týsdagur 7. november 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
Barnaár
Knút er føddur 5. novembur 1937
á Oyrarbakka. Tað var soleiðis, at
foreldur hansara , Margretha og
Jacob Larsen, giftust inn í Búr
stovu á Eiði, men fluttu seinri til
Oyrarbakka og bygdu sær hús har.
Tað var soleiðis, at bróðir Jacob ,
Óli, hevði keypt eitt gerði á Oyrar
bakka. Um sama mundi skaffaði
hann eitt til bróðurin á sama stað.
Jacob bygdi sær hús við síðuna av
teimum hjá Óla. Hetta hevur verið
1934 -35. Mamma Knút, Margretha,
var ættað frá Gjógv, dóttir Siggu
og Hans J. Johannesen ( Hans J. Í
Gortri). Pápi hansara var ættaður
úr Búrstovu á Eiði, sonur Elsu Lar
sen, ættað av Eiði og Petur Andreas
Larsen, ættaður úr Konoy.
Harry Fonsdal
Tað var fátæksligt mangastaðni
í Føroyum um hesa tíðina, men
tey høvdu tað gott á Oyrarbakka.
Mamman var ófør til hendurnar.
Hon bant og seymaði fyri fólk,
og pápin sigldi. Jákup í Búrstovu
var so heppin, at hann kom í sam
band við Harry Fonsdal, sum í dag
kanska hevði havt heitið: Lands
verkfrøðingur. Jákup fær tann
heiður at vera arbeiðsformaður
fyri Fonsdal, tá ið lendingin, t. d.
í Funningi, varð gjørd, vegur og
lending til Rituvíkar og Bátahylur
úti á Toftum. Hann stóð eisini fyri
vegagerðini Fram í Dal við Gjógv.
Meðan hetta varð gjørt, flyta tey
til Heiðarnar frá 1939 – 1942, og
búgva í einum av teimum ovastu
húsunum í Saltangará. Okkurt av
børnunum fór at ganga í skúla her
hjá Bjarnadal á Glyvrum.
Aftur til Oyrarbakka
Familjan flutti aftur til Oyrar at
búgva. Tey høvdu selt húsini á
Oyri, men leigaðu sær eini onnur
hús á hesum stað eina tíð, til tey
flyta til Fuglafjarðar. Tey ivaðust
eitt sindur í , hvar tey skuldu fara,
til Havnar ella Fuglafjarðar. Fugla
fjørður var so valdur. Pól á Oyri
plagdi t. d. at fáa Petur, bróðir
Knút, at arbeiða hjá sær, t. d. við
at kóka lýsi og frysta sild. Á Oyri
vórðu sildagørn sett av Oyri og
suður um Veðranes. Tað var nógv
sild á firðunum kring oyggjarnar,
eisini í Sundalagnum. Tað var ikki
so sjáldan, at fuglfirðingar komu
til Oyrar at keypa sild, t. d. komu
ein dagin Jógvan hjá Biritu, Jógvan
Leiti, og Christian í Køk við einum
motorbáti hjá Gamla Sámal Peturi
til Oyrar at keypa sild. Christian
var arbeiðsformaður hjá Pidda. Pól
á Oyri legði eitt gott orð inn fyri
Christian um Petur, og hetta kom
væl við, tá ið tey fluttu til Fugla
fjarðar at búgva, tí sælur er tann,
tað góða orðið fellur á.
Flyta til Fuglafjarðar
Í august 1944 flyta tey til Fugla
fjarðar at búgva. Tey keypa húsini
hjá Feilberg og Hildu Mohr. Feilberg
og Jacob høvdu verið við skipinum
Steady í Grønlandi, so teir kendu
hvønn annan. Eftir keypið fluttu
tey niðan í húsini hjá Eliesar Mohr
at búgva. Viðførið hjá teimum var
ført við áttamannafarinum Mort
aranum hjá pápabeiggjanum til
Fuglafjarðar. Tey gistu nakrar dag
ar hjá Gjáar Sofusi og Carolinu.
Gjáar Sofus var beiggi Margrethu.
Knút var hugtikin av teimum stóru
trøunum fram við vegnum, skúl
anum og svimjihylinum, tá ið tey
komu til Fuglafjarðar.
Tey vóru 9 systkin: Jartrud, 16,
Poul Johannus, 14, Petur, 12, Sam
son, 10, Annika, 8, Knút, 6, Harry,
4, Steintór, 2 og Jacoba ikki fødd..
31. okt. varð Jacoba borin í heim.
Jacob í Búrstovu, maður og pápi,
var farin við Verdandi. Óli, beiggi
hansara, var skipari, og við vóru 2
synir hansara, Olaf Martin og Petur
Andreas. Teir fóru av Siglufirði í
oktobur mánaði 1944 og spurdust
ikki afturíaftur - 15 mans sjólótust
við Verdandi. Beint eftir, at Gretha
hevði átt, segði jarðarmóðurin við
hana, at Verdandi var gingin burtur.
Hon lá við Jacobu í føvninginum,
og børnini sótu á eini song dygst
við á sama kamari. Samtíðis sum,
at hetta var ein gleðiløta, so var løt
an vorðin tung, nú pápin ikki kom
afturíaftur. Gretha og Jacoba fóru
á landssjúkrahúsið, tí Gretha var
dottin, áðrenn hon átti, og hevði
meislað seg. Jartrud tók húsið upp
á seg, og Samson og Knút fóru
inn til Kristinu og Hans í Køk at
búgva eina tíð. Gretha var esini
nevnd Einkjan í Fuglafirði. Knút
varð nevndur Knút hjá Einkjuni og
somuleiðis Petur, Petur hjá Einkj
uni. Júst sum tey komu á Toftagarð
at búgva, gjørdist Gretha einkja .
Jacob var bara náttlagdur eina
nátt, so hetta var tungt og dapurt.
Leitað var eftir Verdandi í eina
viku. Gretha var 39 ár, tá ið hon
setti seg niður her í bygdini. Hóast
tey vóru fremmand í bygdini, so
vórðu tey væl móttikin í Fuglafirði
í allar mátar.
Umstøðurnar
Margretha kom aftur til jóla, og
fingu tey oftani góða hjálp frá
bygdarfólkinum. Vinstra hond fekk
ikki at vita, hvat høgra hond gjørdi,
og mundi hetta ivalesyt vera ein
háttur í tí føroyska samfelagnum,
tá ið neyðstøddum skuldi veitast
ein hjálpandi hond. Einum sinni
kom ein lítil smágenta við einum
brævbjálva við 94 krónum, sum
tey skuldu hava. Gretha vaskaði
eisini fisk og fekk um leið 16 kr
fyri hetta um dagin. Gentan hevði
verið og keypt og fekk at vita,
at restin skuldi berast niðan til
Einkjuna. Mangan stóðu íløt t.
d. á trappusteininum, tá ið tey
komu upp um morgnarnar, so
hetta lívgaði um tilveruna. Gretha
vaskaði fisk niðri í kjallaranum
í
Piddasa
handli,
og
børnini
skóru
burturúr,
t.
d.
blóðið,
sum savnaðist í uggunum, tá ið
fiskurin varð kruvdur og flaktur.
Tað var óivað heppið, at tey vóru
flutt
til
Fuglafjarðar
eftir
at
forsyrgjarin var farin Kanska vóru
møguleikarnir fleiri her at koma
undan við enn aðrastaðni.
Húsasmíð og snikkari.
1952 fer Knút at læra til húsasmið
og
snikkara
.
Um
summarið
var smíðað uttandura og um
veturin innandura. T.d. gjørdi
snikkaravirkið hjá Jacob Oluf
kirkjuna í Dali. Teir, sum vóru
í Dali og smíðaðu, vóru Elias
á Skipanes, Elias Joensen, Óli
Abrahamsen, Jacob Oluf Jacobsen
og Knút Larsen. Kirkjan varð
innilokað 1956 og smíðað innan
1957.
Snikkaraarbeiðið
varð
gjørt í Fuglafirði og ført við
útróðrarbátinum Støðini til Dals.
Knút hjálpti t. d. Pola ( Napoleon
Lambaa),
sum
hevði
lært
til
møbilsnikkara
í
Danmark,
at
gera talarastólin, altarborðið og
knæfallið. Poli legði lívsins træ
inn á altarið, skorið í ahorn og
lagt inn í mahogni. Soleiðs kann
ein snikkari , sum hevði góðar
hendur, føra seg fram listaliga
og seta síni spor í nakað, sum er
okkara aðalhyrnissteinur í okkara
trúarverð. Tað prýðið, sum er undir
altarringinum og knæfallinum,
varð smíðað av Erling Hansen,
Erling á Støðini, og Johan Suðring
(Petersen) í smiðjuni í Fuglafirði.
Hetta var tilevnað úr fýrhyntum
jarni, har sirklar í miðjuni høvdu
ein kross, sum riggar stak væl.
Fóturin undir doypifuntinum var
eisini snikkaður til av teimum úr
sama tifari.
Tá ið Knút hevði lært í tvey
ár, var einki arbeiði í eitt heilt ár.
Hann fór aftur til verka 1955 og var
avlærdur nýggjársaftan 1957.
Uttanlands og
annað virksemi
Í 1959 fór Knút niður á Haslev
Handverkaraskúla
og
1962
á
bíbilsskúla í Oslo. Hann arbeiddi
eina tíð í Norra. Beint áðrenn farið
varð til Noregs, blivu Jonna og
Knút trúlovað. Tá ið hann kemur
aftur úr Norra 1964, fer hann aftur
at arbeiða á verkstaðnum hjá Jacob
Oluf, men 1970 fer knút undir sítt
egna snikkaravirki og hevur tað
til 1975. Jacob Oluf vildi fegin hava
hann at koma aftur á sítt virki
og verða drívmegin sum leiðari á
verkstaðnum. Hesum tók hann av
og átti ein triðing av verkstaðnum á
Kambsdali. Í hesum starvi var hann
til 1985, og fór aftur undir sítt egna
virki, sum hann hevði til 2010. Knút
hevur verið ein góður handverkari
og smiður. Tá ið vit bygdu, gjørdi
hann songina hjá okkum, køkin,
gongsskápini, hevur endurnýggjað
stovu,
altanhurðarnar
og
kamarsvindeyguni - alt væl úr
hondum greitt. Ja, tað er ein frøi
fyri eygað at sjá.
Endi
Jonna og Knút giftust 15. august
1964 og fingu 9 børn – 4 gentur og
5 dreingir. Øll hava eina familju
og góðar útbúgvingar. Jonna er
dóttir Tonu og Johan Øre. Mamma
Tonu, Súsanna, var dóttir Gamla
skósa, Sámal Petur Petersen, í
Fuglafirði, og pápi hennara var
Niels Anthonius Smith, sum slerdi
út 6. okt. 1909 í Suðuroyarfirði
við Falkinum . Tona var ikki fødd
tá. Hin systir hennara, Jensina
Ceverina Fredrika Smith, var fødd
3. 1. 1908. Tona- Nicolina Anthonia
Susanna Andrea S. Smith varð fødd
12. 12. 1909. Johan Øre var sonur
Jógvan og Lenu Øre. Lena var dóttir
Elina og Hans Klein á Høvdanum.
Elin var abbasystir greinskrivarin,
og sostatt vóru Johan Øre og Frits
trímenningar. Soleiðis er við ættini.
1959 kom broyting í lívið hjá
Knúti andaliga, tí hann kom til
persónliga trúgv og hevur verið
virkin í missiónini síðani. Hann
hevur verið formaður í stýrinum
fyri Thabor í eini 10 ár og sat í
stýrinum í fleri ár. Somuleiðis í
stýrinum fyri heimamissiónina
og onkuntíð sum næstformaður í
nøkur ár.
Hjartaliga til lukku við teimum
áttati árunum.
Vinaliga
Frits
NØVN
Knút Larsen,
áttati ár 5. novembur