Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-19, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 19. oktober 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 122 29 Skrivstovulærlingur til Føroya Kærustovn Eitt lærupláss innan almenna fyrisiting er leyst at søkja til setan 1. desember 2017 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fjølbroytt lærupláss innan almenna fyrisiting. Umframt vanligt skrivstovuarbeiði við telefon- og viðskiftaavgreiðslu, skjalaskráseting og málsviðgerð, fevnir arbeiði eisini um fundaravgreiðslur og bókhald. Vit hugsa okkum, at rætti umsøkjarin hevur miðnámsprógv, góðan málsligan kunnleika og dugir væl at brúka teldu. Løn- og setanartreytir verða sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Lærutíðin verður fastløgd av Yrkisdeplinum, alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur framanundan. Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. november 2017. Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Peturbjørg Jensen, deildarleiðara fyri at frætta nærri um starvi. Føroya Kærustovnur Undir Hornabakka • Postsmoga 45 • 110 • Tórshavn Telefon 32 05 85 • teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo Porkeris Kommuna Við Á 8 950 Porkeri E:mail: porkeri@porkeri.fo Dagrøktarleiðari Søkt verður eftir dagrøktarleiðara til dagrøktarskipanina í Porkeri, at arbeiða hálva tíð. Arbeiðsuppgávur: Vit sóknast eftir einum dagrøktarleiðara, sum hevur hug og hegni at fyriskipa. Dagrøktarleiðarin skal eisini gera tað ney- ðuga til, at dagrøktarar og børn trívast væl í dagrøktarskipanini. Persónligir eginleikar: Viðkomandi skal verða fyrikomandi og duga væl at fara við starvsfeløgunum og foreldrum. Fakligir eginleikar: Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur. Setanarviðurskifti: Starvið verður at seta frá 1. november 2017. Løn og setanarviðurskifti sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Komunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Porkeris Kommuna á tlf. 254430 ella 573520. Umsóknir: Umsókn, saman við prógvum og møguli- gum viðmælum, verða at senda til Por- keris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella e-mail: porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi 20. oktober 2017 Porkeri, tann 4. oktober 2017 TROTABÚGV Við avgerð tann 16. oktobur 2017, er Sp/f Underwater Dive Service ( binavn: Underwater Service, UDS, SM Commercial Divers ), á Flat 8, 477 Funningsfjørður, skrás.nr. 6046 , sks.nr. 3- 86/2017, komið undir trotabúar- viðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 28. august 2017. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Bjørn á Heygum, Heygum & Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 3. novembur 2017, kl.9:30. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 16. oktobur 2017. TVINGSILSSØLA Týsdagin tann 14. november 2017 kl. 09.30 verður á Dómaraskrivstovuni í rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir sethúsaognina matr. nr. 54d, Oyri, Skúlavegur 15, 400 Oyrarbakki. Húsini eru bygd í 1982 og eru B. 9m x L. 17m, ella íalt uml. 153m2. við kjallarahædd og stovuhædd, endar (galvur) úr betong, síðurnar eru timbur, øll husini klødd vi timbur. Húsini eru innrættaði soleiðis: Ovara hæddin: Durur, gongd, hjúnakamar, stova v/atgongd til altan, 2 kontór/goymslurúm, baðirúm og hjallur. Kjallari: Viðgerðarstova v/ gongd, kjallararúm, fýrrúm, bíðirúm, venjingarrúm, viðgerðarrúm og garagu. Grundøkið er 900 m2. Húsaskoðan og virðismeting av ognina fáast við at venda sær til Páll Nielsen, adv. J.H. Schrøtersgøta 20, 100 Tórshavn, tel. 312171 pall@ advokatvirkid.fo (j.nr. 180/2015) ella skrivaran Sigrid Simonsen sigrid@ advokatvirkid.fo FØROYA FÚTARÆTTUR, tann 17. oktobur 2017 Sosialurin 341800 fyrst og fremst www.in.fo DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á fyrst og fremst www.in.fo