mánadagur 23. oktober 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Punktum er sett fyri 2017 kapp
ingina. Víkingur er meistari, KÍ
vann silvur, B36 bronsu, og NSÍ
endaði á fjórða plássi og hevur við
sigri í steypakappingini fyri næstan
tveimum mánaðum síðani tryggjað
sær pláss í europeisku kappingini
næsta summar.
KÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti
NSÍ. Sigurin varð vunnin við
somu tølum, sum KÍ næstsíðsta
sunnudag vann á útivølli ímóti
B36. Harvið var endaspurturin hjá
klaksvíkingum framúr góður. KÍ
hevur ikki tapt í tíggju dystum, og
tvey tey seinastu umførini mink
aði fjarstøðan fram til Víking úr
fimm stigum og til bara at vera
málmunurin.
Á ársveitsluni í Klaksvík leygar
kvøldið fegnaðust tey um góðu úr
tøkuna. Tað hevur ongantíð síðani
2005, tá ið kappingin varð víðkað
at fevna um 27 umfør, verið so tætt
millum tvey tey fremstu, sum tað
var í ár.
Tá ið talan bara er um málmun,
so eru tað løtur og støður, sum teir
í Klaksvík eiga at iðra seg um. Um
Víkingur hevði verið pressaður at
vinna stig leygardagin, so kann tað
gott vera, at úrslitið í Sarpugerði
ímóti framúr væl upplagda EB/
Steymi hevði verið øðrvísi.
Men í Klaksvík nýtast teir
bara at leita aftur til teir tríggjar
málleysu javnleikirnar undan 3-1
sigrunum ímóti NSÍ og B36 fyri at
minna seg á støður, sum kundu
havt borið sigur við sær. Fram ímóti
dystarenda í Trongisvági vóru bæði
Albert Adu og Jóannes Bjartalíð í
góðum støðum, men tað endaði 0-0,
og ímóti HB kendist tað sum um, at
KÍ á heimavølli ikki hevði hug til
síðstu løtuna veruliga at spenna
álopsbogan í roynd at skora og har
við at vinna øll stigini.
-Tá ið vit hugsa 27 dystir aftur,
so ber væl til at finna løtur og
støður, tá ið vit kundu havt vunnið
við fleiri málum og harvið endað
við betri málmuni og støðum, tá
ið vit í evstu løtu mistu stig, sigur
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Ras
mussen, sum leygardagin var fyri
síðstu ferð – i hvussu so er í hesum
umfarinum – á KÍ liðnum. Hann
flytur nú aftur til Danmarkar.
Albert Adu setti hol á úr stuttari
fjarstøðu, og NSÍ málverjin, Símun
Rógvi Hansen, sum leingi hevur
verið skaddur, var óheppin, tá
ið hann umvegis krovið á Páll A.
Klettskarð sendi bóltin í sítt egna
mál. Tá ið Árni Frederiksberg við
frísparki úr stórari fjarstøðu og
undan nógva vindinum minkaði
um munin, var annars tryggi KÍ
málverjin ikki so sannførandi, og so
var tað Jóannes Bjartalíð, sum stað
festi KÍ sigurin, sum bar við sær, at
KÍ fór av vøllinum fyri tíggjundu
ferð við úrtøku – fimm sigrar og
fimm javnleikir.
-Sigurin
í
steypakappingini
bjargar 60 ára haldinum hjá okkum,
sigur Arnfinn Langgaard, formaður
í NSÍ.
Fagnaður í Vágum
Longu undan fyrsta bríksli í Fugla
firði leygardagin var tað
greitt, at 07 Vestur eisini í
2018 verður í bestu deild
ini.
Hetta
er
fyrsta
ferðin yvirhøvur, at 07
Vestur sleppur undan
niðurflyting, og hetta
er
fyrsta
ferðin
yvirhøvur,
síðani
skipanin við, at tvey
tey
niðastu
flyta
beinleiðis niður kom
í lag, at tað bara er
ein
niðurflytari,
tí tað bara er eitt
lið, sum megnaði at
kvalifisera seg at flyta
upp.
Í Fuglafirði fagnaðu
teir í 07 Vestur rættinum
at halda fram í fremstu røð
við at vinna 5-1.
Holgar Durhuus skoraði
tvey
tey
síðstu
málini,
og
útlendingarnir Søren B. Nielsen
og Pål Fjelde og so Martin Tausen
skoraðu hvør sítt.
07 Vestur endaði við 28 stigum
og harvið bara eitt stig frá áttanda
plássinum. Tað er ongantíð komið
fyri áður, at liðið á níggjunda plássi
hevur vunnið so nógv stig, sum 07
Vestur vann í ár.
-Hetta hevur øgiligan týdning
fyri okkum. Liðið hevur verið
støðugt, og vit síggja góðar menn
ingarmøguleikar. Tað er greitt,
at álopsspælarin Ken Fagerberg
heldur fram, og vit vóna, at tað
fer at eydnast at varðveita hinar
útlendsku spælararnar. Nú tað er
greitt, at vit halda fram í fremstu
røð, fara vit at fyrireika næsta
kappingarár,
sigur
07
Vestur
formaðurin Jim Sonni Guttesen.
Síðsta málið fyri ÍF í fremstu
røð á hesum sinni skoraði Dánjal á
Lakjuni, sum minkaði um munin til
1-2. Fuglfirðingar venda nú eyguni
burtur
frá
hesum
kappingar
árinum, ið var stórt vónbrot:
-Vit fara niður at venda, vit fara
at menna ungdómsdeildina, og vit
vóna, at tað fer at eydnast at halda
uppá fólkið. So fáa vit at síggja,
um tað røkkur til uppflyting. Um
tað ikki ger tað, so taka vit tvey ár
í næstbestu deildini, sigur nýggi ÍF
formaðurin Dan Petersen.
HB situr við Svartaper
Tað endar sum oftast javnt, tá ið
HB og B36 hittast. Soleiðis var tað
eisini leygardagin. 1-1 og B36 endaði
á bronsuplássi og við rætti at spæla
í Europa næsta summar. HB endaði
Effo-deildin:
Fyri fyrstu ferð í søguni hjá kappingini við 27
umførum verður tað bara eitt lið, sum flytur niður
– tað er eitt av fleiri merkisverdum hagtølum
KÍ ÁTTI BESTA
ENDASPURTIN
07 VESTUR – REGIN DAVIDSEN
Vit enda við
størsta sigrinum
hetta umfarið.
Flott! Vit eru
verandi í deildini
og málsetningurin
er náddur.
Takk 1. deild KÍ, og tillukku Víkingur
NSÍ – JAN B. ANTHONIUSSEN
Takk fyri
brúsubaðið,
Klaksvík.
Tillukku við FM,
Víkingur!
Vit koma sterkt
aftur næsta ár!
Góðir!
TB/FCS/ROYN – JANUS KJÆRBO
Ein sigur og eitt 6. pláss høvdu gjørt
árið sera gott. Men okur spældu
vánaligasta dystin av árinum í dag.
Takk fyri í ár. Og tillukku til Víking
við FM. Næsta ár verður betur hjá
okum.
SUÐRINGAR!
ÍF – SÆBJØRN LEITI
Eg vil ynskja Víking
tillukku við FM .
Og eg hopi vit
koma upp aftur í
2019! Eg vil takka
fyri meg hesa ferð
Koyr á ÍF!
EB/STREYMUR – RÓGVI DAM
EB/Streyma
bussurin bakkaði
allan vegin úr
Streymnesi til Gøtu
í dag. Takk fyri í ár.
Til lukku Víkingur.
Saman standa vit
sterk!
B36 – LISSI MOURITSEN
Tad er ELLARS gótikið - vit eru nr.3 !
Við øðrum orðum, í okkara hjørtum
altíð nr.1
1000 takk fyri hesaferð og vit
standa enn einaferð saman í 2018 -
muss og klemm og alt í senn !
Til lukku Víkingur.