Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. november 2017 · Nr. 127 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Við 28 atkvøðum fyri, einari í móti og ongari blankari atkvøðu sam­ tykti Løgtingi 1. juni í 2007 »Upp­ skot til løgtingslóg um broyting í løg­tings­lóg um vinnu­lig­an fiski­ skap«. Ført varð fram í við­merk­ing­um til upp­skotið, at loyvistíðarskeiðið upp á 10 ár kom í lógina á sumri 1998 og hevur verið roknað sum eitt »rull­andi« skeið. – Farið verður nú aft­ur frá hesi skip­an, soleiðis at øll veiði­loyvi ganga út 31. desember 2017, og at loyv­is­tíð­ar­skeið­ið her­eft­ir verður 5 ár, stendur í samtykta uppskoti­ num. – Veiðiloyvi, sum verða út­skriv­ að aft­an­á 1. januar 2018 verða skriv­ að út eft­ir tí lóg, sum tá er í gildi, og Løg­ting­ið hev­ur í hes­um tíð­ar­ skeiði møguleika at broyta lógina og seta tær skipanir í verk, sum verða mettar at vera burðardyggar, stendur eisini í uppskotinum. Tað eru í dag 3.806 dagar farnir síð­an hesa lógarbroyting. Nógv hev­ur verið tosað um, hvussu týdn­ing­ar­mik­ið tað er at fáa sam­ tykt nýggju lóg­i­na í góðari tíð. Men nú eru bara 60 dag­ar eftir, til øll veiði­loyvi fella aft­ur til landið – og vit eru ongan veg komin. Hetta er stór skomm, og skomm­ina eigur Løgtingið og ser­ liga tey fólkini, sum leiða politisku flokk­ar­nar, sum tóku hesa avgerð í 2007. Hvussu ber tað til, at ein so breið semja kann enda í so stórum ka­osi? Høgni Hoydal og Tjóðveldi standa fyri mestu skotunum í hes­ um døg­um. Men Tjóðveldi var utt­ an fyri pol­it­isk­a ávirkan í 2007. Tað vóru Sam­bands­flokk­urin, Fólka­ flokk­ur­in og Javnaðarflokkurin sum vóru í samgongu og sum vóru samd­ir um hesa politisku ætlan, sum segði upp øll veiðiloyvi til 31. des­ember í ár – og sum strikaði und­ir, at fiskurin í sjónum er ogn Føroya Fólks. Tí er tað ikki sørt ræðslu­vekj­ andi, at so stór ósemja er um hetta mál­ið í dag – og at flokkar brúka eitt so álvarsamt mál sum politiska kasti­bløku. Tú fært ta fatan, at politiska skip­an­in er beinleiðis óbúgvin. At pol­i­tik­ar­ar ikki duga at vísa á­byrgd, tí tað líkist ongum, púrt ong­um, at menn sum hava sitið og bølt yvir hesum máli í so nógv ár ikki kunnu seta seg saman og finna eina semju, sum øll tann politiska skip­an­in kann taka undir við – og sum gangar bæði samfelag og vinnu. Eingin ynskir, at nakrir fáir reið­arar skulu eiga alt – og eingin ynsk­ir at skræða grundarlagið und­an vinnuni. Vit skulu hava eina felags semju, sum á leið líka breið undirtøka kann fáast fyri í Løgtinginum í dag sum 1. juni í 2007. Tað skyldar politiska skipnin okkum! Rætt og slætt vánaligt at einki er komið burturúr í 10 ár 60 dagar eftir av 3.806 Nær ert tú mis­brúk­ ari Heilsusíða síða 6 Lukk­ aði við 11 pílum Ítróttur síða 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Fríggjadagin 3. november klokkan 16 verður nýggja bók­in »Tær bygdu land« eft­ ir Óla Jacobsen løgd fram í Miðla­hús­i­num. Bókin er eitt savn av søg­ um hjá 20 kvinn­um, fødd­ar frá 1890-1932, har ger­and­is­lív­ ið í Før­oy­um í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øll­um pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, roynd­ir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýs­ir vanligar kvinnulagnur og gev­ur innlit í søguna frá ein­um annars lítið lýstum vinkli. Bókin er um 300 síður, og for­lagið Tjørnustova gev­ ur út. Á framløguni verður upp­ lest­ur úr bókini, og Kvinnu­fel­ ag­ið og høvundin siga nøkur orð. Drekkamunnur verður at fáa, og møguleiki verður at ogna sær bókina fyri 200 kr. og fáa høvundin at signera. Van­ligur prísur er 250 kr. Nýggj bók: Kvinnur ið bygdu land Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI Tlf. 220203 Leygardagin 4. nov. selja vit við Magnstøðina í Klaksvík frá kl. 11.00 Magnstøðina í Gøtudali frá kl. 14.30 Neytakjøt 20kg eskir á 1600,- Epli 20kg sekkir 300,- Grønmeti (í leysum eftir vekt) Kálrabirøtur- Gularøtur- Reyðrøtur Glaskál-Purrir- Leykur-Grønkál Miðstovugarður selur í Klaksvík og Gøtudali EPLI, NEYTAKJØT OG GRØNMETI TÆR BYGDU LAND Óli Jacobsen TÆR BYGDU LAND 20 kvinnusøgur um gerandislívið í 20. øld 20 kvinnusøgur um gerandislívið í 20. øld Óli Jacobsen Forlagið Tjørnustova Óli Jacobsen hevur skrivað bókina »Tær bygdu land«