Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 27. oktober 2017 Nú Rúsan fyllir 25 er tíð at broyta Í næstu viku eru 25 ár síðani, at vit í fingu nýggja rúsdrekkalóg. Eftir 85 ár við forboð fyri allari sølu av rúsdrekka varð nú aftur loyvt at keypa rúsdrekka í Føroyum. Nógv tos var um rúsdrekkalógina, og karm­arnir vórðu væl og virðiliga tambaðir við øl­klubba­mentanini, sum rættiliga tók dik á seg síðstu 20-30 árini fyri broytingina. Tað var breið semja um, at skipanin ikki var góð. Orsøkin til rúskdrekkasølubannið í 1907 kenna vit – stór ovurnýtsla av rús­ drekka hevði vanlukkuligar avleiðingar. Skipanin við einkarsølu er sett í verk fyri at tálma nýtsluni. Landið fær soleiðis eft­ir­litið við, hvussu nógv rúsdrekka verður selt – og fær skipað og stýrt søluni soleiðis, at end­málið verður rokkið. Av og á hoyrast røddir tosa fyri fríari rús­drekka­sølu. Eitt nú hevur Framsókn tað sum eitt politiskt mál. Á tingi er ikki und­ir­ tøka fyri at fáa fría rúsdrekkasølu, og tað er tað valla heldur millum manna. Men fyri tað um vit hava eina almenna rús­drekkaeinkarsølu, so eru broytingar og til­lag­ingar, sum kunnu gerast. Um vit halda fast við prinsippið um eink­ar­søluna, tí tað heldur nýtsluni niðri, so stað­festa vit bara, at vit fáa ikki fría rús­drekka­sølu í Føroyum og arbeiða út frá tí. Men Rúsan megn­ar ikki at liva upp til krøv­ini hjá kundum – bæði privatkundum og frá loyv­is­hav­ar­um. Tí kundi gongd leið ver­ið at strik­að eink­ar­rætt­in til inn­flutn­ing av rús­drekka. So kunnu heilsølur flyta inn rús­drekka og selja víðari til loyvishavarar og til Rúsuna. Tá fáa vit nógv størri úrval av til dømis víni, og um loyvishavarar sleppa at keypa inn fyri heilsøluprís, so liggur nógv størri vinn­ing­ur eftir hjá vinnuni. Rúsdrekkasølan kann spara nógvar pengar og nógva um­sit­ ing við næstan ikki at flyta inn rúsdrekka. Í Noreg broyttu tey soleiðis skipaina fyri nøkrum árum síðani. Útboðið av víni gjørd­ist 50 ferðir størri í sølubúðunum hjá norsku rúsdrekkasøluni, sum nú sjálv bara inn­flyt­ur millum 8 og 10 prosent av tí, sum selt verður í einkarsøluni. Loysnin má vera, at føroyski politikarar ikki stara seg blindar uppá, at einasta broyt­ ing, sum kann gerast, er at loyva fríari rús­ drekka­sølu. Gerið broytingar, sum lætta um hjá vinnuni og minka um útreiðslunar hjá Rús­uni – og varðveitið einkarsøluna. Hósdagin fekk Landssjúkrahúsið góðsku­góð­ kenn­ing frá danska stovninum IKAS, sum kannar um sjúkrahús lúka neyðugu dygdar­ krøvini. Fólk frá IKAS vóru í Føroyum í vár og kann­ aðu føroysku sjúkrahúsini, og fekk Lands­ sjúkra­húsið tá eina fyribils góðkenning við við­merkingum. Hósdagin fekk Landssjúkrahúsið avgerðina hjá IKAS um, at sjúkrahúsið nú uppfyllir neyð­ ugu treyt­ir­nar fyri at vera góðskugóðkent. Góðkenningin er galdandi fram til 19. apríl 2020. Gerið neyðugar broytingar Er nú góðsku­ góðkent Landssjúkrahúsið Les eisini blaðið á telefonini Umsetilig pápa­ kvota til sølu Baksíðan Stella Argus – eitt 60 ára minni Siðsøga síða 16-17 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Gamla træið var rotið og til vanda fyri fólk Hósdagin vóru fólk frá gartn­ara­ fel­ag­num Hjálpirót í Amt­mans­ brekk­uni við stóra stigabilinum hjá Sløkki­lið­num í Havn. Uppgávan var at saga niður stóra ahrontræið nið­ast í Amtmansgarðinum í Amt­ mans­brekkuni. Torben Schneider hjá Hjálpirót sigur, at træið er so rotið, at tað er vandi fyri at tað dettur og ger skaða. Fleiri av ahorntrøunum í mið­ bý­num í Havn eru rættilga gomul. Amt­mansborgin er bygd í 1880 og longu tá vóru fleiri trø plantað. Tí kann hetta træið vera meira enn 135 ára gamalt. Gomlu húsini hjá amtmanninum stóðu niðan fyri amtmanshúsini frá 1880. Tey vórðu bygd fyri ár 1800. Tá tey vóru tikin niður í 1883, var tilfarið millum annað nýtt til húsini úti í Grind, sum verða nevnd »Gamla Danmark«. Feldu 130 ára gamal ahorntræ