Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130 Av tí at leiðarar okkara á Barnagarðinum á Mýrunum og á Frítíðarskúlanum við Stórá, eftir fleiri ár í starvið, leita sær nýggjar avbjóðingar, eru tvey størv sum dagstovnaleiðari leys at søkja. Størvini eru bæði fulltíðarstørv og sett at byrja tann 1. januar 2018. Á Barnagarðinum á Mýrunum ganga 94 børn á 2 vøggustovum og 3 barnagarðsstovum. Harumframt er Miðstova, ið veitir tilboð til børn við serligum avbjóðingum. Starvsfólkabólkurin telur uml 30 starvsfólk. Ftítíðarskúlin við Stórá veitir frítíðartilboð til forskúlabørn og børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 86 børn í frítíðarskúla, og starvsfólkini eru 12 í tali. Í Runavíkar kommunu hava leiðarar innan dagstovnaøkið ábyrgd av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum á teirra stovnum. Væntað verður, at leiðarar innan teir karmar og undir teimum treytum, sum stovnurin virkar undir, skapa eitt mennandi umhvørvi fyri børn og starvsfólk. Somuleiðis verður væntað, at leiðarin hevur gott samstarv við foreldur, við leiðarabólk, við kommunalu umsitingina og við aðrar viðkomandi stovnar. Leiðarar vísa til Trivnaðardeildina hjá kommununi, sum leiðir og samskipar virksemið á dagstovnaøkinum og m.a skipar fyri mennandi átøkum fyri dagstovnaleiðarar. Førleikakrøv • Námsfrøðingur • Fyrimunur er um umsøkjarin hevur viðkomandi víðariútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu • Góðan munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika Persónligir eginleikar • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Vera málsøkin og nýhugsandi Setanarviðurskifti sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Leiðarastarvið á Barnagarðinum á Mýrunum verður lønt í stigunum 26-32 og leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum við Stórá verður lønt í stigunum 24-30.  Størvini vera at seta 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Jákup Foldbo, leiðara á Trivnaðardeildini á tlf. 237095. Søk størvini á netinum á www.runavik.fo/leys størv Umsóknir skulu vera Runavíkar kommunu í hendi 14.11.2017. Runavíkar Kommuna Trivnaðardeildin Heiðavegur 26 FO-600 Saltangará Vil tú vera dagstovnaleiðari Runavíkar kommuna søkir eftir tveimum dagstovnaleiðarum