Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 205 - 27. oktober 2004 Nr. 205 - 27. oktober 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Icelandair keypir Íslendska flogfelagið Icelandair hevur keypt átta pro- sent av partabrøvunum í enska flogfelagnum easyJet, ið er eitt av teimum sokallaðu lágprísfeløgunum. Nevndarformaðurin í Icelandair, Hannes Smárason, sigur, at íslendska felagið er væl fyri fíggjarliga, og at felagið hyggur seg um við tí fyri eygað at keypa seg inn í onnur flogfeløg. Herfyri kom fram, at felagið er til reiðar at keypa seg inn í Atlantsflog, tá føroyski virðis- brævamarknaðurin fer at virka. Flogfelagið Go, sum easyJet keypti fyri tveimum ár- um síðani, fleyg ímillum London og Reykjavík, men rutan varð niðurløgd seinni. Icelandair flýgur ímillum Reykjavík og Londion, og nú felagið hevur keypt seg upp í easyJet, er tað ikki óhugsandi, at felagið fer at stovna eina lágprísrutu ímillum teir báðar høvuðsstað- irnar, skrivar Aftenposten. Icelandair vil ikki upplýsa, hvat felagið hevur goldið fyri átta prosent av partabrøvunum í easyJet, men hildið verður, at prísurin hevur verið ímillum 400 og 500 milliónir krónur. Harðari revsing fyri dálking Skip, sum koyra olju í havið, skulu hava harðari revsing enn nú. Tað hava ES-londini sett sær sum mál. Men Grikkaland, Kýpros og Malta berjast við hond og fót ímóti ætlanini, og stjórnin í Letlandi hevur eisini boðað frá, at hon er ikki serliga fegin um at herða revs- ingina. Uppskotið, sum løgmálaráðharrarnir skulu taka støðu til, sigur, at skip, sum koyra olju í havið, skulu fáa upp í 11 milliónir krónur í bót, og at reiðari og manning kunnu fáa upp í tíggju ára fongsul fyri serliga álvarssama dálking. Í Danmark og Svøríki hava myndugleikarnir leingi kravt at fáa heimild til at nokta gomlum og útslitnum tangaskipum at sigla ígjøgnum tey donsku sundini, men hetta er ikki við í uppskotinum hjá ES, sigur danska útvarpið. Kann seinka boring Ætlanin hevur verið, at boripallurin Eirik Raude skuldi fara undir at bora eftir olju í Barentshavinum í desem- ber, men nú er vandi fyri, at boringin, sum Hydro stendur fyri, má útsetast. Í sambandi við ta ætlaðu boringina hevur Hydro fingið loyvi til avmarkað útlát, men nú hava umhvørv- ismyndugleikarnir fingið eina kæru um júst útlátið. Kæran er frá tveimum umhvørvisverndarfelagsskap- um. Hydro hevur fingið loyvi til at lata 133 tons av ymsum kemiskum evnum fara út í havið, men í fjøl- miðlunum hevur verið víst á, at málið bleiv ikki lagt fyri Havrannsóknarstovuna í Bergen, áðrenn loyvið til útlátið varð givið. Harafturat verður víst á, at almenn- ingurin fær ikki at vita, hvørji kemisk evni skulu latast út í havið, tí Hydro heldur uppá, at tað er eitt sokallað vinnuligt loyndarmál. Myndugleikarnir hava nú boðað frá, at kæran skal hava ta vanligu viðgerðartíðina, og tað fer helst at bera í sær, at tann ætlaða boringin í desember má útsetast. Nógvir menn eru barnleysir Nýggj hagtøl vísa, at umleið 25 prosent av teimum 40 ára gomlu monnunum í Noregi eru barnleysir. Tað er nógv meiri enn fyrr, tí fyri tjúgu árum síðani vísti einn tilsvarandi uppgerð, at tá vóru tað 16 prosent av teimum 40 ára gomlu monnunum, sum ikki áttu børn. Talið á barnleysum kvinnum er munandi minni, og ein av orsøkunum er, at sami maður fær børn við fleiri kvinn- um. Kari Skrede, sum er granskari á norsku hagtalsstov- uni, sigur við tíðindastovuna NTB, at í dag er tað ikki ein sjálvfylgja, at menn fáa sær konu og børn. Harafturímóti er tað so, at teir bestu menninir verða valdir burturúr, sigur hon. Ofta eru tað menn, sum eiga børn, ið fáa børn við einari ella fleiri kvinnum afturat, tí nógvar kvinnur vilja fegnar hava børn við monnum, sum hava royndir, sigur sálarfrøðingurin Thore Langfeldt við NTB. Kanningar hjá hagstovuni vísa eisni, at menn, sum hava góða inntøku ella góða útbúgving, velja oftast at verða saman við børnunum undir uppvøkstrinum. Í fleiri ár hava bretsku myndugleik- arnir lagt prædiku- mannin Abu Hamza undir at eggja til morð og yvirgang. Nú hava myndugleikar- nir mist tolið RÆTTARMÁL Árni Joensen fartekst@mail.dk Abu Hamza hevur ikki lagt fingrarnar ímillum, tá hann hevur prædikað fyri sínum stuðlum í Finsbury Park í London, og at enda gjørdist fríggjadagsbønin so ágang- andi, at hann bleiv tveittur út úr moskuni har. Men hann helt fram úti á gøtuni. Í prædikunum hevur hann millum annað sagt, at álopið á USA tann 11. sep- tember í 2001 var rættvíst, og at álopsmenninir vóru hetjur. Kríggið ímóti teim- um kristnu og jødunum er rættvíst, tí tann kristni heimurin hevur saman við jødunum eittans mál, og tað er at oyðileggja tann is- lamska heimin og ta is- lamsku læruna, sigur Abu Hamza, sum eisini vil vera við, at sjálvmorðsbumbu- menn eru ikki yvirgangs- menn, men pínslarváttar. Men nú hava bretsku mynduglekarnir mist tolið. Í gjár var prædikumaðurin í rættinum í London, tí nú er hann ákærdur fyri fleiri brot á bretska lóg. Millum annað er hann ákærdur fyri at hava eggjað til morð og yvirgang og fyri at hava elvt til hatur ímóti ávísum fólkasløgum. Amerikonsku myndug- leikarnir vilja eisini hava fatur á honum. Teir vilja vera við, at Abu Hamza hevur verið við til at útvega ungar muslimskar menn, sum hava verið á vinjingar- legu í Afganistan og aðra- staðni. – Um átta dagar hava eg og George W. Bush eitt felags. Tá eru vit báðir fyrrverandi for- setar, segði Bill Clin- ton á veljarafundi hjá John Kerry VALSTRÍÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Við tónleiki hjá Bruce Springsteen dundrandi úr hátalarunum kom fyrrver- andi forsetin Bill Clinton á pallin í Philadelphia saman við demokratiska valevnin- um John Kerry. At Clinton framvegis er væl umtóktur hoyrdist beinanvegin á teirri stóru áhoyrarafjøldini, men hann gjørdi alt fyri eitt greitt, at nú var hann ikki komin at tosa um seg, men um John Kerry. – Bush, forseti, sigur, at hann hevur eina ætlan fyri USA. Eg haldi, at John Kerry hevur eina ætlan, sum er nógv betri, segði Clinton. Síðani nam hann við nøkur viðurskifti, sum millum annað fólk í Phila- delphia og aðrastaðni í Pennsylvania tosa um. – Síðani Bush, forseti, tók við, hava 249.000 fólk her fingið livikor, sum eru niðan fyri fátækramarkið, 343.000 hava mist sína heilsutrygging, og børnini hjá 100.000 húskjum hava mist síni frítíðarpláss, segði fyrrverandi forsetin. – Summi siga, at eg eri ein, sum altíð komi afturí- aftur. Eg sigi tykkum, at við John Kerry sum forseta fer USA at koma afturí- aftur, segði ein væl upp- lagdur Clinton. Eygleiðarar ivast í, hvørja ávirkan luttøkan hjá Clinton kann fáa á undir- tøkuna hjá Kerry, men teir ásanna, at hann er væl u- mtóktur og ein framúr góð- ur røðari, sum kann ávirka tey, sum ivast, hvørt tey skulu velja Bush ella Kerry. Eitt nú kann hann útvega Kerry meiriluta í statinum Arkansas, haðani hann er ættaður. – Eingin einstaklingur kann broyta eitt val, men eg vóni, at mínar grundgev- ingar kunnu ávirka nakrar veljarar, segði Clinton í einari sjónvarpssamrøðu undan veljarafundinum í Philadelphia. Nú er well Við Kerry sum forseta kemur USA afturíaftur John Kerry og Bill Clinton á veljarafundinum í Philadelphia Triðingurin av starvsfólkinum hjá Flogfelag Føroya, sum starvast á flogvøll- inum, verða søgd úr starvi, tá Maersk Air fer at gevast at flúgva til Føroya um mánaðarskiftið FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Triðia hvørt starvs- fólk hjá Flogfelag Føroya, sum starvast á flogvøllinum í Vágum, fer úr starvi, tá Maersk Air gevst at flúgva til Føroya, um mánaðar- skiftið oktober-november, sigur stjórin á Flogfelag Føroya, Uni Danielsen. Í tali merkir tað eini trý-fýra fólk. Tey fólkini, tað rakar, hava fingið at vita um av- gerðina, sigur stjórin á Flogfelag Føroya. Tað verða fólk, sum ar- beiða á plattforminum, sum tey siga á flogvøllinum, og fólk, sum hava tikið sær av innskriving av ferðafólki, sum fara at merkja, at danska flogfelagið fer at gevast við Føroyaflúgving- ini. Heldur ikki verður brúk fyri teimum, sum høvdu til arbeiðis at gera flogførini rein, meðan tey stóðu í Vágum. Uni Danielsen sigur, at hóast Flogfelag Føroya hevur havt avgreiðsluna hjá Maersk Air á flogvøllinum um hendur, heldur kortini ikki alt virksemi hjá Flog- felagnum uppat. Flogfelag Føroya hevur tikið sær av lasting og loss- ing av Maersk Air flogfør- unum, og tann avgreiðslan heldur so uppat. Men felag- ið hevur framvegis aðrar uppgávur á sjálvum vøllin- um, sigur Uni Danielsen. Eitt nú er Flogfelagið um- boð fyri Statoil, sum hevur alla oljulatingina til flog- førini um hendur. So har verður framvegis brúk fyri fólki. Av øðrum tænastum, sum hava við sjálvan vøllin at gera, er catering, ella provi- antering av flogførunum, sum Hotel Vágar hevur staðið fyri. Tað fer hotellið framvegis at gera fyri Atl- antsflog, sum nú fer at økja um fráferðirnar. Uni Danielsen sigur, at stóra virksemið hjá Flogfel- ag Føroya á deildini á flog- vøllinum er feðaseðlasølan. Umframt hevur eisini bilaleigan, sum Flogfelagið hevur, vundið upp á seg á flogvøllinum, síðan Vága- tunnilin lat upp. – Tað er heilt greitt, sigur Uni Dnaielsen, at síðan tunnilin lat upp, hevur leig- an av bilum á flogvøllinum vundið upp á seg. Fyrr varð tann størri parturin av hes- um virkseminum í Havn, sigur hann. Triði hvør fær uppsøgn Stóri vinningurin, sum 12 ára gamla Marita Thorsteinsson vann á lutaseðlinum hjá HB stuðlum, gev- ur eisini landskass- anum nakrar krónur í avgjaldi. HB Stuðlar rinda avgjaldið VINNINGUR Edvard Joensen Tað er ikki púra ókeypis at luta burtur og vinna stórar vinningar í eydnuspølum. 15 prosent skulu latast í av- gjaldi fyri slíkar vinningar. Viðhvørt er tað vinnarin, og viðhvørt er tað seljarin, sum skal av við avgjaldið. Søgur eru farnar at ganga um, at HB Stuðlar hava for- roknað seg við avgjaldinum fyri stóra vinningin á luta- seðlinum, sum drigin varð herfyri. Sagt verður, at selj- arin hevði gloymt at við- merkja, at gjaldið skuldi dragast frá vinninginum, áðrenn hann kundi heintast. – Tað er skeivt, sum hesar søgur siga, sigur Sólbjørn Thomsen, formaður í HB Stuðlum. Vit hava sjálvandi alla tíðina vitað av hesum, og sjálvandi fara vit ikki at áleggja einum vinnara eitt gjald upp á einar 150.000,- krónur. Tað gjalda vit, stað- festir hann. Rørandi løta Tað var ein rørandi løta at standa í HB húsinum og skula handa eini 12 ára gamlari gentu prógv fyri, at hon var vorðin millionerur, sigur formaðurn í HB Stuðlum. – Marita var eitt sindur smæðin, tókti mær, tá eg tók í móti henni uttanfyri. Men tað er væl skiljandi, og eg haldi ikki, at tað var rættiliga gingið upp fyri henni, hvat hent var. Hon heðvi satsað hundrað krón- ur upp á ein lutaseðil, og tað hevði so gjørt hana til millioner. So tað er skilj- andi, at hon var ørkymlað. Tað var eisini eitt sindur løgið hjá okkum, tí tað er ikki vanligt at hava mót- tøku fyri eini gentu, sum hevur verið í Danmark á vikuskiftisferð við omm- uni, sigur Sólbjørn Thom- sen. Men løtan var stak hugnalig, og nokk so fitt av fólki var komið saman. Har vóru nógv HB fólk og fam- ilja, vinir og kenningar hjá Maritu, greiðir Sólbjørn Thomsen frá. Nøgdur við úrslitið Stuðlaformaðurin er nøgd- ur við úrslitið av hesum stóra átakinum hjá HB Stuðlum. – Tað vóru nógv, sum søgdu við okkum, tá vit byrjaðu upp á hetta, at vit vóru svakir. Men tey áttu at vitað, at tá vit svøku, sum sita í nevndini fyri HB Stuðlum, fara undir okkurt, kann tað mestsum bara blíva svakt. Men tað eydn- aðist væl, Og tað høvdu vit eisini væntað, sigur hann. Søgur hava gingið um, at væl fleiri enn 20.000 seðl- ar, sum lýst hevur verið við, eru prentaðir. Men tí vísir Sólbjørn Thomsen aftur. – Vit ætlaðu alla tíðina at selja 20.000 seðlar, og tað hildu vit okkum til. Og vit seldu allar, leggur hann afturat. At onkur vinnaraseðil hevur nummar, sum er væl hægri enn 20.000, kemst av trygdini. Okkurt tekniskt, sum teir, ið prenta seðlar, hava fyri, og sum hann ikki rættiliga veit at útgreina, sigur hann. – Tá alt er avroknað, roknar Sólbjørn Thomsen við, at einar 800.000,- krónur fara at liggja eftir hjá HB Stuðlum. Hann heldur ikki, at tað var skeivt av teimum at taka so rívan til, og at tað kann fara at gera møguleikar hjá øðrum feløgum, sum ikki hava so nógv at taka av til vinningar, verri. – Tey mugu bara laga seg eftir tí, tey hava. Vit kunnu bara hugsa um okkum sjálvar, sigur hann. HB stuðlar rinda avgjaldið Marita Thorsteinsson, avmyndað saman við foreldrunum og formanninum í HB Stuðlum, fekk á samkomu í HB húsinum mánadagin handað fyribilsskeyti upp á íbúðina, hon vann á lutaseðlinum hjá HB Stuðlum Mynd: Álvur Haraldsen Hóast Maersk Air gevst at flúgva í Vágar, verður framvegis onkur av tænastunum hjá Flogfelagnum eftir á flogvøllinum. Eitt nú oljuavgreiðslan, sum Flogfelag Føroya umsitir fyri Statoil Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2