týsdagur 7. november 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í vetur fara tey hjá Hjálpirót at laða rundan
um Løgtingið, og her fara tey at laða við
føroyskum gróti úr Skopun. Tey fara eisini
aftur til Klaksvíkar at gera meira rundan um
Nólsoyar Páll hús
Vilmund Jacobsen
Hjálpirót, sum í apríl í ár hevði 30
ár á baki, hevur nú fingið nýggjan
stjóra.
Torben Schneider, sum var ein
av stovnarunum av fyritøkuni,
hevur valt at siga seg frá sum stjóri,
og í hansara stað er komin Sjúrður
Jacobæus.
Nú Sjúrður tekur yvir stjóra
starvið, heldur Torben Schneider
kortini fram í fyritøkuni sum lands
lags arkitektur.
Sjúrður Jacobæus hevur royndir
sum gartnari, fyrst sum lærlingur
hjá Hjálpirót, og síðan hevur hann
í nógv ár arbeitt í Danmark, har
hann eitt tíðarskeið eisini hevði
egna fyritøku.
Sjúrður er 37 ára gamal. Hann
hevur útbúgving sum gartnari og
teknolog, og hann tók við stjóra
starvinum í Hjálpirót hin 1. nov
ember 2017.
Fleiri um summarið
Í summarhálvuni hava tey, sum ar
beiða hjá Hjálpirót, nógv at gera, og
tá eru vanliga eini 20-25 fólk í starvi
hjá fyritøkuni.
Nakað minni plagar at vera at
gera í vetrarhálvuni, og tá plaga eini
10 fólk at arbeiða hjá fyritøkuni,
men higartil í heyst hevur verið
væl at gera, og ymisk liggur fyri
framman.
- Vit eru í løtuni eini 15 fólk í fyri
tøkuni, og vit arbeiða við at gera
tún, leggja flísar, laða grótgarðar,
seta leykir niður og ymiskt annað.
Enn hevur einki nevnivert frost
verið, men tá tað frystir og kavar,
salta og rudda vit kava fyri stovnar,
fyritøkur og handlar, siga tey hjá
Hjálpirót.
Grót úr Skopun
Í vetur fara tey eitt nú at laða rund
an um Løgtingið, og her fara tey at
laða við føroyskum gróti úr Skop
un.
- Vit fara eisini aftur til Klaks
víkar at gera meira rundan um
Nólsoyar Páll hús. So, vit hava ym
iskt at tríva í, bæði størri og smærri
uppgávur, nú veturin stundar til,
siga tey hjá Hjálpirót, sum nú hava
fingið nýggjan stjóra.
SJÚRÐUR
TEKUR
YVIR EFTIR
TORBEN
37 ára gamli, Sjúrður Jacobæus, hevur nú tikið yvir stjórastarvið í
Hjálpirót, sum ein av stovnarunum, Torben Schneider, hevur røkt. Men,
Torben Schneider heldur fram hjá fyritøkuni sum landslags arkitektur
Hjá Hjálpirót eru í løtuni eini 15 fólk, og tey arbeiða við at gera tún, leggja flísar, laða grótgarðar og ymiskt annað