týsdagur 31. oktober 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. november 2017 · Nr. 127
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um vikuskiftið var 3. umfar í FM kappingini í
dart. Umfarið fer í søguna fyri tvey sett, sum Bogi
Isaksen vann í finaluni. Her megnaði hann tvey
sett upp í slag at lukka við fyrst 11 pílum, og
síðani 12 pílum. Tað er óhoyrt í føroyskum dart
Bogi í serflokki:
Tróndur Arge
Tað er rár hending, at teir
bestu í heiminum megna at
spæla frá 501 til null upp á
níggju pílar. Tá skulu allir
pílarnir raka at kalla perfekt.
Hetta er ongantíð klárað í
Føroyum, men søgan sigur
at menn hava klárað tað við
tíggju pílum, men tó bert til
venjing.
Ikki síðani 1996 hevur ein
spælari megnað at lukka við
11 pílum í kapping, men tað
var júst tað, sum Bogi Isak
sen gjørdi, tá hann í finaluni
vann 5-3 á Jan McIntosh. Tað
var í sjeynda setti við støðuni
3-3, at klaksvíkingurin fram
di bragdi, men ikki nokk við
tí. Í áttanda og seinasta setti
num lukkaði hann við bara
átta pílum.
Úr
føroyska
dartum
hvørvinum verður sagt, at
hetta er púra óhoyrt.
Favorittarnir víðari
Fyrsta kappingin hjá monn
um var A-kappingin, har
talan er um bólkaspæl og
spælararnir verða styrkis
mettir. Hesa ferð spældi
soleiðis av, at allir favoritt
arnir komu víðari. Bogi
Isaksen, Uni Árting, Jan
McIntosh, Remy Hansen og
Hans Eivind Olsen komu
allir víðari, eins og Emsar
Mikkelsen, Bjartur Olsen og
FM vinnarin Jón Johansen.
Allir favorittarnar vunnu
seg eisini víðari til hálv
finalurnar, tó uttan Uni
Árting, sum tapti tapti fyri
Esmari Mikkelsen longu í 1/8
finaluni.
Longiu í hálvfinaluni var
dartspælið á høgum stigi,
tí Remy G. Hansen lukkaði
við 13 pílum og ein útgang
upp á 140. Bogi Isaksen svar
aði aftur við fleiri 180 arum
og rakti væl, tá á stóð. Tí
stóð stóri KÍ fjepparin eftir
við einum 4-2 sigri. Jan Mc
Intosh vann eisini 4-2 í síni
hálvfinalu.
Tað var so í finaluni, at
Bogi Isaksen upp á nógvar
mátar prógvaði, at dart er í
framgongd og er við at koma
seg, eftir nøkur ár í dvala.
Í B-bólkinum vann Heri
Kallsoy úr Team Sandoy.
Uni Árting
svaraði aftur
Uni Árting reyk út tíðliga í
fyrru kappingini, men hann
svaraði aftur í seinnu kapp
ingini, sum eru Kup-dystir
allan vegin og uttan styrkis
meting. Tað gevur tíl tíðir
spennandi dystir tíðliga í
kappingini.
Millum annað tapti FM
vinnarin,
Jón
Johansen,
longu í 1/16 finaluni fyri Jan
McIntosh, sum hevur rakt
væl fyrr í ár. Tað endaði við,
at Uni Árting og Jan Mc
Intosh komu í finlauna. Ein
finala, sum burdi borga fyri
spenningi, men so bleiv ikki.
Uni Árting setti Jan Mc
Intosh upp á pláss og vann
5-0 í finaluni.
Úr
dartumhvørvinum
verður sagt, at spælið var
á høgu stigi. Millum annað
vóru tíggju útgangir á yvir
135, meðan tríggir av teimum
vóru yvir 160.
Nýtt stjørnuskot
hjá kvinnunum
Lýdia á Smið er navnið á
nýggja stjørnuskotinum í
føroyskum dart hjá kvinn
um. Hon luttók fyri bara
aðru ferð í einum FM umfari,
men stóð eftir sum vinnari
av bæði fyrru og seinnu
kappingini í 3. umfari.
Hon vann báðar finalur
nar 4-0 og vísti sannførandi
spæl. Í fyrru kappingini vann
hon 4-0 á Elisabeth Nicolaj
sen, sum tó mátti gevast fyri
at náa Teistan í seinnu kapp
ingini, har hon annars var í
hálvfinaluni. Tað endaði við,
at Lýdia á Smið vann 4-0 á
Johanna Jonhardsdóttur.
38 menn og níggju kvinn
ur luttóku í kappingini. 4.
umfar í FM kappingini verð
ur 11. novembur í Klaksvík.
LUKKAÐI VIÐ
11 PÍLUM
– IKKI HENT
SÍÐANI 1996
DART
Tað er tíggju FM umfør, har spælararnir spæla fyri at koma til FM
finaluna. 32 mans og átta kvinnur sleppa við til FM finaluna. Seinastu árini
hevur sjálvt FM finalu-umfarið verið í Skopun hjá Team Sandoy. Farna
kappingarár bleiv finalan eisini stroymd beinleiðis hjá Kringvarpinum.
Fæst pílar: Tað er talið av pílum ein spælari búrkar, at koma frá 501
til null. Fyri at lukka skalt tú raka double. Fægst møguligu pílar tú
kanst brúka er 9, men tað er aldrin hent í kapping í Føroyum. Søgan
sigur, at menn hava klárað tað við tíggju, men bara í vejing.
Hægst útgang: Tað hægsta talið, sum ein dartspælari hevur
eftir, tá hann ”lukkar”. 170 er hægsti møguligi útgangur.
Bogi Isaksen og teir 11 pílarnir: 140, 121, 140 og treble 20 og double 20
Menn A-bólkur
1. Bogi Isaksen (KDF)
2. Jan McIntosh (HDF)
3. Esmar Mikkelsen (Pílar & Skot)
3. Remy Hansen (D16)
Hægst útgang: Bjartur Olsen 164
Fæst pílar: Bogi Isaksen 11
Menn B-bólkur
1. Heri Kallsoy (Team Sandoy)
2. Jørgen Meitilberg (HDF)
3. Høgni Nielsen (HDF)
3. Martin Heldarskarð (KDF)
Kvinnur (kapping 1)
1. Lýdia á Smið (Kaldbak)
2. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)
3. Joan Edvør Thomasen (VDF)
3. Gunnbjørg Dam (VDF)
Hægst útgang: Annika Joensen 93
Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 29
Menn beinleiðis cup
1. Uni Árting (HDF)
2. Jan MacIntosh (HDF)
3. Gunnar Mouritsen (HDF)
3. Bjartur Olsen (ADF)
Hægst útgang: Jens Albert Simonsen 160
Fæst pílar: Uni Árting 14
Kvinnur (kapping 2)
1. Lýdia á Smið (Kaldbak)
2. Johanna Jonhardsdóttur (Team Sandoy)
3. Annika Joensen (Team Sandoy)
3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)
Hægst útgang: Elisabeth Nicolajsen 108
Fæst pílar: Lýdia á Smið 29
ÚRSLIT
3. UMFAR
Í FM
KAPPINGINI:
Ein stoltur Bogi Isaksen
Mynd: Dartsambandið