Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 10. november 2017 Landskassin kann spara hundrað­tals milliónir, um tingfólk javnseta sína egnu pensjón við Í blaðnum í dag gjøgnumganga vit lø­nar­við­ ur­skift­ini hjá okkara kosnu fólkum á tingi og í landsstýri. Høvið er, at landsstýrið hevur lagt fram ta nógv umrøddu pensjónsnýskipanina, sum skal vera fíggjarliga trygd fólksins í ell­is­árum. Har eru framstig, og har eru afturstig. At pen­sjónin um trý ár skal hækka ein tús­ und­krónu­seðil er ikki júst tað, ið fólk høvdu í­mynd­að sær í eini »penjónsnýskipan«. At pensjónsaldurin hækkar eitt ár um nøk­ u­r ár, tað var væntandi. Her munnu fram­tíð­ar­ inn­ar politikarar fara at taka meira rívan til – og áðrenn vit varnast, verð­ur pen­sjóns­aldurin 70 ár. Vit liva longri og liva betur, so hví skulu vit knarra um tað? Men pensjónsaldurin hækkar ikki hjá øll­um. Og slett ikki hjá teimum, sum ætla at hækkara okkara pensjónsaldur. Løg­tings­fólk hava gjørt sær sína heilt serligu pen­sjóns­ skipan, sum í ávísum førum tryggjar teim­um 60 ára pensjónsaldur. Annars 67. Ting­fólk spara saman til fulla pensjón upp á 16 ár, meðan onnur fólk brúka 37 ár fyri at náa tað sama. Undanfarna samgonga broytt við­ur­skif­t­ ini hjá landsstýrisfólki, sum framman­und­an kundu spara saman til fulla pensjón upp á einans 8 ár! Hetta hevur lagt og leggur framvegis sera tung­ar byrðar á landskassan. Harumframt er tað beinleiðis ósømuligt, at politikarar gera sær serskipanir, sum fólkið ongan verð­ins kjans hevur at fáa. Vit hava í blaðnum roknað nøkur dømi. Um tingfólk fingu 15 prosent í pen­sjóns­inn­gjaldi í staðin fyri tæn­astu­manna­ pen­sjón­ina, so høvdu tey eftir 8 árum kost­að landskassanum 545.270 krónur í pen­sjóns­inn­ gjaldi. Men við tænastumannapensjónini, sum ting­fólk hava, so hava tey tryggjað sær eftir 8 árum í tinginum 13.632 krónur í pensjón um mán­aðin frá 67 ára aldri og restina av lívin­ um. Siga vit, at tingfólk í miðal liva 20 ár sum pensjónistar, so kosta hesi tingfólk í dag 3,3 mill­iónir sum pensjónistur – pluss tað, at hetta er ein skylda, sum liggur og bíðar eftir lands­ kassa­num. Soleiðis kostar eitt slíkt tingfólk lands­kass­a­num 2,7 milliónir krónur meira. Hetta má sjálvandi broytast. Løgtingið og landsstýrið kunnu ikki vera betjent at gera slíkan mannamun. So broytið tykkara pensjón áðrenn tit broyta okkara! Seinastu mánaðirnar hevur kjak tikið seg upp um nógvu pitsabakkarnar, ið liggja og sløð­ast í býnum hvørt vikuskiftið. Tórshavnar komm­una hevur eisini ásannað, at tey hava stór­ar trup­ ul­leikar av hesum, men nú metir kommunan loks­ins, at tey hava funnið eina møguliga loysn. Tað skrivar kommunan á heimasíðuni. Ásannandi at verandi ruskíløt í býnum bert kunna taka avmarkaða nøgd av pitsabakkum, hev­ur kommunan tikið stig til at seta eyka rusk­íløt út um vikuskiftini, ið eftir ætlan fara at standa í økinum millum Steinatún, Vaglið og Vágs­botn. – Kommunan vónar, at fólk fara at nýta rusk­í­løtini og at ongir tóm­ir pitsa­bakk­ar verða at síggja í havn­ar­gøt­ um, nú vit nærk­ ast jólum, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Hvar er nýskipanin fyri tingfólkini? Í hernað í móti pitsabakkum tórshavnar kommuna Les eisini blaðið á telefonini Absurd kvøld í Pest Høgni Djurhuus baksíðan Fyrsta Højgaard- ættin í Rituvík Siðsøga síða 26-27 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri – Íverksetanarmentanin er í blóma, og hug­ skotini er mong, men ein avbjóðing er ofta vantandi fígging, sum skal til fyri at hug­ skotini kunnu gerast veruleiki. Hetta átak er tí eitt heilt serstakt høvið og tað fyrsta av sínum slagi í Føroyum, har fólk kunnu royna seg, og koma eitt stig víðari við teirra verk­ætlan. Íverksetarahúsið Hugskotið í Havn skrivar, at Aulan í Finsen í Havn verður 23. november karmur um íverksetan og innovatión, har ljós verður varpað vinnulív og íversketan við átakinum “Mítt hugskot 17”: – Tað sum ger hetta tiltak serstakt er, at íverk­setar og fyritøkur fáa fimm minuttir hvør at selja sítt hugskot framman fyri fyri einum paneli við royndum vinnulívsfólkum. Kendi íverksetin og íleggjarin Jesper Buch kemur saman við trimum føroyskum vinnulívsfólkum, sum eru Rúnar Reistrup stjóri í Vodafone, Poula Michelsen stjóri í PM Holding og Ólavur Ellefsen stjóri í Tøkni at verða karmur um panelið. Øll sum hava eitt hugskot, og kundu hugs­að sær at roynt seg framman fyri pan­ el­i­num, kunnu melda seg til, við at senda ein teldu­post til hugskotid@torshavn.fo har eitt til­meld­ingargjald verður útflýggja. Tað eru íalt seks hepnir íverksetarir, sum sleppa framat panelinum og harvið fáa møguleika at fáa pening og ráð­gev­ing til teirra verk­ ætlan. Ætlanin er at tiltakið skal gerast eitt aft­ ur­vend­andi tiltak. Endamálið er at menna um­støðurnar hjá íverksetum og at seta fokus á íverksetanarmentanina í Føroyum. Til­ melding í seinasta lagið mánadagin 13. Nov­ ember 2017 kl. 12.00 og er alment og ókeypis. Íverksetin og fyrilestrarhaldari Jesper Buch er ein av mest framgongdarríku vinnu­ lívsmonnum í Danmark. Hann er mill­um annað stovnari av ein av størstu talgdu handilspallum í heiminum Just-Eat. Eisini kenna vit Jesper Buch frá donsku send­ irøðini “Løvernes hule” har hann er viðvirkin sum íleggjari. Jesper Buch hevur eisini givið út bókina “KICK-ASS- Fra kælder til milliard” har hann greiðir frá hvussu hann byrjaði sum íverkseti. »Mítt hugskot 17«