkir hava ikki á sama hátt sum donsk virkir ein breiðan áhuga í japanska marknaðinum. Meðan donsku virkini eru stór, eru okkara lítil, og tá tiltakið í Japan er stílað ímóti eini breiðari kunning, verður innbjóðingin minni áhugaverd hjá okkum. Føroysk virkir eru fyri tað mesta undirveitarar hjá japanskum virkjum, og júst henda innbjóðingin stílar ikki júst ímóti eini menning av slíkum samstarvi, sigur hann. Innbjóðingin hóskar ikki til okkum –Vit hava loddað dýpið í føroyska vinnulívinum, og flestu virkini svaraðu, at tey í løtuni høvdu neyðuga samsbandið við japanskar fyritøkur. Fleiri teirra svaraðu eisini, at tey fyri stuttum høvdu vitja Japan. Okkara niðurstøða av hoyringunum var tí, at innbjóðingin ikki hevur áhugað í løtuni, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen Mynd: Savnsmynd