Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. oktober 2017 · Nr. 123 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SORIN ANGHEL GEVST Fyri 38 ára gamla Sorin Anghel er hetta at síggja til seinasti dysturin sum spælari. Rumenski miðvallarin kom til Víking sum hjálparvenjarin, men Víkingur kom í neyð av skaðum, so Sorin Anghel byrjaði at spæla aftur í fjør. Søgan sigur, at hann verður venjari hjá AB komandi kappingarár. Tróndur Arge FM-stríðið í ár bleiv eitt sindur margháttligt. Víking­ ur er vinnari fyri aðru ferð í søguni hjá felagnum, men tað var ilt at fáa eyga á stóru kenslurnar, tá dómarin bríksl­aði fyri seinastu ferð. Alt var ikki endaliga avgreitt und­an seinasta dystinum, men tað var so ósannlíkt at ongin væntaði nakað annað. Trý stig og níggju mál skuldi KÍ heinta inn í seinasta um­ farinum. Kenslan var eisini eitt sind­ur løgin, tí Víkingur tapti óvæntað dystin móti EB/ Streymi, men tað var ongan­ tíð vandi ár ferð. Við bara 52 stigum í skjáttuni er Víkingur føroya­ meistari fyri aðru ferð. Vík­ ingur hevði mótvind í seinna hálv­leiki, men við bara fýra stigum av 15 teimum sein­ astu møguligu, so ber eisini til at siga, at Víkingur vann FM í mótvindi – bæði so og so. Ongin áleypari Víkingur var uttan bæði Ade­shina Lawal og Andreas Lava Olsen, sum báðir høvdu leikbann. Tí mátti Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi rista eitt sindur í posanum, so at Philip Djordjevic kom inn á áleyparaplássið, meðan Gunnar Vatnhamar og Hans Pauli Samuelsen spældu á vengrunum. EB/Streymur var uttan Andras Olsen í miðverjuni, meðan Dan í Soylu byrjaði uttan­fyri. Hann skiftur til HB komandi kappingarár, með­an leigusáttmálarnir við Trygva Askham (B36), Pætur Petersen (B36) og Ara Mohr Olsen (HB) allir ganga út nú. Mett verður, at Hans Pauli Samuelsen (Víkingur), Ari Ó. Ellings­gaard (ÍF) og Gestur B. Dam (B36) verða nýggir spælar­arnar í hópinum hjá EB/Streymi til komandi kappingar­ár. Skelkurin Hóast lítil til ongin spenn­ ingur var um sjálvt FM-heit­ ið, so var tað eitt sindur av einum skelki, tá Ari M. Olsen legði gestirnar á odda. Rógvi E. Nielsen breyt ígjøgnum á miðjuni og spældi til leigu­ sveinin úr HB. Hann royndi seg við skoti uttanfyri brots­ teigin og skoraði. Helst skuldi Elias Rasmussen, mál­ verji hjá Víkingi, fingið hond­ ina á. Tá KÍ samstundis legði seg á odda móti NSÍ, sá út til at fjáltur kom á heimfólkið í Sarpugerði. Philip Djordjevic hevði stórar trupulleikar í undan­vindinum sum fremsti maður. Sámal Erik Hentze flutti eitt sindur runt, so at Gunnar Vatnhamar endaði sum fremsti maður. Tað rigg­ aði betri, tí hann er korps­ sterkari. Nakrar ferðir var hann nær við at skora. Deyðbóltar bjarga aftur Víkingi Ein uppgerð hjá Norð­lýsi­ num vísir, at Víkingur hev­ ur skorað væl flest mál upp á deyðbóltar. Undan sein­ asta dystinum var tað heili 15 mál fleiri enn nærmasti kappingarneytin. Tí kom tað heldur ikki óvast á, tá Víkingur javnaði eftir horna­ spark. Gert Åge Hansen sleit seg leysan og sendi bóltin í málið. Málið tók broddin av fjáltrinum, sum hevði hug at breiða seg í Sarpugerði. Tá farið var til hálvleiks var fram­vegis 1-1. Aftur Ari Í mótvindinum hevði Vík­ ing­ur eitt sindur torført við at seta seg á dystin. Spenn­ ing­urin var rokin og fyri ein stór­an part tóktist tað sum, at spælarar og áskoðararnir hjá Víkingi bara vildu hava dystin avgreiddan. Mitt í øllum legði Ari M. Olsen gestirnar á odda eina ferð afturat, hesaferð eftir horna­spark. Víkingur royndi at svara aftur, men tað bleiv ikki til meir enn ein roynd frá Atla Greger­sen eftir deyð­bólt, men inn vildi bólturin ikki. Lunkaður FM stemningur Tað var stórur munur at stemn­inginum á Argjum í fjør, tá Víkingur vann fyrsta FM heitið, enn tað var í Sarpu­gerði leygardagin. Á Argj­um høvdu menn hug at gráta og tað sást, at nógv hevði staðið á teimum. Eftir dystin leygardagin var tað sum um, at teir høvdu sjálv­ ur keypt jólagávuna. Ongin spenningur og eitt tap omaná tað heila. Annars er áhugavert at nevna, at hetta er ikki fyrstu ferð, at Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, vinn­ ur á komandi FM vinnar­un­ um. Í 2013 vann hann við NSÍ á HB, og í 2014 vann hann á B36, sum tað árið vann FM. Tú kundi kanska sagt, at Heðin Ask­ham hevur tað við at spilla ballið. Víkingur er nú tví­fald­ ur FM vinnari og tað er ein staðfesting av, at liðið er tað besta yvir eitt tíðarskeið. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... MEISTARAR Í MÓTVINDI Í mótvindi í Sparpugerði bleiv Víkingur føroyameistari við 52 stigum, sum er tað lægsta síðani 2005, tá farið var at spæla 27 umfør. Við bara fýra stigum í seinastu fimm dystunum, datt Víkingur um málstrikuna, men tað var ongantíð nakar vandi ár ferð, tí Víkingur hevur verið best í alt ár Víkingur er føroyameistari: