týsdagur 24. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. oktober 2017 · Nr. 124
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fyrr í heyst varð spátt, at skip,
manningar og samfelagið alt fóru
at missa stór virðir, nú stóra før
oyska sildakvotan skuldi fiskast
upp á lutfalsliga stutta tíð.
Sildin verður vanliga fiskað í
oktober og november, og soleiðis
verður helst eisini í ár.
Spurningurin er, um skipini fara
at klára at fiska alla kvotuna, og um
virkini á landi fara at megna at taka
ímóti, nú eitt av teimum trimum
stóru virkjunum – Varðin Pelagic –
ikki tekur ímóti.
Minni enn helvtarprísur
Longu nú kann staðfestast, at
sildaprísurin er nógv lækkaður í
mun til tað, sum fekst fyri sildina í
vertíðini fyri einum ári síðan.
Tórheðin Jensen, skrivstovuleið
ari hjá Varðanum í Gøtu, sum eigur
og rekur fleiri uppsjóvarskip, sigur,
at miðalprísurin, sum skipini hjá
teimum fingu fyri sildina um hesa
tíðina í fjør, var 6,45 fyri kilo.
- Í løtuni fáa skipini hjá okkum
millum 3 og 3,20 krónur fyri kilo.
Hetta er minni enn helvtarprísur
og er eftir okkara tykki ein ógvuliga
lágur prísur fyri fyrsta floks sild.
Hann vísir á, at fyri keyptu sild
ina skulu rindast 1,44 krónur í miðal
fyri kilo – og fyri restina av sildini
skulu rindast 75 oyru fyri kilo í
tilfeingisgjaldi.
- Í okkara føri svarar hetta til,
at umleið ein króna skal rindast í
miðal fyri sild, sum í løtuni verður
seld fyri millum 3 og 3,20 krónur
fyri kilo.
Hetta merkir, sigur skrivstovu
leiðarin, at prísurin á sild nú er so
lágur, at tá útreiðslur til keyp og
tilfeingisgjald eru drigin frá, svarar
ein sildatúrur í dag til umleið ein
svartkjaftatúr til ídnað.
- Tá havt verður í huga, at hetta
er matfiskur, ið verður viðfarin
sum slíkur og kemur til lands í lut
falsliga smáum nøgdum og í bestu
dygd, fæst eftir okkara tykki alt
ov lítið burtur úr hesum ediliga
tilfeingi, sum sildin er, sigur Tór
heðin Jensen.
Tá ísurin bráðnar
Spurdur, hvørjar høvuðsorsøkirnar
eru til, at keyparar ikki geva meira
fyri sildina, sigur hann, at ein
trupulleiki er, at rættiliga nógv sild
er á marknaðinum og er á veg á
marknaðin.
- Eitt annað, sum spælir inn,
er, at frystigoymslur heilt úr Før
oyum til Ukraina eru fullar av eitt
nú makreli og sild. Hetta ger, at
fiskurin ikki kann goymast, men
verður trýstur út á marknaðin í
stórum nøgdum.
Tórheðin Jensen sigur, at sjálv
andi gera keyparar úti í heimi sær
dælt av støðuni.
- Hetta svarar til, at tú sum
seljari stendur við einum ísi í hond
ini, sum er við at bráðna. Keyparar
vita, at tú noyðist at selja, um ísurin
ikki skal fara til spillis.
Starvsfólkaleiðarin hjá Varðan
um í Gøtu sigur, at støðan fyri teirra
viðkomandi hevði verið øðrvísi, um
frystihúsið hjá Varðanum Pelagic á
Tvøroyri var í gongd.
- Frystigoymslan á 15.000 tons
er ikki brend, men hon stendur við
ongum kulda, tí kompressarar og
aðrar instalatiónir fóru upp í royk,
tá virkið brendi.
Tórheðin Jensen vísir á, at um
goymslan á Tvøroyri var virkin,
hevði felagið sjálvsagt goymt ein
fittan part av sildini, soleiðis at hon
varð seld gjøgnum árið – og ikki øll
í einum.
- Tað er eitt avgjørt krav, tá tú
arbeiðir við stórum nøgdum av
uppsjóvarfiski til matmarknaðin,
at tú kanst goyma og selja, tá prís
irnir eru bestir, sigur hann.
Einki hoyrt frá Høgna
Varðin í Gøtu hevur eins og Felagið
Nótaskip heitt á landsstýrismannin
í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal,
um loyvi at flyta part av eginkvot
unum hjá skipunum av sild til
næsta ár, tá sildakvotan hugsandi
verður minni.
Men, landsstýrismaðurin, sum
hevur lovað at koma við einum
svari, hevur enn ikki latið við seg
koma.
- Vit síggja nú úrslitið, har skip,
manningar og samfelagið alt missa
stór virðir, tí sildin verður landað
fyri minni enn helvtarprís av tí,
sum fekst fyri sildina í vertíðini í
fjør, sigur Tórheðin Jensen.
- Støðan svarar til, at tú sum
seljari stendur við einum ísi í
hondini, sum er við at bráðna.
Keyparar vita, at tú noyðist at
selja, um ísurin ikki skal fara til
spillis, sigur Tórheðin Jensen
FISKIVINNA
Sild fer fyri
hálvan prís
- Prísurin á sild er nú so lágur, at ein sildatúrur í dag svarar til ein
svartkjaftatúr til ídnað, sigur Tórheðin Jensen, skrivstovuleiðari hjá
Varðanum í Gøtu
Prísurin á sild er nú so lágur, at tá útreiðslur til keyp og tilfeingisgjald
eru drigin frá, svarar ein sildatúrur í dag til ein svartkjaftatúr til ídnað