Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Eitt av liðunum, sum av álvara hevur bitið frá sær í kvinnukappingini í ár, er VB. Við tilgongd frá fýra donskum leikarum og einum donskum venjara eru kortini blandaði væl av nýggjum inn í tann roynda bulin á liðnum, og higartil í ár hevur liðið gjørt av við meistararnar úr Neistanum og eisini tikið stig frá Kyndli. Í gjár var VB á vitjan hjá H71 í einasta dystinum hetta vikuskiftið. Tað var lagt upp til spennandi dyst, tí eisini hesar hoyvíksgenturnar, sum eru nýggjar í Hvonndeildini, hava bitið frá sær her við byrjanina av kappingarárinum. Javnt Fyrstu trý málini hjá VB fullu skjótt, men síðani kom fullkomin steðgur í, og næsta lítla korterið fingu gestirnir einans eitt mál. Ein kundi hava illgruna um, at gestirnir undirmettu H71 eitt sindur, og tað vóru tekniskar villur og misnýttir málmøguleikar, ið merktu VB hesa løtuna. H71 var eina løtu á odda 6-4, men annars var gongdin sum heild ógvuliga jøvn í fyrra hálvleiki, og tað endaði eisini við, at liðini fóru til hálv­leiks við støðuni 10-10. Heimaliðið fekk tvey skjót mál í seinna hálvleiki og var á odda 12-10, men annars var talan aftur um eina javna gongd í seinna hálv­leiki H71 var á odda 22-20 tá ið sjey minuttir restaðu í, men tað var VB, sum vísti styrki VB HONGUR Í ODDANUM H71 hevði aftur hug at arga, men við einum góðum endaspurti tryggjaði VB sær ein 26-23-sigur og framhaldandi samband við oddaliðini