mánadagur 6. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fótbóltsambandið
Fríggjadagin 10. november
klokkan 16:45 spælir føroyska
U21-landsliðið fimta dystin
í undankappingini til EM
2019, tá póllendingar vitjar
á Tórsvølli. Higartil hevur
hilnast væl í kappingini, og
aftaná fýra dystir eru Før
oyar nummar 3 í bólkinum
við 4 stigum.
Liðskiparin á føroyska
liðnum, Hákun Edmundsson,
er spentur til dystin, og sær
positivt upp á uppgávuna,
sum nú stendur fyri framm
an. Men hann er eisini greið
ur yvir, at uppgávan verður
ikki løtt.
- Vit eru á heimavølli og
skulu royna at byggja víðari á
góðu gongdina, sum vit hava
havt í seinastuni. Pólland
hevur heilt víst eitt sterkt
lið, og teir koma nokk at hava
bóltin nakað meir enn vit.
Vir eru ikki favorittar, men
fara á vøllin í trúnni á, at vit
kunnu fáa eitt gott úrslit,
sigur Hákun Edmundsson
við heimasíðuna hjá FSF.
26 spælarar hava vant
Seinastu
tvær
vikurnar
hevur ein bruttohópur við
26 spælarum vant regluliga
á Tórsvølli, og tað ger, at
føroyski
U21-hópurin
er
væl fyri at spæla landsdyst
í november. Tað er kortini
avmarkað,
hvat
okkara
spælarar kenna til pólska
liðið. Harafturímóti hava
venjararnir, Eli Hentze og
Hegga Samuelsen fylgt væl
við póllendingunum í hesari
undankappingini.
- Eg kenni lítið til pólska
liðið. Men teir eru heilt víst
stinnir. Hetta sigi eg út frá
teimum úrslitum, sum teir
hava fingið í kappingini. Men
venjaratoymið hjá okkum
hevur sæð allar teirra dystir,
og saman við teimum fara vit
at hyggja nærri at Póllandi,
tá hópurin kemur saman
aftur týsdagin, sigur Hákun
Edmundsson.
Trilvandi byrjan
Føroyska
U21-liðið
kom
heldur trilvandi frá byrjan, tá
undankappingin til EM 2019,
sum verður hildið í Italia og
San Marino, varð sparkað í
gongd. Fyrst taptu Føroyar
3-0 fyri Litava, og úrslitið
varð eisini 3-0 tap, tá danir
vitjaðu á Tórsvølli seinast í
august. Men í triðja dystinum
eydnaðist føroyska liðnum
at spæla javnleik 1-1 á útivølli
í Finnlandi, og fyri lítlum
mánað síðani vunnu Føroyar
3-1 á Georgia.
Spurdur
hvussu
er
føroyski
liðskiparin
so
nøgdur við gongdina higartil
í kappingini, svarar hann:
- Tað er á eini góðari
leið. Móti Litava skuldu
vit fingið meir burtur úr,
meðan tað bleiv ov stórur
munur á liðunum, tá vit
møttu Danmark, sjálvt um
vit halda, at vit skuldu gjørt
tað nógv betri. Hinvegin, so
eru vit nøgdir við eitt stig á
útivølli móti Finnlandi, og
sera væl nøgdir við 3-1 sigurin
á Georgia, har vit spældu ein
klókan dyst, fingu nøkur góð
mál, og vardu sum eitt lið,
sigur Hákun Edmundsson
at enda.
Rás2 sigur beinleiðis frá
U21
landsdystinum,
sum
verður fríggjadagin klokkan
16.45.
trondur@sosialurin.fo
-SKULU BYGGJA VÍÐARI
Á GÓÐU GONGDINA
Tað sigur Hákun Edmundsson, sum saman við U21 landsliðnum skal spæla móti
Póllandi fríggjadagin. Hetta er seinasta landsliðsuppgávan í hesum árinum
U21 móti Póllandi:
FAKTA:
Hópurin
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclassen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Jákup V. Olsen, Víkingur
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreasen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Adrian Justinussen, HB
John J. Frederiksen, 07 Vestur
Jákup L. Thomsen, FC Midtjylland (DEN)