Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 125 24 Umsetilig pápakvota til sølu Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 V anligt er, at fólk, at menn selja kvot­ur, teir hava fingið frá land­in­ um fyri einki. Fiskur í kvot­ um verður seld­ur, oftast fyri nógvar pengar. Mjólk í kvotum verður seld. Kvotur eru umsetiligar, sum tað eitur. Tær kunnu umsetast til harðar skínandi krónur. Pápar, tað eru menn, eiga at kunna selja sína nýføðingarkvotu, pápakvotuna, sum teir fáa við løn. Men teir fáa meira løn fyri at ar­ beiða. Og tað tíma teir eisini nógv betur, at arbeiða. Teir tíma ikki og orka ikki at vera heima hjá grenjandi og snor­andi nalvungum, babies. Og mamman vil ikki hava teir heima. Teir gera bara fortreð, duga einki, hava hvørki handalagið ella huglagið. Men teir skulu tving­ ast at taka við kvotu, pápa­ kvotu. Hvussu nógv kostar so ein pápakvota, um nakar keypari er? Tí keyparin skal vera ein nýsligin pápi. Hon kann kosta eina viku­løn hjá seljaranum, til dømis. Ella ræður útboð og eftir­spurn­ ingur. Útboðið er stórt, eftir­ spurn­ing­ur­in er lítil. Pápakvota kann bjóð­ast út á torg.fo. Pápakvota til sølu, fýra vikur. Fyrr var hatta at eiga børn ein sjálv­ fylgja. Mamm­ urnar fóru til a r ­b e i ð i s d a g ­i n eft­ir, tær áttu. Páp­arnir vóru til arbeiðis fulla tíð føð­ing­ardagin. Nú eru mammurnar heima í eitt ár. Og páparnir skulu noyðast heim í nakrar vikur. Sjálvgjørt er vælgjørt. Neyðars nýføðingar. Har verður lítil friður, bara eymkan og knarr báðu megin vøggukantin. Barsilsfarloyvi er eitt slag av sjúkramelding, sum vit noyðast at gjalda, sama um vit vilja ella ei. Eg visti, tað var ringt at eiga, men so ringt... Teir pápar, sum tíma at vera heima hjá sínum egna avkomi, eiga at kunna keypa sær nakrar vikur afturat av kvotu. Og keypa niðurfyri at eiga til næsta barnið kemur. Flyta kvotu millum ár. Sjálvur fái eg onga kvotu at selja, selt hana hevði eg alt fyri eitt uttan at rodna. Men eg fái onga kvotu, ikki so frægt sum ein dag, tí eg verði ikki pápi og eri tað heldur ikki. Tíbetur. Heldur tað enn pengar fyri pápakvotu. Eg sleppi eisini undan at hugsa um at keypa mær kvotu og bjóða móti teimum, sum longu eru í vinnuni og hava ráð at keypa. Í hinum endanum gremja fólk seg um, at tey ikki fara at fáa fólkapensjónina, sum tey hava goldið alt lívið. Eg veit ikki. Eg havi goldið til Barsilsskipanina, síðani hon kom, men havi ikki fingið eitt klovið morreytt fimmtioyra aftur haðani. Fái tað heldur ikki. Eg havi goldið í kassan hjá teimum arbeiðsleysu, síðani hann kom, men havi ikki fingið eitt morreytt fimmtioyra við holi í úr honum. Doyggi eg dagin fyri, eg fylli 67, fái eg heldur einki úr Samhaldsfasta. Og heldur onga fólka­pen­sjón, ikki so frægt sum grund­upp­hædd­ ina. Tey, sum grava meg, kunnu søkja um jarðarferðarhjálp. Tað er alt. So náðileys er hendan verðin. Bara gjalda, men einki fáa. Tað kallaðu tey sosialismu fyrr. Nú eitur slíkt samhaldsfesti, soli­dar­ it­etur. Tey, sum hava ráð, gjalda. Tey, sum ikki hava ráð, fáa. Aftur spøkir hasin løgni spurn­ ingurin: hvussu megnaðu fólk at liva fyrr? Áðrenn tað gjørdist eitt ársverk hjá kvinnum at eiga barn. Eg kenni ikki svarið. Men tað er sjálvandi nógv verri at vera upp á vegin og eiga nú enn fyrr, so samfelagið noyðist at lofta. At eiga eittans barn er níggju ferðir verri enn tað var at eiga níggju. Tað er eitt stórt projekt at eiga barn nú. Fyrr var tað ein sjálvfylgja. Einki detailprojekt. Nú eru vandar allastaðni. Spar­ ingar og millum annað kann jarð­ armóðirin smitta mammu og barn. Tað verður ikki nóg ofta sagt og skrivað: alt var betri fyrr. Høgni Djurhuus ÁRNI GREGERSEN Neyvan hevur tað nakrantíð verið so týðuligt, at vit hava so stak góðar búskaparligar tíðir í Føroyum. Kommunurnar arbeiða við fíggjarætlanum fyri komandi ár og tað sama ger tað almenna. Lítið og onki grenj er at hoyra og tað er tekin um at nóg mikið er til av pengum. Sjalvt um vit eru í 10. mán­að­ inum við hesi fíggjarlógini og fíggjarætlanunum hjá komm­un­ unum, so hoyra vit ongan siga, at ov lítið er til av pengum. Kommunurar hava fingið meira inn í skatti enn tær høvdu roknað við og tað sama er við lands­kass­ an­um. Minnast vit eitt sindur aftur í tíðina, so hendi tað sama, tá ið vit endaðu í stóru kreppuni í níti- árun­um, men vónandi gongur tað ikki so galið sum tá. Eitt annað, sum er vert at leggja til merkis er, at ongatíð fyrr hava vt havt so nógv til­tøk í Føroyum, sum vit hava nú. Legg til merkis, tá ið lýs­ ingar eru um tiltøk um viku­skitini. Talan er ikki um eitt tiltak í hvørjum vikuskifti – talan er um fleiri. Og tað sum kanska undrar enn meira er, at til so at siga øll tiltøkini koma fólk. Ongin keðir – ella vil keða seg – í Føroyum í hesum tíðum Ongin ynskir at sløkkja vónina um at hetta fer at halda fram, men spurningurin er um okkara fólka­ valdu og teirra tænarar í Tinganesi geva sær far um, hvat er á vási. Duga tey at hyggja frameftir og meta um støðuna, heldur enn bara at hyggja aftueftir og staðfesta, hvussu alt hevur gingið higartil? Tað eru tey skilagóðu við visjónum, sum eiga at mynda okk­ ara samfelg og ikki tekno­krat­arnir sum bara hyggja at stað­fest­um tølum og so framrokna. Í árunum, sum júst eru farin og í ár, eru vit búskaparliga bund­in at aliútflutninginum og útflutn­ ing­inum av pelagiskum fiski. Áður hava vit sæð, at báðar hesar vinn­urnar eru ógvusliga raktar av bakkøstum. Uppsjóvarvinnan av at fiskurin hvarv og alivinnan av sjúku. Tað er tí skilagott at leggja eitt sindur uppfyri, so vit ikki aftur mugu niður á knøini at aka í áravís, áðrenn vit megna at fáa landið á føtur aftur. Vit mugu eisini minnast til, at tá ið slíkt hendir, so rakar tað tey, sum beinleiðis eru í vinnuni, men hóttafallini hava við sær, at tað rakar nógv breiðari. Eina fólkaflyting úr Føroyum, sum vit kenna frá níti-árunum ynskja vit okkum ikki aftur. Men tað eru tekin í búskapinum og í okkara atferð um at ferðin minkar eitt sindur. Húsaprísurin hækka ikki í Havn – kanska heldur hinvegin. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar