Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Vit skuldu tikin hattin av fyri pol­it­ik­ ar­u­num, um teir vístu í verki, at veru­ liga vilja býta virðini javnari og ikki kráma sum mest til sín sjálvs. Løgmaður ger kunnugt, at fólka­ pen­sjónin um trý ár skal hækka 1.000 krón­ur um mánaðin. Frá 10.000 til 11.000 krónur. Sikkurt gott. Men respektin fyri pol­i­tik­ar­u­num hevði vaksið, um Løg­ting­ið sam­stundis broytti sínar egnu pen­sjón­ir – og javnsetti tær við ta pen­sjón, sum tey vilja geva fólk­ i­num – og sum fólkið betalir fult og heilt. Tað merk­ir ikki, at løg­tings­fólk skulu hava verri pensjón, enn onnur. Tey skulu bara hava somu treyt­ir til pen­sjón, sum onnur fólk. Tað hava tey ikki. Og tað grovasta av øllum er, at løg­ ting­ið í síðsta valskeiðið sam­tykti, at løg­tings­for­mað­ur­in skal hava 30 pro­ sent í lønar­hækk­ing – og at hann fáa pen­sjón frá tí hann er 60 ára gamal upp á 47.565 krónur um má­n­aðin. Hví skal Páll á Reyna­túgvu hava tað sama sum fimm fólka­pen­sjón­ist­ar – og hví skal hann hava 60 ára pensjónsaldur? Kaj Leo Holm Johannesen legði í sein­asta valskeiði uppskot fyri ting­ ið, sum broytti ta enn meira ab­surdu pen­sjóns­skipanina hjá lands­stýr­ is­fólk­um, har tey eftir átta ár­um í lands­stýr­i­num og í tinginum kundu spara sær saman til fulla tæn­astu­ manna­pen­sjón. Tað merkir, at vit hava fyrr­ver­andi løg­menn og løg­tings­for­menn, sum fáa einar 37.000 krónur um mánaðin í pen­sjón, sum teir hava spart saman upp á átta ár. Men hetta broytti løgtingið efti­r upp­skoti frá Kaj Leo. Nú kosta lands­ stýr­is­fólk í mesta lagi 15 prosent av løn­ini í pensjón. Akkurát sum øll onn­ur. Men hjá tingfólkum heldur gamla skip­an­in fram. Tey fáa tæn­astu­mann­ a­pensjón, og tað tekur 16 ár at fáa full­ an starvsaldur, sum hjá fólk­i annars tek­ur 37 ár. Men í lógini um lønina hjá ting­ fólki stendur, at løgt­ings­for­mað­ur­ in »verð­ur lønt­ur sum løgmaður«. Tí fekk hann 30 prosent meira í løn við hesi broyt­ing. Men tað sum verri er, at hann fram­hald­andi fær tæn­astu­ manna­pensjón, sum er 60 prosent av løn­ini. Tí fær Páll, um hann tilsamans hev­ur átta ár sum tingformaður og lands­stýr­is­mað­ur, 47.565 krónur í pen­sjón tá hann er 60 og restina av lívi­num. Hetta er tað nærmasta vit kunnu koma eyðræning av al­menn­um peng­ um. At løgtingið kann finna upp á nak­að so ørt er totalt langt úti og re­ spekt­leyst. Fyri tveimum árum síðani á­sann­ aði Páll á Reynatúgvu, at broytingar mugu gerast. Men enn er eingin broyt­ing gjørd í hansara pensjón. Ting­fólk hava so ringt við at lata ógóðar frá sær. Ja, makt korrumperar! – Men tit kunnu ikki vera betjent, at fólk­ið skal fáa 1.000 kr í hækking, meðan ting­for­mað­ur­in fær 47.565 kr í pensjón um mán­aðin frá 60 ára aldri! Nú kann Kaj Leo eisini rætta pensjóns-ørskapin í Løgtinginum broytið egnu pensjón fyrst! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Eirikur Lindenskov – Vit hava gjørt allar leigu­ sátt­málar í samráð við Leigu­nevndina, sum hevur góð­kent sáttmálarnar. Tað er eing­in trupulleiki at leiga slík­ar íbúðir út í 11 mánaðir um ár­ið, tá alt er avtalað framm­anundan. Tað sigur Birgir Dam Jac­ ob­sen, sum er ein av monn­u­ num aftan fyri verkætlanina hjá fel­ag­num Mark, sum bygg­ir lestraríbúðir í Markn­ a­gili í Havn. Um vikuskiftið var nógv gjørt burturúr hesum í út­ varp­i­num, og í gjár sendi Meg­in­fel­ag Føroyskra Stud­ enta út eina sera atfinnandi yv­ir­lýs­ing út ímóti ætl­an­ unum. – Vit eru sera keddir av hesi negativu umrøðuni, vit hava fingið, sigur Birgir Dam Jac­obsen. – Verkætlanin er grundað á, at leiguprísurin hjá teim­ um lesandi skal vera so lág­ur sum gjørligt. Men fyri at fáa verk­ætlanina at hanga sam­ an, so er neyðugt við eyka inn­tøk­um, og um summarið ber væl til at leiga út til ferða­fólk, sigur Birgir Dam Jac­ob­sen. 38 íbúðir eru bygdar, og í mai­mánaði koma 58 íbúðir aft­urat. Tá verkætlanin er lið­ug, verða slakar 100 lestr­ ar­í­búð­ir í Marknagili – og í seinna bygg­i­stigi eru eisini 10 pro­sent gjørdar serliga til av­lam­in. Birgir Dam Jacobsen sig­ ur, at tað er eitt sera gott í­skoyti til verkætlanina at kunna leiga hana út sum hot­ ell­køm­ur um summarið. – Men tað er ikki soleiðis, at vit fara at reka hotell. Vit ætla okk­um at gera hetta í sam­ráð við eitt ella fleiri fel­ øg, sum frammanundan hava slík­an rakstur. Vit eru í sam­ rá­ð­ing­um og fáa tí ikki sagt so nógv ítøkiligt um tað enn, sig­ur Birgir Dam Jacobsen, sum er sera harmur av øllum søgu­num, sum verða sagdar um teir. – Eitt nú skrivar Megin­ fel­ag Føroyskra Studenta, at fólk skulu rinda eyka fyri at hava børn í íbúðunum. Hetta er bein­leið­is ósatt, tí tað hava vit ikki droymt um at gera, sig­ur hann. Talan er um ein stóra verk­ætl­an, sum kostar yvir 50 mill­i­ónir krónur, og sum er fíggj­að hjá BankNordik. – Tað er fyri at fáa so góð­ an rakstur sum gjør­ligt, at vit ætla at leiga út til ferða­ vinn­una um summarið – og á tann hátt verður tað eisini bí­lig­ari hjá næmingunum at búgva har hinar 11 mánað­ir­ nar, sigur Birgir Dam Jac­ob­ sen. Leigunevndin hevur góðkent sáttmálarnar Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað hevur alla tíð­ina verið ætl­anin at leiga lestar­ar­í­búð­ir­nar hjá Mark til les­andi 11 mán­aðir um árið og til ferða­vinnuna ein mánað. – Hetta er fyri at gera tað so bíligt sum gjørligt hjá teim­um lesandi at leiga, sigur Birgir Dam Jacobsen, ein av stigtakarunum Birgir Dam Jocabsen harmastu um negativu umrøðuna, sum verkætlanin hjá Mark hevur fingið. Ískoytið, sum Mark fær í inntøkum frá ferðavinnuni fer at gera tað munandi bíligar hjá teimum lesandi at leiga hinar 11 mánaðirnar um árið