týsdagur 24. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 24. oktober 2017 · Nr. 124
mikudagsblaðið
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Í skrivandi stund er løgtingið í ferð
við fyrstu viðgerð av uppskotinum
um stjórnarskipan. Eitt uppskot,
sum hevur verið ávegis í 17 ár, og
sum allir flokkar hava verið við til
at evnað til.
Men sperðil er komin í spælið.
Eitt er, at løgtingsskrivstovan av
tekniskum ávum vildi burturvísa
uppskotið úr løgtinginum, tí tað
ongar viðmerkingar hevur – tá tað
bar til seinast, sama mál var fyri í
Løgtinginum.
Men løgtingið kann taka sína
egnu umsiting av ræði, og tað var
tað, sum varð gjørt í gjár.
Annar spurningur er so, um
vit yvirhøvur skulu hava eina
stjórnarskipan. Tað byrjaði annars
undir fullveldislandsstýrinum, tá
Fólkaflokkurin og Tjóðveldi ætl
aðu at loysa Føroyar úr ríkisfelags
skapinum við Danmark og vildu
gera eina føroyska grundlóg.
Men endamálið er síðani broytt
frá at snúgva seg um eina grundlóg
undir lýðveldinum Føroyar til eina
stjórnarskipan, sum skal hava
nakrar ásetingar um, hvussu vit
í Føroyum fata okkum sum tjóð.
Tað er tí, at tað var so breið semja
um málið í Løgtinginum – so breið,
at allir flokkar vóru um at vera
samdir, tá fløkja kom í í 2011.
Hvussu er og ikki, so má málið
avgreiðast. Annaðhvørt fáa vit
eina nýggja stjórnarskipan, ella
kann Løgtingið geva um og koyra
víðari.
Slagið
um
loysingina
varð tapt í 1946 og aftur í 2001, tá
Anfinn Kallsberg avlýsti ætlaðu
Fólkaatkvøðuna, sum skuldi vera
26. mai hettar árið.
Á ólavsøku legði løgmaður mál
ið framaftur. Men semjan, sum
varð, er ikki eins týðulig nú. Sam
bandsflokkurin stríðist nú við
hond og fót ímóti og brúkar nógva
orku uppá at siga fólki, at stjórnar
skipanin er byrjanin til loysingina,
og at Javnaðarflokkurin er vorðin
ein loysingarflokkur.
Fólkaflokkurin er heldur ikki
fyri stjórnarskipanini. Fyri 17
árum síðani vildi Fólkaflokkurin
loysa frá Danmark og stovna ein
føroyskan stat. Men tað vil flokk
urin ikki longur. Tað síðsta er, at
flokkurin tekur undir við stjór
anum á løgtingsskrivstovuni og
vildi steðga málinum á tann hátt.
Formaður Fólkafloksins hevur
sagt, at flokkurin vil ikki vera
við, um tað ikki kemur at standa
í stjórnarskipanini, at Føroyar eru
ein kristin tjóð.
Pípan hevur tí fingið annað
ljóð. Fótonglar av ymsum slag
verða lagdir, so uppskotið skal
miseydnast.
Søgan endurtekur seg, og málið
um stjórnarskipanina skal køvast
í staðin fyri at flokkar semjast um
tað. Semja er ikki ein gong um,
at føroyingar skulu staðfesta sín
egna sjálvsavgerðarrætt.
Tað sum líktist eini breiðari
semju er nú krystalklár ósemja
Hart ímóti hørðum
Brýna
sjónarmið
á tingi
Politikkur
síða 9
Nær
skalt
tútaka
heilivág?
heilsusiða
Síða 8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Javnaðarflokkurin hevur
týsmorgunin – beint áðrenn
sonevnda »stjórnarskipanin«
skal til viðgerðar í Løgtingi
num – framt eitt ljótt álop á
umsitingina hjá Løgtinginum.
Tað
sigur
Sambands
flokkurin í fráboðan til miðl
arnar. Og flokkurin sigur víð
ari:
Fólkatingslimur Javnað
arfloksins leypir ikki bert
á umsitingina men eisini á
sjálvan stjóran á Løgtings
skrivstovuni. Stjórin er evsti
ráðgevi hjá Løgtinginum, ið
skal tryggja, at tað, sum verð
ur viðgjørt á Tingi, er í lagi.
Hetta, at Javnaðarflokkur
in og fólkatingslimurin síggja
seg ill inn á niðurstøðuna,
sum Løgtingsskrivstovan er
komin við, má og skal ong
antíð síggjast aftur í persón
ligari útspilling av embætis
fólkum.
Uppgávan hjá umsiting
Løgtingsins er nettup at
koma við sínum løgfrøðiligu
niðurstøðum, og í hesum føri
verður mælt til at burturvísa
uppskotinum um sonevnda
”stjórnarskipan” av fleiri ym
iskum orsøkum.
Niðurstøður frá Løgtings
skrivstovuni eru týðandi, og
tær skulu virðast í okkara
parlamentarisku skipan.
Tað kann als ikki góðtak
ast, at ein flokkur í Løgting
inum – enntá løgmansflokk
urin – spillir út embætisfólk
hjá Løgtinginum. Hetta er
undir alt lágmark og eigur
ikki at vera partur av tí, sum
fer fram í einum parlamenti.
At
ein
fólkatingslimur,
ið sjálvur hevur fram brot á
tagnarskyldu og hevur likið
út loynilig skjøl, loyvir sær
at finnast at embætisverki
Løgtingsins, eigur ikki at fara
óátalað aftur við borðinum,
sigur Sambandsflokkurin.
Javnaðarflokkurin fremur
álop á umsiting Løgtingsins
Kristina Clementsen er vara
fólk á tingi hjá Tjóðveldi og
í dag hevur hon tikið sæti á
tingi. Tá ið Kristina varð vald
sum varafólk á valinum í 2015,
var hon bert 19 ára gomul.
Tann yngsti, sum er valdur
á ting yvirhøvur, er Jákup í
Jákupsstovu, sum varð valdur
á ting fyri Javnaðarflokkin í
Vága valdømi við 234 persó
nligum atkvøður tann 6. nov
ember í 1945. Og hetta metið
hevur eingin tikið hesi 70
árini. Jákup í Jákupsstovu var
tá 23 ára, 3 mánaðir og 30 dag
ar gamal.
Á løgtingsvalinum 29. ok
tober í 2011 varð Hanus Samró
valdur á ting. Hann er tann
næstyngsti, sum valdur er á
ting. Hanus Samró var tá 23 ár,
5 mánaðir og 29 dagar gamal.
Á løgtingsvalinum í 1966
var Finnbogi Iskasen (Ísakson)
valdur á ting. Tá var hann
tann næstyngsti nakrantíð –
nú tann triðyngsti. Finnbogi
Isaksen var fá 23 ár, 9 mánaðir
og 1 dag.
Í desember í 2015 tók Krist
ina Clementsen úr Tjóðveld
inum fyrstu ferð sæti á tingi
sum yngsta tingfólk nakr
antíð, ið hevur havt sæti á
tingi. Hon er 19 ára gomul. Tað
metið átti Jørgen Niclasen,
sum í 1989 hevði sæti á tingi
í nakrar dagar fyri Svend Åge
Ellefsen. Hann var tá 20 ára
gamal.
Jørgen Nicalsen fekk fast
sæti á tingi í 1991, tá Svend
Åge Ellefsen fór í landsstýrið.
Tá var Jørgen 22 ára gamal og
yngsti maður, sum hevur havt
fast sæti á tingi. Hetta metið
tók Jákup Sverri Kass úr Sjál
vstýrisflokkinum í 1998, tá
hann fekk fast sæti á tingi
fyri Helenu Dam á Neystabø,
sum tá fór í landsstýrið. Jákup
Sverri Kass var tá 21 ára gamal.
Hóast Kristina Clementsen
nú eigur metið sum yngsta
fólk á tingi nakrantíð, so er
tað undrunarvert, at vit skulu
leita meira enn 70 ár aftur fyri
at finna yngsta fólk, sum er
valt á ting.
Kristina er yngsta
fólk á tingi
adfasf
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin