mánadagur 23. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak síða 10
Best
við breið
ari semju
Tíðindi síða 6
Vilja
ikki missa
Sjóvinnu
stýrið
– Avsláttur á streymi útihýsir allari
kapping. Uppskotið hevur sosiala
slagsíðu, tí lág- og miðalinntøkur
hava ikki ráð at raðfesta hitapump
ur og el-bilar.
Soleiðis hoyrdu vit umboð fyri
oljufelag siga í sjónvarpinum í
síðstu viku.
So ymsar eru áskoðanirnar um
grøna orku í Føroyum. Landsstýrið
hevur sett sær fyri, at helvtin av
húsarhaldunum skulu hava grønar
orkuloysnir til upphiting í 2025 og
at øll hús í landinum skulu hava tað
í 2030.
Landsstýriskvinnan hevur tí
lagt uppskot fyri tingið, sum skal
loyva SEV at geva fólki avsláttur til
streym til hitapumpur og el-bilar.
Men tað hóvar ikki olju-duopol
inum at el-monopolið sleppur at
geva fólki avsláttur.
Og nei. Tað er ikki tí, at oljufel
agið er bangið fyri at missa inntøk
ur. Nei, tað er tí, at tey hugsa um tey
á niðastu rókunum í Føroyum, sum
ikki hava ráð til hitapumpur og el-
bilar.
Sjálvandi er tað væl hugsandi, at
eitt oljufelag hevur sosialt medvit.
Men vit fara tó at halda, at hetta
snýr seg meira um at tjena pengar.
Og at tað er ein lukrativ vinna at
selja olju til føroyingar man vinn
ingsbýti upp á 87 milliónir hjá ein
um oljufelag bera boð um.
Hjá Føroya fólki snýr tað seg
sjálvandi eisini um pengar – um at
spara pengar.
Hava landið og SEV hug at lata
fólki bíligari streym, so vælsignaðu
latið tey sleppa at gera tað. Alt
hatta við kapping á streymøkinum
kunnu oljufeløg, politikarar og
kommunur snakka um hetta til
verðsins enda. Tað er als eingin or
søk til, at fólk ikki skulu fáa bíligari
streym.
Í øðrum londum síggja vit eisini,
at el-feløg til dømis lata fólki bílig
ari streym um náttina. Tað er eisini
fyri at spara, at tað verður gjørt.
Tí um fólk til dømis tendra vaski
maskinur um náttina, so verður
el-netið ikki so ovbyrjað um dagin,
tá serliga vinnan brúkar nógvan
streym.
Tað er tí skilagott við skipanum,
har bíligari streymur til ávísar tíðir
fær fólk at leggja vanar um, so el-
netið verður betur gagnnýtt.
Endamálið við at lata fólkið bí
ligari streym til hitapumpur og el-
bilar er sjálvandi at fáa fleiri fólk at
gera íløgur í slíkar skipanir.
Og ja, tað passar, at vit flyta
dálkingina til el-verkið á Sundi, so
leingi SEV ikki hevur 100 prosent
grøna framleiðslu. Men hon verður
støðugt útbygd. Og tað verða hita
pumpurnar eisini – og el-bilarnir
koma eisini.
Soleiðis koma nærkast vit máli
num um einar grønar Føroyar.
bíligari streym – ja takk!
Sum oftast er tingmaðurin
hjá
Javnaðarflokkinum
á
Tvøroyri, Kristin Michelsen,
ikki við, tá fíggjarnevndin hjá
Løgtinginum hevur fund.
Tað
sigur
Kringvarpið,
sum hevur talt upp, hvussu
tingfólk møta upp til nevnd
arfundir í Løgtinginum. At
vera í løgtingsnevndum er ein
partur av arbeiðinum at vera
tingfólk.
Kringvarpið skrivar, at
fíggjarnevndin hevur havt
26 nevndarfundir í ár. Kristin
Michelsen hevur bara verið á
seks av teimum 26 fundunum.
20 ferðir hevur hann ikki
verið við á fundi.
Kristin Michelsen er eisini
nevndarformaður í rættar
nevndini, og har gongur betur
við uppmøtingini.
Hann hevur verið við
til tólv av teimum fjúrtan
nevndarfundunum í rættar
nevndini í ár.
Sambært yvirlitinum hjá
Kringvarpinum, so gongur
eisini illa hjá borgarstjór
anum í Vestmanna, Paula
Trond Petersen, at møta upp
í fíggjarnevndini. Hann er
løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Hann hevur ikki verið við
til átta av teimum 26 nevnd
arfundunum, sum fíggjar
nevndin hevur havt í ár.
Jógvan Skorheim, borg
arstjóri og løgtingsmaður,
hevur eisini ilt við at møta
til nevndararbeiði í Løgtingi
num.
Hann er limur í vinnu
nevndini, sum hevur verið
sera virkin í ár, tí uppskotið
um nýggja fiskivinnunýskip
an verður nú viðgjørt har fyri
aðru ferð.
Men Jógvan Skorheim er
ofta ikki við á fundunum hjá
vinnunevndini.
Hann hevur ikki verið við
til 20 av teimum 41 nevndar
fundunum, sum hava verið í
vinnunevndini í ár.
Tað er ikki bara hjá borgar
stjórunum, at protokollin hjá
Løgtinginum sær keðilig út.
Jenis av Rana, sum er formað
ur í Miðflokkinum og komm
unulækni í Havn, hevur ikki
verið við til sjey av teimum 10
fundunum, sum Trivnaðar
nevndin hevur havt í ár.
Hann sigur við Kringvarp
ið, at ein orsøk er, at Trivnað
arnevndin hevur havt fund,
tá hann hevur verið burtur
staddur sum partur av norð
urlandaráðnum.
Harumframt sigur Jenis
av Rana, at arbeiðið í Trivn
aðarnevndini er so óskipað.
Ikki tíð at vera tingmenn
Gevið okkum bíligari
streym til grønar loysnir takk!
Kann tað ikki vera tingfólku
num sjálvum, sum tað er galið
er við?
Jørgen Niclasen, formað
ur Fólkafloksins, segði við
útvarpið í gjár, at hann er
í ferð við at kanna, um tað
millum tingfólk er áhugi fyri
at broyta lógina um Føroyar
sum eitt valdømi.
Hann sigur, at tað er vorð
ið munandi verri at fáa fólk
við í politiska arbeiðið, síðani
lógin varð broytt, og Føroyar
gjørdust eitt valdømi á Løg
tingsvalinum 19. januar í 2008.
– Einstaklingar stinga seg
nógv meira út nú, enn teir
gjørdu, tá vit høvdu sjey val
dømi, sigur hann.
Jørgen Niclasen heldur, at
flokkarnir eru vorðnir veik
ari, og at politisku lokalfeløg
ini bara ana.
– Fyrr var politiskt kjak í
hvørjum króki í landinum.
Tað er næstan steindeytt í
dag, sigur hann.
Men er tað nú rætt, at
lógin um Føroyar sum eitt
valdømi hevur køvt politiska
kjakið kring landið? Og var
tað nú so nógv politiskt kjak?
Og kann tað veruliga
passa, at ein lóg um Føroyar
sum eitt valdømi ger, at ting
fólk hugsa meira um seg
sjálvan?
Vit kunnu siga so nógv,
men áhugavert hevði verið
við einum kvalifiseraðum
boði uppá, hvørja ávirkan
lógin hevur havt. Tingfólk
eru valla tey røttu at spyrja,
tí summi teirra høvdu havt
fyrimun av smáu valdømu
num, meðan onnur hava
fyrimun av einum stórum
valdømi.
Men at fólk troyttast av
politikarum og ikki tíma á
politiskar fundir – tað sigur
uttan iva meira um tey fólk
ini, sum eru vald at umboða
okkum í politikki.
Vilja tey veruliga hava
fólkið við, so er at taka tey við
og at arbeiða so skilagott pol
itiskt, at fólk tíma at hjálpa
og stuðla teimum.
Tað er ikki vist, at tað er
penninum, tað er galið við.
Vánaligur skrivari
skyldar upp á pennin
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Hesir garpar hava tað til felags – umframt at vera tingmenn –at teir møta illa upp til
nevndararbeiði, sum er partur av starvinum sum tingmaður