mikudagur 27. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 205 - 27. oktober 2004
Nr. 205 - 27. oktober 2004
5
Fýra borgarar, sum
búgva á Egholmstrøð
í Havn, hava vent sær
til limirnar í byggi-og
býarskipanarnevndin
i hjá Tórshavnar
kommunu og borgar-
stjóran, Jan Christ-
iansen, tí teimum
líkar ikki ætlaninar
um at byggja íbúðir
trøðni
MÓTMÆLI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein byggimeistari í Havn
hevur
søkt
Tórshavnar
kommunu um loyvi at
byggja fleiri íbúðir á einum
matr. nr., sum eitur 720b á
Egholmstrøð.
Hetta
er
grundøkið, sum Torvald
Poulsen seldi Tórshavnar
kommunu og læt ágóðan
fara í grunn, sum skuldi
veita styrk til útbúgving av
ungum føroyingum við
listarligum gávum.
Teir fýra borgararnir,
sum nú hava vent sær til
Tórshavnar kommunu, eru
Øssur
Dam
Jacobsen,
Hjalmar Jacobsen, Petur
Egholm og Claus Reistrup.
Málið byrjaði tíðliga á
sumri 2003, tá ið borgarar
við Egholmstrøð frættu
sum leysatíðindi, at byggi-
meistari hevði í umbúna at
byggja íbúðir á trøðni.
Skriv varð sent Tórshavn-
ar kommunu um hetta mál,
25. mai 2003, men ikki fyrr
enn 22. oktober í ár fingu
borgararnir svar. Í svarinum
vísti kommunan á brævið,
sum varð sent næstan hálvt
annað ár frammundan.
- Í brævinum, 22. oktob-
er, upplýsir kommunan, at
ein byggimeistari í Havn
hevur søkt um loyvi at
byggja 10 íbúðir á 74,7
fermetrar og tvær íbúðir á
40 fermetrar.
Teir fýra borgararnir vísa
á, at flestu munnu kenna
grundøkið, sum Torvald átti
á Egholmstrøð, tí hann
hevði ein so vakran urta-
garð á økinum.
Eftir at kommuna hevur
svarað og hevur kunnað um
byggiætlaninar, hava borg-
ararnir enn einaferð vent
sær til kommununa.
– Vit halda ikki, at gøtan,
Egholmstrøð, er egnað til
meira ferðslu. Bilar standa
altíð parkeraðir á vegnum,
og hetta er eitt nú orsaka av
vánaligu parkeringsviður-
skiftunum í Fjósagøtu og
Sornhúsgøtu.
Haraftrat
kemur,
at
parker-ings-
plássið, sum var við baka-
ríið hjá Gunnleivi, er vorð-
ið til privat parkeringspláss.
Borgararnir vísa á, at
vegurin, Egholmstrøð, eis-
ini verður nýttur til spæli-
pláss hjá børnunum, sum
búgva fram við vegnum.
– Jansstovugøta, sum er
framhald av Egholmstrøð
oman til byrgingina við
Rasmus Effersøegøtu, er
ikki gjørdur til ferðslu.
Vegurin er tilsamans 6,85
metrar breiður, og eingin
gonguteigur er fram við
vegnum.
Teir siga, at hóast komm-
unan læt gera fimm par-
keringspláss í Jansstovu-
gøtu, standa framvegis bilar
parkeraðir í gøtuni orsaka
av
teimum
trongu
viðurskiftunum.
– Vit halda, at ferðslu-
viðurskiftini á Egholmstrøð
eru vánalig undir verandi
umstøðum – og koma einir
24 bilar aftrat til tær 12
íbúðirnar umframt vitjandi
bilar, verða ferðsluviður-
skiftini ótolandi.
Í brævinum til Tórshavn-
ar kommunu, 24. oktober,
vísa borgararnir á, at økið
hjá Torvaldi Poulsen altíð
ligið sum ein vakur, grønur
blettur tætt við miðbýin, og
kommunan hevur eisini
brúkt nógvar pengar upp á
at hampa og gera økið mill-
um Rasmus Effersøegøtu
og gamla urtagarðin hjá
Torvaldi grønt og hugna-
ligt.
– Hesi bæði økini tætt
við miðbýin kundu verið
eitt gott dømi um, at Tórs-
havnar kommuna gongur á
odda fyri at skapa skipaðar,
grønar blettir mitt í Havn-
ini, so okkara eftirkomarar
ikki skulu uppliva Havnina
sum ein bý, har alt grønt er
farið undir betong og asfalt.
Borgararnir siga, at teir
síggja fram til, at Tórhavnar
kommuna fer at loysa hetta
málið á slíkan hátt, at
samlaða økið ikki verður
ovbyrjað av ferðslu av
óumhugsaðari íbúðarbygg-
ing, samstundis sum økið
720b framvegis kann vera
ein grønur blettur, ið verður
liggjandi sum eitt vakurt
minni um Torvald Poulsen
og áhuga hansara fyri før-
oysku listini.
Ímóti íbúðarbygging
á Egholmstrøð
- Eg kann vátta, at vit
hava roynt at fingið
hendur á økinum aft-
ur, men higartil hevur
tað ikki eydnast, sigur
Heðin Mortensen,
formaður í byggi-og
býarskipanarnevndin
i hjá Tórshavnar
kommunu
EGHOLMSTRØÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heðin Mortensen er for-
maður í byggi- og búðar-
skipanarnevndini hjá Tórs-
havnar kommunu.
Hann sigur í stuttari við-
merking til málið um Eg-
holmstrøð, sum vit umrøða
á hesi síðuni, at ein samdur
meiriluti í Tórshavnar bý-
ráði hevur verið í samráð-
ingum við eigaran av um-
talaða grundøkinum, sum
er Hanus Olsen, byggi-
meistari.
– Eg kann vátta, at vit
hava roynt at fingið hendur
á økinum aftur, men higar-
til hevur tað ikki eydnast.
Vit eru ikki komnir ásamt
um prís, ei heldur nakað
annað, sigur Heðin Morten-
sen.
Hann vísir á, at eftir at
kommunan hevði keypt
nevnda matrikkulnummar
frá Torvaldi Poulsen, lýsti
kommunan tað til sølu.
12 í búðir
- Hanus keypti matrikkul-
nummarið fyri einum 2-3
árum síðan og søkir nú
kommununa um at sleppa
at byggja 12 íbúðir har.
Heðin Mortensen vísir á,
at kommunan kann ikki
taka matrikkulnummarið
frá manninum aftur, men
hevur áhuga fyri at keypa
tað aftur, um partarnir
koma ásamt um eina lík-
inda avtalu.
– Tað er ein samdur
meiriluti í býráðnum, sum
fegin vil hava økið aftur,
men tað er so ikki eydnast
higartil, sigur formaðurin í
byggi- og býarskipanar-
nevndini hjá Tórshavnar
kommunu.
Hava roynt at keypt økið aftur
- Hanus Olsen, byggimeist-
ari, keypti matrikkul-
nummarið fyri einum 2-3
árum síðan og søkir nú
kommununa um at sleppa at
byggja 12 íbúðir har, sigur
Heðin Mortensen, formaður í
byggi- og býarskipanar-
nevndini
Borgarar, sum búgva á Egholmstrøð, halda lítið um ætlaninar at byggja 12 íbúðir á trøðni. – Okkara eftirkomarar skulu ikki uppliva Havnina sum ein bý, har alt
grønt er farið undir betong og asfalt, siga teir
– Fiskavirkini í útjað-
aranum eru illa fyri
og nú vil Hergeir
Nielsen hava at vita
frá landsstýrismann-
inum í fiskivinnu-
málum, nær ætlanin
er at halda lyftið um
at hækka flutnings-
stuðulin
FLUTNINGSSTUÐUL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Samgongan hevur lovað
at hækka flutningsstuðulin
til fiskaflutning. Men hetta
lyftið hevur hon ikki hildið.
Hergeir Nielsen, løgtings-
maður úr Suðuroy, vil nú
hava at vita, hvørjar ætlan-
ir, samgongan hevur við
flutningsstuðlinum.
Næstu ferð høvi býðst,
fer hann sostatt at spyrja
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum, hvat ætlanin
er við flutningsstuðlinum.
Hann vísur á, at tað kost-
ar 45 oyru at flyta eitt kilo
av fiski um Suðuroyarfjørð,
men at flutningsttuðulin er
14-15 oyru.
– Eyðsæð er, at tað er
kappingaravlagandi
at
virka fisk í útjaðaranum
undir tílíkum umstøðum,
og at ein loysn má finnast
sum skjótast.
Hergeir Nielsen minnir á,
at tíðliga í vár segði for-
maðurin í vinnunevndini
(Hendrik Old, blaðm.), at
samgongan hevði avtalað at
hækka stuðulin.
– Men so var ikki. Eitt
var at játtanin ikki hækk-
aði, men hon lækkaði í mun
til undanfarin ár, sigur Her-
geir Nielsen.
– Í juni mánaða segði for-
maðurin í vinnunevndini, at
nú hevði hann mist tolið, og
at kunngerðin um flutn-
ingsstuðul skuldi setast í
verk fyrsta dagin.
Men so var ikki, og enn
er onki hent við flutnings-
stuðlinum, hóast árið nú er
farið at halla.
Hann leggur afturat, at
sokallaði Suðuroyarbólk-
urin hjá samgonguni hevur
havt ein fund um vinnuligu
støðuna í Suðuroynni, og
tað var 25. mars í ár.
– Nú tveir mánaðar eru
eftir av árinum, tykist flutn-
ingsstuðulin at vera sleptur,
og virkini í útjaðaranum
eru illa við av, at játtaður
stuðul ikki verður útgoldin.
Løgtingsmaðurin vil tí hava
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum at greiða frá,
hvørjar ætlanir hann hevur
á hesum øki, og nær hann
sær seg føran fyri at seta
kunngerðina um í gildi um
at hækkaflutningsstuðulin.
– Nevndin í Starvs-
mannafelagnum
hevur sett sær fyri at
fella bæði meg og alla
býráðssamgonguna í
Havn, sigur Jan
Christiansen
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nevndin í Starvsmanna-
felagnum hevur sett sær
fyri at fella bæði meg og
alla býráðssamgonguna í
Tórshavnar Býráð.
Tað er borgarstjórin í
Havn, Jan Christiansen,
púra vísur í.
– Øðrvísi kann framferð-
in hjá Starvsmannafelagn-
um ikki tulkast, sigur hann.
Jan Christiansen vísir til
ætlanina hjá Starvsmanna-
felagnum, sum varð um-
rødd í Sosialinum í gjár og
sum eisini verður viðgjørt í
seinasta Starvsblaðnum um
at leggja øll trætumál ímill-
um felagið og Tórshavnar
býráð fyri Føroya Rætt.
Í hesum sambandi vísir
Starvsmannafelagið á, at
tað er heilt ógjørligt at sam-
skifta við Tórshavnar Bý-
ráð.
Og felagið hevur enntá
sent øllum býráðslimum
bræv fyri at vita, hvørja
støðu teir hava til starvs-
fólkapolitikkin hjá Tórs-
havnar Býráð.
– Hetta er at fara langt út
um alt sømiligt mark, tí teir
einstøku
býráðslimirnir
hava als onki við starvs-
fólkapolitikkin
hjá
bý-
ráðnum at gera.
Jan Christiansen vísur á,
at Tórshavnar Kommuna er
limur í Kommunala Ar-
beiðsgevarafelagnum
og
nógv av ósemjunum hava
sostatt onki við Tórshavnar
Býráð serskilt at gera.
Og hóast Jan Christians-
en er formaður í Kommun-
ala Arbeiðsgevarafelagn-
um, merkir tað ikki, at hann
bara kann hugsa um Tórs-
havnar Kommunu einsa-
malla. Hann hevur eisini
hinar kommunurnar, og
skattaborgarans pening, at
hugsa um.
Hann vísir eisini á, at tað
ber ikki til, at hann
treytaleyst
skal
bakka,
hvørja fer Starvsmannafel-
agið setir eitt krav fram.
Somuleiðis vísur hann á,
at higartil veit hann bara
um eitt mál, sum er lagt fyri
rættin. Tað er eitt mál, sum
er lagt fyri gerðarrættin,
men har eru tað Starvs-
mannafelagið og Kommun-
ala Arbeiðsgevarafelagið,
sum eru mótpartar.
– Annars síggi eg tað ikki
sum nakað negativt, at mál
verða løgd fyri rættin. Tað
er ómøguligt at samskifta
við Starvsmannafelagið og
tí kann rætturin verða eitt
hent amboð at fáa greiði á
nøkrum ósemjum. Tí havi
eg staðiliga heitt á Starvs-
mannafelagið um at leggja
tær ymsu ósemjurnar fyri
rættin, so at vit fáa tær av-
greiddar.
Borgarstjórin í Han vísir
eisini á, at Starvsmanna-
felagið er heilt burturúr
trupult at samskifta við
afturímóti øllum hinum
feløgunum, hann samskiftir
við.
Misbrúka
Starvsmannafelagið
– Men at nevndin í Starvs-
manannafelagnum nakrar
vikur undan býráðsvalinum
alment hóttir býráðið við
sak-armálum og skrivar bý-
ráðslimum bræv nakrar
vikur undan býráðsvalin-
um, er beinleiðis at mis-
brúka felagið til eitt parta-
politiskt endamál.
– Og tað politiska enda-
málið er at fella bæði meg
sum borgarstjóra og bý-
ráðsmeirilutan sum heild.
Men hetta kemur ikki
óvart á Jan Christiansen.
– Hetta hevur verið mín
greiði varhugi, líka síðani
eg fyrstu fer samráddust
við Starvsmannafelagið, tí
vit hava onki samskifti
havt, uttan at Starvsmanna-
felagið hevur hótt býráðið
við øllum landsins ólukk-
um, makka vit ikki rætt.
Jan Christiansen sigur, at
hetta vísir, hvussu lítil álv-
ari er í nevndini í Starvs-
mannafelagnum.
Hann heldur somuleiðis,
at Tórshavnar Býráð hevur
ein góðan og sunnan starvs-
fólkapolitikk og ger, hvat
tað kann, fyri at skapa
trivnað.
– Ì hesum døgum verður
nógv fólk sagt úr starvi,
bæði hjá tí almenna og í
privatu vinnuni. Men Tórs-
havnar Býráð hevur longu
boðað starvsfólkinum frá,
at næsta ár verður ongin
sagdur úr starvi av fíggjar-
ligum orsøkum, sigur Jan
Christiansen.
Hann sigur, at tað er við
beráddum huga, at býráðið
hevur boðað fólkinum frá
hesum.
– Tað gera vit, tí vit eru
góð við okkara fólk og vilja
ikki skapa ótryggleika, sig-
ur Jan Christiansen.
Í spurningi sínum til landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum, vísir Hergeir Nielsen á, at í 2000 vórðu
3,436 milliónir brúktar til flutningsstuðul, í 2001, var
stuðulin 3,726 milliónir og í 2002 var hann 3,676
milliónir.
Í fjør vórðu 2,5 milliónir settar av á fíggjarlógini til
flutningstuðul, men bara 1,950 millión varð brúkt.
Í ár eru aftur 2,5 millión settar av til flutningsstuðul á
fíggjarlógini.
Samstundis vísir eitt yvirlit, at higartil í ár eru bara
slakar 800.000 krónur brúktar til flutningsstuðul.
Sostatt verður tað so langt frá, at játtanin í ár fer at
verða brúkt upp.
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu stuðulin er
býttur ímillum tey ymsu økini í landinum.
Tað er eisini ymiskt, hvussu stórur flutningsstuðul-
in er fyri hvørt kilo.
Tað sæst, at nógv mesti flutningsstuðulin verður
latin í Eysturoy og har verður eisini nógv mesti fisk-
urin virkaður av tí, sum hevur rætt til flutningsstuðul.
Niðanfyri sæst yvirlitið yvir, hvussu flutningsstuð-
ulin er býttur sundur ímillum tey ymsu økini i landin-
um higartil í ár.
Flutningsstuðul 2004
Stuðul latin higartil í ár, fyri fisk fluttur til hesi øki:
kilo
kr/kg
krónur
Norðoyar
1.922.608
0,07
140.188,64
Eysturoy
4.923.838
0,07
349.199,99
Streymoy
816.320
0,08
67.912,52
Vágoy
876.789
0,06
48.369,25
Sandoy
264.279
0,10
25.225,03
Suðuroy
1.084.182
0,15
167.013,31
Tilsamans 9.888.016
0,08
797.908,74
Royna av øllum alvi
at fella borgarstjóran í Havn
Borgarstjórin í Havn er í øðini inn á Starvsmannafelagið. Hann
heldur, at Starvsmannafelagið er farið út um alt mark. Men
hann sigur, at nevndin misbrúkar felalgið til at renna ørindi
fyri ávísar flokkar í býráðnum
Flutningsstuðulin
í tølum
Samgongan kláraði
ikki at halda sítt lyfti
Hergeir Nielsen sigur hóast samgongan meiri enn einaferð
hevur lovað at hækka flutningsstuðulin, er enn onki hent og nú
vil hann hava at vita, nær samgongan er før fyri at halda sítt
lyfti
C
M
Y
K
5
4