mánadagur 30. oktober 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 30. oktober 2017 · Nr. 126
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Pætur Albinus
BOKSING
Hálvføroyski boksarin, Sarah Mah
foud, ið eisini er kend sum vinnari
av Vild med Dans-kappingini hjá
danska TV2, vann leygarkvøldið
sín fjórða sigur á boksileiðini.
Hon hevur harvið ongan dyst
tapt enn – fýra út av fýra hevur
hon
vunnið
síðani
yrkisleiðin
sum fulltíðar boksari byrjaði í
mai. Hesaferð vann hon ímóti
rumensku Gabriella Mezei í stóra
tiltakinum, Danish Fight Night.
Talan var um ein at síggja til javnan
dyst, har Sarah ongantíð fekk mót
støðukvinnuna í gólvið, men við
dómaraatkvøðunum vann hon tó
greitt 3-0. - Tað føldist sum eg vann
øll umførini, men tað eru nøkur
ting, sum eg má arbeiða við at gera
betri. Eg var ikki ovurfegin, tá ið
eg fór úr ringinum, tí eg vildi fegin
givið tykkum nakað flottari, segði
Sarah Mahfoud við Ekstrablaðið
eftir dystin. Sarah Mahfoud er
fødd í Føroyum og búði her til
hon var fýra ára gomul. Mamman
er føroysk og pápin er ættaður úr
Sýria.
FLOGBÓLTUR
U19-landsliðið hjá monnum vann
í gjár 5. plássið í evropeisku flog
bóltskappingin í Onglandi, sum teir
hava verið við í síðani hósdagin.
Dysturin um 5. plássið var ímóti
Íslandi, og dreingirnir megnaðu at
vinna dystin 3-1. Føroyar vunnu
fyrsta settið 25-20, men taptu so
tað næsta 20-25.Men so kom vend
í aftur, og Føroyar vunnu triðja
settið 25-21, eins og teir smurdu Ís
land av í 4. og seinasta settinum 25-
14.Meginparturin at liðnum hevur
eisini møguleika at spæla við kom
andi ár, so hetta eitt ungt lið, sum
hevur verið við í kappingini, og
tí verður vónað, at liðið fær betri
úrslit komandi ár.
Eisini U19-kvinnurnar hava lut
tikið í somu kapping, og tær vóru
eisini í dysti um 5. plássið. Mun
urin var tó, at tær taptu dystin.
Mótstøðuliðið Ísland vann 3-1.
Ísland vann fyrsta settið 25-19,
men so komu føroysku genturnar
sterkt aftur og vunnu 26-24 í einum
spennandi setti. Eisini triðja settið
var javnt, men Ísland dróg longra
stráðið og vann 25-22. Síðani steðg
aði alt upp hjá Føroyum, og tær
taptu stórt 25-12 og harvið dystin
3-1.Føroysku kvinnurnar endaðu
sostatt nummar seks í kappingini
aftanfyri Ísland.
FORMIL 1
Lewis Hamilton (Mercedes) er
heimsmeistari
á
fjórða
sinni.
Heiðurin tryggjaði hann sær í
kappkoyringini í Meksiko í gjár
kvøldið, har hann og kappingar
neytin, Sebastian Vettel (Ferrari),
vóru endaðir nakað aftarliga í
kappingini, men tó vóru í beinleiðis
dysti í samlaðu kappingini. Tað
endaði við, at Vettel bleiv nummar
fýra og Hamilton nummar níggju.
Hetta var nóg mikið hjá bretska
kappkoyraranum, sum nú ikki kann
fangast aftur og er heimsmeistari.
Max Verstappen (Red Bull) bleiv
nummar eitt, Valtteri Bottas (Mer
cedes) bleiv nummar tvey og Kimi
Räikkönen (Ferrari) nummar trý.
Danski Kevin Magnussen (Haas)
bleiv nummar átta. Tvær kappkoyr
ingar eru eftir at koyra. Tær verða
koyrdar í Brasilia og í Abu Dhabi.
TALV
Føroyska talvlandsliðið luttekur
í hesum døgum í EM-kapping
fyri landslið, sum verður telvað á
griksku oynni Kreta. Fyrstu leikir
nir vórðu fluttir leygardagin, og
í fyrsta dystunum taptu teir før
oysku 3-1 ímóti Spania. Helgi Dam
Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen
telvaðu javnt á ávikavist 1.- og 2.
borði, men á 3.- og 4. borði taptu
Rógvi Egilstoft Nielsen og John
Rødgaard. Høgni Egilstoft Nielsen
fekk remis móti Lopez Salgado,
sum hevur 300 ratingstig fleiri
enn hann sjálvur hevur, og við
svarta fólkinum fekk Helgi Dam
Ziska remis ímóti tí annars 100 stig
hægri styrkismetta Anton Guijarro.
Tapið kom ikki óvart á, tí Spania er
styrskismett nummar fimtan og
Føroyar nummar 35 av teimum 40
londunum í kappingini.
Seinnapartin í gjár telvaði før
oyska liðið annan dystin í EM-
kappingini á Kreta. Mótstøðulandið
hesaferð var Skottland, og Føroyar
høvdu framt eina útskifting –
John Arni Nilssen avloysti John
Rødgaard. Allir føroysku telvararnir
vóru hægri styrkismettir enn teir
skotsu, men hóast Føroyar vóru
rættiliga
greiðir
favorittar,
so
eydnaðist tað ikki at vinna. Heldur
merkisvert endaðu øll fýra talvini
við remis, og harvið endaði saml
aði landsdysturin javnur 2-2. Í EM
í Reykjavík fyri tveimum árum
síðani vunnu Føroyar við sama liði
sum í gjár 3½-½ ímóti einum betri
skotskum liði enn í gjár. Skottland
er styrkismett sum hitt veikasta av
øll 40 liðunum á Kreta. Miðalstyrki
talið hjá skotum er 2288 móti 2392
hjá Føroyum, so tað var einki at
taka seg aftur í, at úrslitið var eitt
stórt vónbrot. Kappingin heldur
áfram hesa vikuna.
TENNIS
Danska Caroline Wozniacki vann
størsta sigurin á yrkisleiðini, tá ið
hon í gjár vann finaluna í sokallaðu
kappingarársfinaluni, sum er ein
kapping, har átta tær bestu í heimi
num hittast. Kappingin varð spæld
í Singapore, og í finaluni í gjár vann
27 ára gamli danin 6-4, 6-4 ímóti
Venus Williams úr USA. Hetta var
fyrstuferð, at hon megnaði at vinna
ímóti Venus Williams, og hetta var
samstundis fyrstu ferð, at hon vann
hesa kappingina. Vinningurin var
einki minni enn 18 milliónir krónur.
- Eg risti framvegis. Eg spældi væl,
og eg kláraði tað eisini tá ið hon
byrjaði at spæla betur í øðrum setti.
Eg eri so glað fyri at tað eydnaðist,
segði Caroline Wozniacki í sigurs
taluni eftir dystin.
SARAH VANN
FJÓRÐA DYSTIN Á RAÐ
Vild med Dans-vinnarin, hálvføroyska Sarah Mahfoud, ger um seg í boksiheiminum, og
eisini í øðrum ítróttum hava føroyingar kappast uttanlands hetta vikuskiftið