hósdagur 2. november 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
30
FASTAR OGNIR
Á TOFTUM TIL
SØLU
Vegna
deyðsbúgv
verður
sethúsaognin
matr.nr. 555, Toftir, neystaognin matr.nr.
709, Toftir bygn. nr. 1, og jørð, við parti í
Mýruhaganum, við hesum lýstar til sølu.
Viðvíkjandi matr. nr. 555, Toftir er talan
er um sethús liggjandi á bústaðnum
Toftavegur 19, 650 Toftir. Sethúsini eru í
trimum hæddum á uml. 60 m2. Miðhædd:
gongd, 2 stovur, køkur, lítið køksrúm og
wc. Loft: gongd, 5 kømur og wc. Kjallari:
óinnrættaður.
Støðufrágreiðing
fyriliggur
ikki, men ognin er í vánaligum standi.
Prísuppskot kr. 200.000,-.
Viðvíkjandi matr. nr. 709, bygn. nr. 1, Toftir
er talan um neyst, sum stendur við toftakai.
Gamal bátur stendur í neystinum og kann
keypast við, um áhugi er fyri tí.
Viðvíkjandi jørðini er talan um 12/72 partar
av matr. nr. 565, Toftir sum aftur eigur 3
gyllin og 7 skin í matr.nr. 265a - Mýrarnar,
Sunnari Partur og 1 gyllin í matr. nr. 144,
Toftir.
Tilskilaður verður rættur til at vraka og velja
millum innkomin boð, herundir at vraka øll.
Áhugað kunnu venda sær til:
Inga Højgaard, advokat, ih@lawfirm.fo
ella Tórunn D. Lassen, skrivara, tlf. 203059
tdl@lawfirm.fo”
ADVOKATFELAGIÐ VIÐ STROND 4
YVIRI VIÐ STROND 4
BOKS 359 · 110 TÓRSHAVN
TLF. 203040, FAX. 203041
E-MAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
Søkt verður eftir trimum
starvsfólkum til dagtilboðið fyri
minnisveik í Skotarók 14 í Tórshavn.
Um størvini
Talan er um trý størv at seta frá 01.12.2017 ella
skjótast gjørligt. Møguleiki er fyri at gera avtalu
um setanarbrøkin.
Í løtuni er arbeiðistíðin mánadag til fríggjadag frá
kl. 08.00 til kl. 16.30.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni
í Trivnaðardepilinum Eind 8. Tey, ið verða sett,
mugu tola broytingar í starvinum, og at starvið
kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar
uppgávur.
Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag,
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og
Heilsurøktarafelagið.
Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í
seinasta lagi 17.11.2017 kl. 12.00.
av.fo >Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
Starvsfólk til dagtilboð
fyri minnisveik í
Skotarók í Tórshavn
Handverkari til
Eysturkommunu
Eysturkommuna søkir eftir einum
handverkara at taka lut í dagliga
viðlíkahaldinum á tekniska økinum í
kommununi at byrja 1. des. ella skjótast
tilber.
Ert tú:
• útbúgvin sum handverkari
• førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í
einum toymi
• vælskipað/ur og røkin
• fyrikomandi og ein arbeiðsglaður
starvsfelagi
• virkisfús/ur
• klárur til broytingar í arbeiðsuppgávum
• før/ur fyri at koyra vanligar
entreprenørmaskinur, eitt nú gravi – og
lessimaskinur
Hevur tú koyrikort og møguliga stóra
koyrikortið, so ert tú helst tann, vit leita eftir.
Setanarviðurskifti:
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Løn og
setanartreytir eru sambært sáttmála millum
avvarandi yrkisfelag og KAF.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, CV,
viðmælum v.m. skal sendast til:
Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella teldupost: agnar@eystur.fo
Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi
í seinasta lagi mánadagin, 20. november
2017.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara á tlf.
730026.
Leys størv á
Landssjúkrahúsinum
Fysioterapeutar til fysioterapideildina
Umsóknarfreist 10.nov. 2017
Leiðandi ljósmóðir til Ljósmøðratænastuna
(endurlýsing)
Umsóknarfreist 4. Nov. 2017
Radiografur til Røntgendeildina
Umsóknarfreist 1. Des. 2017
Læknaskrivari til B&U
Umsóknarfreist 20. Nov. 2017
Varaleiðari til barnadeildina
Umsóknarfreist 1. Des. 2017
Leiðandi ergoterapeutur til Psykiatriska Depilin
Umsóknarfreist 22. Nov. 2017 kl 12.00
Læknaskrivari til Psykiatriska depilin
Umsóknarfreist 20. Nov. 2017 kl 12.00
Lønarfulltrúi til starvsfólka- og lønardeildina
Umsóknarfreist 20. Nov. 2017
Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo
Kunngjørt verður, at sorinskrivarin tann 1.11.2017 hevur givið loyvi til at
panta eftirstøðu, sum stavar frá skatti, mvg og øðrum gjøldum, ið verða
innheintað av TAKS sambært reglum um innheinting av skatti, og sum
skuldu verða goldin innan 1.11.2017.
Farið verður undir pantingina tann 13.11.2017.
www.taks.fo
Sosialurin 341800
Panting
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo