hósdagur 26. oktober 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
8
oktober 2017
27
Áki Bertholdsen
Nu skal lív aftur fáast í risastóra
bygningin hjá gamla Bacalao á Vest
arubryggju í Havn.
Tað er eitt mál, sum liggur eina
fremst í arbeiðnum hjá Tórshavnar
Býráði hesa næstu tíðina.
Tey, sum eru komin upp í árini,
minnast lívið ið var á Vestarubryggju,
tá ið arbeið var á flakavirkinum,
Bacalao, men nú eru fleiri ár síðani,
at tað helt uppat.
Havnar
Arbeiðsmannafelagið
droymdi um at fáa gongd aftur
á fiskavirking í bygninginum hjá
Bacalao, men tann dreymurin brast,
tí eingin fekst at gera íløgur í slíkt
virksemi.
Og síðani eru maskinurnar seldar,
so dreymurin um eins nýggja stórtíð
fyri fiskivinnu á Vestarubryggju, er
endaliga sleptur.
Tí hevur býráðið í Havn nú
hugsað um onnur endamál at brúka
tann stóra bygningin til. Og nú Sjó
vinnuhúsið er fult, verður gongd av
álvara sett á arbeiðið at fylla tann
stóra bygningin hjá gamla Bacalao,
sum er í fimm hæddum við eini gólv
vídd upp á tilsamans einar 9.000
fermetrar.
Fiskavirki er niðastu hæddini, og
Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn,
og formaður í vinnunevndini hjá
býráðnum, sigur, at nú skal so eisini
restin av bygninginum leigast út.
Hann hevur onga rættiliga hóm
ing av, hvussu stórur áhugi er fyri at
fáa høli í bygninginum, tí ongar bein
leiðis umsóknir hava verið.
Hann heldur, at ein orsøk til tað
er, at ongin veit av, at húsið er til taks.
Men skal hann meta út frá leysligum
fyrispurningum, tey fáa um húsið, er
tað ikki heilt sørt, at áhugi er fyri at
sleppa inn.
Ikki bara til sjóvinnu
Bogi Andreasen sigur, at nú er so
ætlanin at fara undir eitt miðvíst ar
beiði fyri kunna um møguleikan at
leiga høli í bygninginum.
– Í fyrstu syftu verður miðað fram
ímóti at leiga aðru og triðju hædd út,
áðrenn farið verður undir at leiga
restina av bygninginum, sigur hann.
Hann sigur, at tað verður ikki ein
treyt, at virksemið í bygninginum
skal hava samband við sjóvinnu, tí
bygningurin er ætlaður at hýsa vinna
sum heild.
– Men skuldi hugurin til at hava
fiskavirki í bygninginum, kyknað upp
aftur, ber tað sjálvandi til, sigur hann.
Men kommunan fer ikki at gera
íløgur í slíkt virksemi, leggur hann
afturat.
Einaferð varð talan um at gera
Bacalao til ein upplivingardepil við
vatnlandi, hotelli og øllum, sum hartil
hoyrir. Men Bogi Andreasen sigur, at
tað verður ikki hugsað um virksemi
av slíkum slagi.
Hann sigur eisini, at ætlanin er
ikki at býráðið skal gera nakað ser
ligt bygningin áðrenn hann verður
leigaður út. Ætlanin er at leiga hann,
sum hann stendur, og tær fyritøkur,
sum leiga hann, kunnu so sjálvar
innrætta hølini eftir tørvi.
Frammanundan hevur Fróðskap
arsetrið leigað Sjóvinnuhúsið, um
framt alt annað virksemið ið er har
um vegir. Tað setir stór krøv til park
eringsviðurskiftini, og ferðsluviður
skiftini annars. Og verður virksemið
eisini í bygninginum hjá Bacalao fer
tað at seta enn størri krøv.
Men Bogi Andreasen sigur, at tað
er ein avbjóðing, hann ikki stúrir fyri
yvirhøvur. Hann sigur, at har eru 200
parkeringspláss ímillum bygningin
og Skipasmiðjuna, men er tað ov
lítið, ber til at leggja dekk í, so at talið
á parkeringsplássum tvífaldast.
Vilja hava lív aftur í
gamla Bacalao
BACALAO Á VESTARUBRYGGJU STENDUR EIN
AV STØRSTU VINNUBYGNINGUM Í FØROYUM TIL
ONGA NYTTU, MEN NÚ SKAL TAÐ BROYTAST
Hann heldur, at ein orsøk
til tað er, at ongin veit
av, at húsið er til taks
Tað verður ikki ein
treyt, at virksemið í
bygninginum skal hava
samband við sjóvinnu
Her er Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, staddur á Vestarubryggju og hann sigur, at nú verður farið undir arbeiði at leiga stóra bygningin hjá gamla
Bacalo, út