mánadagur 6. november 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leygarkvøldið kvøldið brast ein “bumba” á NSÍ veitsluni, tá felagið
kundi boða frá, at Sámal Erik Hentze verður venjari komandi
kappingarár. Umframt tað, so er Jóhan Troest Davidsen komin
heim. Spurningurin er nú, um ikki NSÍ er fyribils FM favoritturin
Tróndur Arge
Sjáldan hevur ein hond verið
spæld betri, enn tann sum
NSÍ spældi leygarkvøldið. Í
øllum loyndum hevur NSÍ
klárað at spælt sær Sámal
Erik Hentze í sín lut. Við
honum hevur felagið fingið
ein mann, sum veit hvat skal
til fyri at vinna FM, men
eisini ein mann, sum kann
fáa runavíkingar at trúgva
upp á tað.
Øll vistu, at NSÍ hevði
verið eftir manninum, men
tað munnu verða tey fæstu,
sum vistu av, at hann bleiv
kunngjørdur á ársveitsluni,
tí hann hevði greitt boðað
frá, at komandi ár skuldi
hann hava frí frá fótbólti
num.
Í hesi greinini fara vit at
hyggja nærri at liðnum, sum
Sámal Erik Hentze skal gera
til FM vinnarar komandi
kappingarár.
Hevur gjørt tað fyrr
Boðini
vóru
púra
greið.
Sámal Erik Hentze bleiv
hálaður inn til at vinna
FM. Víkingur hevði fimm
steypasigrar upp í slag, men
nú var skjótt seinasta útkall
hjá stammuni á liðnum.
Okkurt skuldi gerast og
svarið var einfalt. Sámal Erik
Hentze.
Hann er egin, passar illa
inn í pappírsveldið og hevur
sín heilt serliga máta at gera
tingini uppá. Eitt ár seinni
er Víkingur føroyameistari
á fyrsta sinni. Liðið hevur
ís í búkinum og spælir heilt
óvanliga væl í seinnu hálvu,
tá tað kemur til úrslit.
Hann heldur seg til tað,
sum hann veit riggar. Tí
bleiv eitt nú ein spælari sum
Adeshina Lawal, ið bleiv
ársins spælari í 2014 undir
Bagga í B36, hálaður inn.
Hann er í ár toppskjútti og
ein av høvðusorsøkunum
til, at Víkingur aftur í ár er
føroyameistari.
Hetta er triðju ferð, at
Sámal Erik Hentze ger eitt
felag til FM vinnara. Í 2009
gjørdi hann tað við HB, í 2014
við B36 og í 2016 við Víkingi.
Heldur seg somu
spælskipan
Seinastu árini hevur Sámal
Erik Hentze hildið seg til
at spæla nakað, sum líkist
4-2-3-1. Í Víkingi kom hetta
greitt til sjóndar, har Gert
Hansen,
Atli
Gregersen,
Erling Jacobsen og Hanus
Jacobsen spældu í verjuni,
meðan Sorin Anghel, Fróði
Benjaminsen
og
Hans
Jørgen Djurhuus deildust
um tvey pláss á verju
kenda
miðvøllinum,
so
er lyklaspælarin mangan
framrættaði
miðvallarin.
Hjá Víkingi var tað Sølvi
Vatnhamar, hjá B36 var tað
Lukasz Cielsewicz og í HB
var tað Fróði Benjaminsen.
Allir kosnir ársins spælara,
meðan Lukasz Cieslewicz var
fáar atkvøður frá at vinna
tað í 2014, so vunnu hinir tað
undir Bagga.
Eyðkent fyri spælistílin
hjá Bagga er, at liðið er sera
væl skipað, spælir nógv upp
á fanga mótstøðuna og so
dúva upp á mótálop. Eisini
ger hann nógv burturúr
deyðbóltum. Hetta kom ser
liga til sjóndar í ár, har Norð
lýsið hevur gjørt uppteljing,
ið vísur at Víkingur er greitt
tað liðið, sum skorar oftast
upp á deyðbóltar. Tað sæst
eisini aftur til venjing, har
hann ikki er bangin fyri at
seta tíð av til at venja tað.
Avbjóðingin í NSÍ
Tað tykjast verða onkrar
avbjóðingar í NSÍ. Ein av
teimum er evni til at vinna
í longdini. NSÍ prógvaði í
ár, at liðið hevur tað, sum
skal til fyri at vinna steypa
kappingina. Tað telur eisini
eyka, at liðið kláraði tað
uttan onkrar av profilunum
í finaluni.
Tó er afturgangandi fyri
NSÍ, at liðið hevur ikki tað,
sum skal til fyri at vinna yvir
eitt heilt kappingarár. Somu
eyðkennini hevði Víkingur,
tá Sámal Erik Hentze tók við.
Tað vil so eisini siga, at hetta
er ein avbjóðing, sum hann
kennir aftur.
Tá tú hyggjur eftir hópi
num hjá NSÍ, so er ilt at
vinna handan framrættaða
miðvallaran, sum kann blíva
ársins spælari. Her passar
Pól Jóhannus Justinussen
ikki heilt inn í stílin hjá
Lukasz Cieslewicz og Sølva
Vatnhamar,
men
hevur
nakað av tí sama, sum Fróði
Benjaminsen hevur, tá hann
leitar sær í brotsteigin.
Ein triðja avbjóðing er, at
nú er trýst á NSÍ. Tað var eitt
sunt trýst á Víking í fjør, men
ikki nakað royndu spælar
arnir ikki kláraðu at bera.
Komandi ár verður eitt stórt
trýst á NSÍ at vinna FM, men
spurningurin er um hópurin
tolir tað?
Øssur og Fróði til NSÍ?
NSÍ
hevur
longu
fingið
dreymaspælaran. Talan er
um Jóhan Troest Davidsen,
sum hevur verið í útlegd
síðani 2010. Landsliðsmið
verjin er væl lýddur og hevur
leiðaraevnini, sum onkuntíð
hava verið eftirlýst í verjuni
hjá NSÍ.
Nú ljóðar, at felagið av
álvara brynjar seg til eitt
FM stríð. Undan farna kapp
ingarár var Klæmint A. Olsen
toppskjútti
í
føroyskum
fótbólti fýra ár upp í slag.
Í ár bleiv hann eitt mál og
stuttur, men tað sigur ikki
so lítið um týdningin hjá
framherjanum. Nú er líkt til,
at felagið ynskir at fáa ein
spælara inn at stuðla honum
í álopinum. Talan er um 28
ára gamla Øssur Dalbúð,
sum eisini er uppvaksin
í felagnum. Hann hevur
ferðast millum føroyskan og
danska fótbólt seinnu árini,
men verður í feburar leysur
av tí.
Skal liðið hava nakað av
harðføri á miðvøllin, so er
heldur ikki óhugsandi, at
Fróði Benjaminsen er eitt
boð. Hann fylgdi Bagga til
Víking, so hví ikki eisini
til NSÍ, tá hann nú býr á
Strondum.
NSÍ hevur eisini millum
annað verið í samband við
Michal Przybylski
(Skála)
og
Boga
Reinert Petersen (ÍF).
Úr øskuni og upp
á tindarnar
NSÍ hevur síðani kappingar
enda 2011 tikið eitt ótal av
røttum
avgerðum.
Tann
veturin var skilið so ringt,
at leiðslan umhugsaði at
avtaka felagið, fyri síðani
byrja av nýggjum. Í samrøðu
við
ÍtróttarSosialin
eftir
steypasigurin, greiddi Sonni
L.
Petersen,
fyrrverandi
formaður, frá hvussu tung
støðan var.
Tá setti felagið egnar
spælarar við og úrslitið
Bagge plagar at vinna FM:
HER ER
FM-LIÐIÐ
HJÁ NSÍ