Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. oktober 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 12 oktober 2017 27 Eyðun Gaard nýggjur stjóri á Námi Terji Nielsen Rigmor Dam, landsstýriskvinna í menta­málum, hevur sett Eyðun Gaard í starvið sum stjóri í Námi frá 1. nov­ember 2017 at rokna. Eyðun Gaard er 52 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari frá Før­oya Læraraskúla í 1994. Harum­ framt hevur hann nomið sær fleiri eftir- og víðariútbúgvingar. Hann hevur masterútbúgving inn­an náms­ frøðiliga menn­ing frá Dan­marks Pæda­gogiske Uni­versi­tet frá 2008 og Master­útbúgving í løg­frøði frá Fróð­skaparsetri Føroya í 2017. Eyðun Gaard hevur starvast sum fólkaskúlalærari í fleiri skúlum í Føroyum og Danmark. Í 2004-05 var hann virkandi leiðari í skúlanum á Trøðni, sum tá æt Sernámsdepilin. Seinastu 10 árini hevur Eyðun Gaard starvast sum leið­ari í Yrkis­ depl­inum undir Menta­mála­ráðn­ um, har hann hevur havt ábyrgd av at skipa og fyrisita yrkis­út­búgv­ ingarøkið. Nýggjur býargartnari í Runavík Terji Nielsen Runavíkar Býráð hevur sett Búgva Róin í starv sum nýggjur býargartnari í kommununi. Búgvi hevur arbeiðsroyndir úr Danmark og hevur harafturat arbeitt 17 ár sum sjálvstøðugur gartnari í egn­um felag í Føroyum, sum m.a. hev­ur veitt ráðgeving til urtagarðs- og landslagstekningar og eisini lagt til rættis viðlíkahaldsætlanir til grøn økir o.t. Hann hevur gjørt arbeiði á nógv­um fríøkjum fyri kommunur og stovn­ar kring alt landið, har hann m.a. hevur staðið fyri planting, flísa­ álegg­ing og grótlaðing. Í Runavíkar kommunu eru 15 bygd­ir, og býráðið hevur, við at seta Búgva Róin í gartnarastarvið, upp­ rað­fest grønu økini í kommununi, sum umfata bæði fríøki og øki uttan um bygningar. Leiðari settur fyri marghøllina Terji Nielsen Jens Petur Brattalíð er settur í starv sum leiðari fyri marghøllina í Vági Jens Petur Brattalíð hevur drúgvar royndir sum samskipari og fyriskipari, bæði í ítróttarhøpi og samferðslusamskipari á Strand­ fara­skipum Landsins, skrivar Vágs ítróttar­ráð. Hann hevur eisini verið hallar­ leiðari í Vágs Høll, og royndir sum samskipari hjá bæði FC Suðuroy og TB.  Fýra umsøkjarar vóru til starvið. Nýggj fólk á arbeiðsplássinum? Hava tit søgur um nýggj starvsfólk á arbeiðsplássinum - ella onkur hevur fingið nýggjar avbjóðingar, latið okkum frætta. Sendið tekst og mynd til vinnan@sosialurin.fo