hósdagur 2. november 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
32
Lokalur ryggverkur í ongum ryggi
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
S
jálvandi eiga børn
og tannáringar at
sleppa at reika úti um
náttina.
So er friður heima við
hús, og foreldrini
kunnu gera, sum tey
vilja.
Tað skulu pol
itikararnir ikki so
frægt sum hugsa
um.
Nakrir
politikarar hava rygg, beinan
rygg, beinharðan rygg. Teir tora at
taka avgerðir, og teir tora eisini at
fremja sínar avgerðir í verki.
Eg kann nevna Hitler, Stalin,
Mao og Trump millum annað.
Teir vóru og eru virkisfúsir og
ágrýtnir.
Aðrir poltikarar taka avgerðir.
So rópar onkur bøøøø. Og so taka
politikararnir avgerðina aftur. Hon
var kanska ikki tann rætta kortini.
Ella hvat og hví og hvussu?
Og politikarin skal jú veljast
aftur. Tí ber illa til at fremja av
gerðir, sum onkrum veljara ikki
dámar.
Tað er fólkaræði. Í einum
demokratii sleppa fólk at
velja sær politikarar. Eingin
velur ein politikara, sum
ger okkurt skilagott fyri
landið. Tað dámar velj
aranum ikki. So vraka
teir í staðin fyri at velja.
Í einum fólkaræði
ræður um at duga at telja, duga
væl at telja, upp í 17 til dømis.
Tað hevur ongan týdning, um
avgerðin er til frama fyri alt
landið. Um onkrum ikki dám
ar hana, ja, so kann hon ikki
brúkast. Tað er fólkaræði.
Teir, sum eg nevndi
í áðni, Adolf, Josef
og teir, taldu ikki
atkvøður. Tað
høvdu teir
ikki fyri neyðini. Teir taldu heldur
ikki líkini. Deyð fólk taldu líka lítið
við sum tey livandi.
Men teir tordu at taka avgerðir,
tóku tær og ikki minst framdu tær
í verki.
Onga samvitsku, gamaní, men
hvat skal hon brúkast til í realpol
itikki?
Hjá okkum í hálovaða fólka
ræðinum ætlaði landsstýrið, at
kommunurnar skuldu missa nakað
av skatti fyri at hjálpa fyritíðar
pensjónistum. Tey hava eisini val
rætt. Men so róptu kommunurnar
bøøøø, og so bakkaði landsstýrið.
Vorðið sum ryggur. Men komm
unustýrisfólk fara eisini á val. Og
landspolitikarar, sum eru í løg
tinginum fyri at føra lokalpolitikk,
kunnu atkvøða í løgtinginum. Og
so er 17 ikki longur rætta talið.
Hjá veljaranum er eingin mun
ur, um kommunan ella landið tekur
pengarnar frá teimum.
Í løgtinginum eru nakrar
kommunur. Løgtingið er eitt
kommunustýri.
Politikkur er at vilja, haldi eg, at
ein segði.
Gamaní, men vilja hvat? Vilja
sær og sínum tað besta. Tað er
hjartagott og hugaligt og alt tað.
Vit, sum ikki fara tvassandi á
val kortini, billa okkum inn, at løg
tingið er fyri alt landið og øll fólk,
háfloygt, men nøkunlunda soleiðis
ljóðar tað.
Men kanska er løgtingið tað, tá
vit gloyma lex hetta ella lex hatta,
lex lex.
Løgtingið er fyri øll, eisini fyri
tey, sum ikki velja.
Sum sólin, sum skínur á øll,
eisini okkum heidnu. Tey búgva í
londunum, har sum sólin skínur
mest.
Og var ikki okkurt um bestu
sannføring. Besta sannføringin
hjá einum løgtingsfólki er ikki altíð
tann sama, sum besta sannføringin
hjá flokki tess.
Flokkar kunnu ikki, men gera
tað kortini, teir noyða síni fólk at
atkvøða móti teirra bestu sann
føring.
Floksagin vantar, siga tey. Nú
eru einstaklingar og ikki flokkar í
løgtinginum.
Eg vildi havt rygg sum ein polit
ikari, tí so var eg lagaligari.
Eg kundi bakka og bakka. Ikki
verið støðufastur, prinsippfastur,
tí tað er so strævið.
Útigongubann brúka tey har,
sum kríggj er.
Latið børnini og tannáringarnar
sleppa út á midnátt. Foreldrini vita
betur, hvat er best, ið hvussu so er
tey, sum leggja nakað í børnini
hjá sær. Øll hini eigur samfelagið.
Sum lokalpolitikarar í landsins
tingi eiga.
Hvør hevur ræðið í einum fólka
ræði?
Høgni
Djurhuus
– Sum ein gekk oman í
Spruttkjallarin eftir einum
ella tveimum tundurkøssum,
so mátti ein av berum forvitni
sjálvandi líka skeita eftir
navninum. Og so segði eg
nakrar ferðir innantanna:
Jamen hesin drekkur jú ikki...
Soleiðis sigur Heri Á. Simonsen,
fyrrverandi postmaður, og sum er
ein av teimum gomlu postmonn
unum í Havn, ið sera væl minnist
tíðina, tá postmenn útflýggjaðu alt
rúsdrekka í Føroyum.
Í dag eru 25 ár síðani, at hendan
86 ára gamla mentanin fór í søguna,
og Rúsdrekkasøla Landsins tók
yvir alla sølu og útflýggjana v rús
drekka í Føroyum.
Heri Simonsen er tikin úr
leikum sum undirhaldari, og tí
var hann sjálvandi biðin um at
undirhalda á hátíðarveitsluni hjá
Rúsuni leygarkvøldið. Men vit hava
eisini fingið hann at greitt okkum
eitt sindur frá um hesa tíðina á
Posthúsinum í Havn – og vit hava
verið í gamla myndasavninum hjá
Sosialinum og leitað fram nakrar
myndir sum vísa, hvussu støðan
var á posthúsum upp undir høg
tíðir:
– Tað uppstóðu ofta stuttligar
støður undir gomlu skamtanar-
og postordraskipanini. Fólk fingu
gular útflýggingarseðlar bornar
út, og so møttu tey á Posthús
inum við einum ella fleiri útflýgg
ingarseðlum, rindaðu avgreiðslu
gjaldið til Postverkið og eisini toll,
sigur Heri Simonsen – og vit lata
hann halda fram:
– Uppundir ólavsøku, uppundir
jól og eisini áðrenn páskafrítíðini
bíløgdu nógv "sprutt”, sum tað
oftast var nevnt tá. Vit arbeiddu
ofta yvirtíð áðrenn ólavsøku og
áðrenn jólini at hjálpa eldri post
monnunum. Teir tóku ímóti kund
unum, og góvu okkum ein ella
fleiri útflýggingarseðlar til tund
urkassar/brennivínskassar, sum
kundin skuldi hava.
Tundurkassarnir vóru í Sprutt-
kjallaranum, sum lá á hæddini
millum, har sum Posthúskjallarin
og Snarskivan eru í dag.
Tað vit gingu oman í Sprutt
kjallarin eftir einum ella tveimum
tundurkøssum, so mátti tú av ber
um forvitni sjálvandi, líka skeita
eftir navninum. Og so segði eg
nakrar ferðir innantanna:
– Jamen hesin drekkur jú ikki?.
Men tað skuldu vit ikki blanda
okkum uppí. Var avgreiðslugjald
og tollur rindaður, og var tund
urkassin krússaður av og hevði
fingið eitt útflýggingar-nummar,
so skuldi hann handast kundanum,
ferdugt. Nakrar ferðir (eg nevni
ikki nøkur nøvn) handaðu vit tund
urkassan til ein, sum ikki var navn
sum stóð á seðlinum.
Heri heldur skemtandi fyri, at
Vestpack og aðrir framleiðarar av
svørtum skrelliposum tjentu nógv
hesa tíðina.
– Trý út av fýra, sum møttu á
Posthúsinum á Vaglinum at “loysa
út”, sum tað æt høvdu svartar
skrelliposar við, og eitt tvey trý
og gólvið á posthúsinum á Vagl
inum var rokað við tómum tund
urkøssum. Summi vóru enntá so
óttafull, at tey betaltu avgreiðslu
gjald og tollin, og vildu hava kassan
útflýggjaðan á rampuni aftan fyri
Posthúsið á Vaglinum.
– Tann rampan vendi ímóti
Býráðssalinum. Og so stuttligu
gonguløgini hjá teimum høvdu
loyst út.
Heri Simonsen sigur, at tað
mest stuttliga í Postverks-skamt
anartíðini var tann risastóri
meirilutin av føroyingum, sum bí
løgdu Spruttkassarnir sum “Poste
Restante” til eitt pinkalítið post
hús, sum var nakrar ella nógvar
kilometrar frá heimbygdini.
– Tá vit so pakkaðu tundirkassar
í postsekkir til ymisku økini í
Føroyum máttu vit ofta flenna:
– Sandavágur 2 tundirkassar
– Miðvágur 2 tundirkassar
– Sørvágur 3 tundirkassar
– og Vatnsoyrar 88 tundirkassar!!!
Rúsan 25 ár:
Krógvaði brennivín
í dokumentmappu