Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM oktober 2017 10 27 Áki Bertholdsen Tórshavnstr býráð fer nú undir eitt miðvíst arbeiðið fyri at menna ferðavinnuna í komm­ unini – og fyri at fáa ferðavinnuna betri skip­ aða. Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimiur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá bý­ ráðnum. Hann sigur, at endamálið við hesum er at vera betur fyrireikað til ferðavinnuna, sum longu er stór – og sum fer at veksa enn meiri í framtíðini. Eitt, sum fer at fáa ferðavinnuna at veksa, er, at tá ið arbeiðið at byggja Tórshavnar havn út, kann Havnin eisini taka ímóti út­lendsk­um ferðafólkaskipum sunnudag og mána­dag. Tað ber ikki til nú, tí bæði Norrøna og farma­ skip taka alt bryggjuplássið hesar báðar dag­ ar­nar. –  Vit sita ov ofta við eini kenslu av, at ferða­vinnan hevur yvirhálað okkum og at vit alla tíð­ina koma haltandi aftan á við teimum hent­leikum og tiltøkum, sum skal veita ferða­ vinn­uni tænastur. Og ikki minst halta vit aftan á við teimum tiltøkum, sum skulu setast í verk fyri at skipa ferðavinnuna betri. Bogi Andreasen sigur, í hesum sambandi er ætl­anin at umskipa Visit Tórshavn, sum gamla kunn­ingarstovan nú eitur. Í hesum sam­bandi skal ein partur av Visit Tórshavn set­ast at arbeiða við ferða­vinnumenning burt­urav. Hinvegin hevur Visit Tórshavn eisini brúkt nógva orku upp á at gera havnarkort, upp á selja atgongumerki, til alskyns tiltøk og annað, og alt tað arbeiðið verður so lagt fyri seg. Halda at alt Úti á Reyni er eitt savn Bogi Andreasen sigur, at eitt lið í hes­um menningararbeiði, verður at skipa ferða­vinn­ una úti á Reyni, betur. Har er rættiliga nógv ferðafólk og tey er við at taka tey, sum búgva úti á Reyni, av fótum, tí fólk ganga allastaðni, hyggja inn ígjøgnum vindeygu og taka myndir inn ígjøgn­um vindeygu. – Tað eru ferðafólk, sum í roynd og veru ikki vita av, at fólk býr úti at Reyni, tí tey halda, at tað er stórt savn, sigur Bogi Andreasen. Og tað eru fólk úti á Reyni, sum hevur borið upp á mál, at tey føla seg sum at tey eru til framsýningar í einum sirkusi. Men tískil er ætlanin nú at gera leið­bein­ ingar til ferðafólk og at seta skelti upp, sum vísa, hvar tey kunnu ganga, og, hvar tey ikki kunnu ganga. Ætlanin er eisini at seta krøv vil ferðaleiðarar, sum fara við ferðafólkahópum út á Reyn, so at teir eru kunnaðir um søguna um Reyn. –  Endamálið er at varðveita tað søguna um Reyn. Tað er ikki rætt, at tilvildarligir ferða­leiðarar siga frá søgum, sum best ber til, har tað ikki altíð er líka nógv hald í tí, teir greiða ferðafólki frá, sigur formaðurin í Vinnu­ nevndini. Men ætlanin er eisini, at gera nógv burtur úr skelting og leiðbeiningum til ferðafólk, og somuleiðis er eisini ætlanin at skipa nøkur pláss, sum hava eina serliga søgu, ella har útsýnið er serstakt, saman við talvum, sum greiða frá um plássið. Ein partur av hesum verður eisini at kort­ leggja gongutúrar til ferðafólk, so at tey hava leiðir at halda seg til, og so at tey vita, hvar tað er gott at ganga, og hvar tey ikki eiga at fara – Endamálið við øllum hesum er at gera ferðavinnuna til eitt bein hjá vinnuni í Havn at standa á. Men akkurát hvørjir møguleikar kunnu koma undan kavi, og sum ikki eru troytt­ir enn, er ómøguligt at siga nú, sigur Bogi Andreasen. Tað verður eitt stórt afturstig FERÐAVINNA Ger landsstýrið álvara av ætlanini, fer alt tað, vit hava brúkt fleiri ár um at byggja upp, fyri skeyti aftur Áki Bertholdsen – Hetta fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri ein týðandi part av okkara ferðavinnu. Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum, er ikki fegin, nú landsstýrið arbeiðir við eini ætlan um at leggja eitt serligt avgjald á ferðafólk, sum koma higar til útlendskum ferðafólkaskipum. Bogi Andreasen heldur, at tað verður ein vanlukka, tí avleiðingin verður tann, at so fara ferðafólkaskip bara at lata vera við at koma til Føroyar. – Tað er ikki ein meting, tað er ein veruleiki, tí soleiðis hevur tað verið aðrastaðni, har hetta er roynt.  Í Sosialinum nú ein dagin, vísti Jónsvein Lamhauge, havnarmeistari í Havn, á, at í 2008 løgdu myndugleikarnir í Alaska eitt avgjald á hetta slagi av ferðavinnu, og tá datt vinnan niðurfyri. Tað eru eini 40-60 útlendsk ferðafólkaskip á Havnini hvørt summar og einstøk skip leggja eisini at aðrastaðni í Føroyum.  Bogi Andreasen sigur, at útlendsk ferðafólkaskip rinda Tórshavnar Havn ymisk gjøld fyri at koma til Havnar og tey rinda eisini fyri hvørt ferðafólk. – Tað eru ferðafólkaskip, sum rinda einar 200.000 krónur fyri at koma higar, so fyri okkum hevur tað stóran týdning av varðveita hetta slagið av ferðavinnu. Men harafturat kemur so tað, tey leggja eftir seg í Føroyum, til feløg, sum hava bussar, o.s.fr. Stýra uttan um Føroyar Bogi Andreasen staðfestir, at tað nýggja avgjaldið, sum nú verður umhugsað, skal beint í Landskassan og sostatt fáa kommunurnar, og tey, sum annars fáast við ferðavinnu, ongan ágóða at fáa av tí.  Formaðurin í Vinnunevndini sigur, at verður eitt avgjald afturat lagt ferðafólk við útlendskum ferðafólkaskipum, er hetta tað sama sum at avtaka hetta slagið av ferðavinnu.  – Hetta er tað sama sum at biða tey útlendsku ferðafólkaskipini stýra langt uttan um Føroyrar, sigur BogiAndreasen.   Hann sigur, at vilja vit hava tey at leggja meiri eftir seg í Føroyum, er tann gongda leiðin ikki at leggja avgjøld á tey, tí tað er tað sama sum at fáa tey at føla seg óvælkomnan her, og so lata tey bara vera. Tann gongda leiðin er at vit læra okkum at duga betur at selja teimum vørur og tænastur, eftir at tey eru komin í land, og heldur fáa nakað burtur úr teimum tann vegin.  Fara útlendsku ferðafólkaskipini at leggja leiðina uttan um Føroyar, er tað ikki bara Havnin sum missur. Tað verða allar Føroyar, sum missa, tí ferðavinnan kann verða eitt annað bein at standa á, serliga hjá teimum smáu kommununum. – Tey útlendsku ferðafólkini við ferðafólkaskipunum, kunnu vera grundarlagið undir nógvum øðrum, avleiddum, virksemi, bæði bussum, kaffistovum, og øðrum, leggur formaðurin Vinnunevndini í Havn. Skulu ikki longur føla seg sum í einum sirkusi FERÐAVINNAN TÓRSHAVNAR BÝRÁÐ FER NÚ UNDIR EITT MIÐVÍST ARBEIÐI FYRI AT MENNA FERÐAVINNUNA OG NØKUR, SUM FARA AT FÁA ÁGÓÐAN Á TÍ, ERU TEY, SUM BÚGVA ÚTI Á REYNI Í roynd og veru eru tað ferðafólk, sum halda, at onki fólk býr Úti á Reyni, men at tað er eitt livandi savn, sigur Bogi Andreasen, formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð Eitt lið í hesum menningar­ arbeiði, verður at skipa ferðavinnuna úti á Reyni, betur