hósdagur 19. oktober 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 20. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 122
32
Vit búgva í einari satiru
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
O
nkur helt
herfyri, at
eingin sat
ira er longur
í Føroyum.
Onkur annar, at
vit hava ov lítla
satiru.
Og onkur triði,
at føroyska sat
iran er ov fitt, ikki nóg hvøss. Und
antøk eru eisini, tað, sum er frið
halgað. Trúgvin til dømis.
Satira við undantøkum er ikki
satira.
Satira er annars, sambært orða
bókini, spott, háð, speisemi, glósa
og, ja, satira.
Tað var vorðið sum eftirlýsing.
Eru hesi fyribrigdini júst nú ikki
longur í Føroyum?
Ella er tað bara so, at allar Føroyar
eru vorðin ein satira. Tú sært ikki
fjørðin fyri berum sjógvi. Fjallið
fyri berum fjøllum.
Helst er júst tað svarið.
Føroyar eru ein stór,
óendalig satira.
Hvagar tú hyggur,
er satiran har. Og
sarkasman, sum er tann
grovari satiran, er eisini
har.
Vit eru umgird við
satiru. Tí er ikki neyð
ugt at gera satiru í Føroyum. Hon
er longu har.
Og veruleikin er sum so ofta
sagt og skrivað verri enn
hugflogið hjá nøkrum.
Tað er bara at lurta og
hyggja. So er satiran
har, í durunum, á
gáttini. Fara á
løgtingsfund
til dømis.
Fólkaræðið er frálík satira. Óviljað,
av ósketni, kanska, men satira
kortini. Tað er stuttligt at búgva í
Føroyum.
Vit eru eisini ófør at spotta hvønn
annan. Glósurnar eru nógvar og
hvassar.
Men eg skilji væl eftirlýsingina,
sum eg nevndi fyrst. Tí fyrr gjørdu
føroyingar satiru, kabarettir, sjón
varpssendingar og annað, sum fólk
annars kallaðu skemt.
Nú eru bara jólaborðhaldini eftir.
Tey gjørdu veruleikan meira eyð
sýndan, so tey, sum ikki sóu ella
hoyrdu satiruna í honum, varnað
ust hana.
Satira er eitt amboð, sum verður
brúkt til at hava onkran til rukku.
Men vit kunnu eisini siga, at alt
skaparanarverkið er ein satira, tí
tað hevur okkum øll til rukku.
Men skapanarverkið er meira
enn satira. Tað er trælanípuskemt
(gálgahumor), tað er grovari og
náðileysari enn satira. Tað eirir
ongum, tað er miskunnarleyst.
Eingin sleppur undan, heldur ikki
tey sakleysu.
Tann besta satiran er sjálvandi
tann bersøgnasta, tann hvassasta.
Er hon nú tað? Nei. Besta sat
iran er tann undirspælda, tann
lágmælta. Tann í hersettum londum
og londum, sum hava einaræði. Har
øll satiran er millum orðini og mill
um reglurnar. Størsta listin er at
duga at siga sannleikan, uttan at
tann, sum sannleikin er um, varnast
tað. Eg kenni ein, sum dugir tað.
Í øðrum heimsbardaga yrktu her
settir danir vísur um hersetingina,
vísur, sum ikki kundu misskiljast,
men kortini sluppu allan vegin
gjøgnum ritskoðanina. Føroyingar
vóru sjálvandi fegnir um at verða
hersettir, so her spottaði eingin her
setingina.
Í einaræðislondum flýgur satiran
undir radaranum. Annars verður
hon skotin niður. Men hon er har.
Hvør minnist ikki allar skemtisøg
urnar úr Sovjetsamveldinum? Tær
høvdu brodd, men hann var ikki
sjónligur omaná. Men hann var har.
Í Føroyum, sum er fólkaræði,
verður minni gjørt við satiruna nú
enn fyrr. Sum tey siga um alt, sum
hvørvur aftur við borðinum, nú er
so nógv annað at síggja og hoyra.
Og verri, tí tað ger fólk bæði dølsk,
líkasæl og býttari enn tey longu eru.
Alt var bara betri fyrr.
Eitt glas av sterkari satiru hvønn
morgun ger heilan árvaknan.
Hin spurningurin er so, hví vit
noyðast at spotta og háða hvønn
annan. Og eingin er fullspottaður,
fyrr enn hon/hann spottar seg
sjálva/n.
Ella hví spotta og háða yvirhøvur?
Hví eru vit ikki bara góð og elska
okkum og hini.
Siga hvørjum øðrum góð ikki inn
ballað orð.
Góð og fitt og elska. Hatta var
skørp satira.
Høgni
Djurhuus
BARBARA HOLM
V
etrartíð er eisini ofta
influensatíð.
Fyribils hevur in
fluensan gjørt lítið og
einki um seg, men Jenis av Rana,
kommunulækni, sigur, at tað er
mangan ikki fyrrenn tað nærkast
ársskiftinum, ella aftan á, at fólk at
álvara fara at leggjast við influensa.
Men aftur í ár ber til at kopp
seta seg fyri influensa og komm
unulæknin mælir serliga ávísum
bólkum til at lata seg koppseta.
Hesir bólkar kunnu lata seg
koppseta ókeypis, men eisini onn
ur, sum vilja sleppa undan at brúka
eina viku undir dýnuni í vetur,
kunnu lata seg koppseta fyri 300
krónur.
Hóast alsamt fleiri lata seg
koppseta, sigur Statens Serums
institutt, at tað framvegis eru verri
enn so øll, ið fáa serligt gagn av
koppsetingini, sum lata seg kopp
seta.
Teir serligir bólkar, sum fyrst
og fremst eiga at lata seg koppseta
og sum kunnu gera tað ókeypis,
eru fyrst og fremst penjónistar
yvir 67 ár, og fólk við varandi
sjúkum, astmu, og øðrum sjúkum
í andaleiðini og fólk við diabetis.
Men eisini kvinnur, sum eru við
barn, sjúklingar við krabbameini,
við hjartasjúkum, og fólk við
vánaligari immunverju, eiga at lata
seg koppseta. Og tað eiga fólk, sum
eru ovurfeit, eisini at gera.
Jenis av Rana sigur, at serliga
fólk ið hesum bólkum kunnu verða
álvarliga sjúk av eini influensa fyri
ikki um at tala kunnu teyt verða
illa sjúk av ymsum fylgissjúkum,
bæði lungnabruna, og øðrum.
Hann sigur at koppsetingin
verjir rættiliga væl fyri influensuni.
Men hjá teimum, ið fáa hana, hóast
tey eru koppsett, verður hon nógv
mildari enn annars.
– Tað er ikki hvørt ár influensa
brýtur út, men so kann hon verða
hervilig summi ár. Fyri nøkrum
árum gekk ein influensa. Hon
herjaði ikki á fyrrenn í januar
mánaði, og hon var so ring, at hon
kostaði eisini mannalív. So tað er
ein stórur fyrimunur at lata seg
koppseta, sigur Jenis av Rana.
Nú eiga summi fólk
at lata seg koppseta