hósdagur 9. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
4
Vit eru komin inn í myrku tíðina og hava
flutt klokkuna ein tíma aftur.
Klók fólk hava einaferð hildið, at tað
er ómetliga smart at flyta klokkuna
aftur ella fram tvær ferðir um árið.
Tá ið hetta bleiv sett fast inn í
skipanina var tað tí, at myndugleikarnir
eftir ráðføringum frá serfrøðingum
komu til ta niðurstøðu, at hetta geniala
trekkið fór at spara samfelagnum orku.
Í dag møtir tú sjálvdan fólki, sum
halda at hetta er skilagott.
Nú eru tað alt fleiri sum siga, at
klokkuflytingin millum summartíð og
vetrartíð ger meira skaða enn gagn. Tað
noyðir innara urið hjá okkum at tillaga
seg tí, sum onrkir smartir skrankiapávar
funnu uppá fyri nøkrum árum síðani.
Íslendingar hava tikið avgerð um,
at teir fylgja ikki hesum flytarínum og
flyta ikki klokkuna, men hava somu tíð
alt árið.
Hetta er ikki nakað stórt mál, men vit
hava tikið hetta til okkum úr Danmark,
sum so mangt annað.
Lat meg bara siga tað beinanvegin, at
eg havi búð nógv ár í Danmark. Danska
samfelagið er ómetaliga væl skipað og
virkar væl. Donsku skipanirnar eru
gjørdar til danska samfelagið og ikki tað
nógv minni føroyska.
Tí skilji eg illa, at nógvar av hesum
skipanum eru kroystar niður yvir
høvdið á okkum føroyingum.
Veit sjálvandi, at akademikararnir,
sum ganga á odda við slíkum skipanum
hava nomið sær útbúgving í Danmark,
men kenni eg danskar lærustovnar rætt,
so læra tey flestu at hava krtiskt atlit til
allar skipanir.
Í Føroyum er tað sum, at bara tað er
danskt og riggar í Danmark, so skal tað
innførast í okkara meira enn 100 ferðir
minni samfelag. Óndir tankar stinga
seg viðhvørt upp og siga, at hetta fyrst
og fremst verður gjørt fyri at skapa
arbeiðspláss til okkara fólk við hægri
útbúgvingum.
Politiska skipanin letur seg mangan
taka sum gíðslar í slíkum spæli, tí tá ið
landsstýrisfólk og tingfólk spyrja seg
fyri, hvusssu ávís mál skulu loysast, so
fá tey altíð eitt svar um, at tað kostar so
og so nógv og krevur so og so nógv fólk
afturat.
Føroyska samfelagið er so
gjøgnumregulerað, sum nakað annað
samfelag. Lógirnar eru óteljandi, men
evnir og orka at fyrisita lógirnar, gera
kunngerðir og annað, sum hoyrir til,
finnast ikki.
Vit eru ov fá.
Merkiligt at ongin politikari
ella politiskur flokkur setir sær
sum endamál at gera lítla føroyska
samfelagið einfaldari. Tryggjar, att talið
av almennum starvsfólkum minkar
og annars syrgir fyri rationalisering á
øllum økjum,
Onkur politikari hevur onkuntíð
nevnt hetta, men so skjótt tey koma inn
um gáttina í Tinganesi, so eru tey partur
av skipanini.
Tá kann ongin sigast upp hjá tí
almenna, tí so steðgar samfelagið.
Vit hava búskaparliga góðar tíðir
og verður lurta eftir politiskum
orðum, so er tað nú vit skulu
taka okkum um reiggja og
rationalisera.
Men megna vit tað?
Val nærkast og
hetta fer kanska
at kosta onkrum
atkvøður, so kanska
er best at lata
standa til og vóna at
onkur annar tekur
handskan upp eftir
eitt væl.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Alt er fantastiskt, og
eingin er glaður, ikki sannheit?
Hesa vikuna hava
sjúkrarøktarfrøðingar
hert verkfallið og tí er
deildin B7 latin aftur.
Eitt annað
verkfall spøkir, nú
Pedagogfelagið
ikki er nøgt við
samráðingarnar við
Fíggjarmálaráðið.
Kirkjuráðsval var í vikuni,
har 156 fólk vóru vald
í tey 22 kirkjuráðini,
sum høvdu val.
Fyri fyrstu ferð er talið
á ferðandi umvegis
Vága Floghavn farið
uppum 300.000.
Eftir kirkjuráðsvalið
staðfesti biskuppur, at
aðalorðaskifti verður í
næstum um signing av
samkyndum í kirkjuni.
- Eingin mismunur
verður gjørdur á fólki í
fólkakirkjuni, sigur Jógvan
Fríðriksson um
støðuna.
Verkfall
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
nýggj partafeløg
eru nú stovnað
10
Tað er neyvan nakar ivi um, at verk
fallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og
somuleiðis møguleikarnir fyri einum
komandi verkfallið hjá pedagogunum
hevur verið nógv umrøtt seinastu vikuna.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útnyrðingi, 10 til 15
m/s, um kvøldið og náttina
øtlar hann í strúk í vindi upp í
skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið
og ælaveður, leygarnáttina
møguliga vátaslettingur ella
kavi. Hitin millum 2 og 6 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av útnyrðingi og norðri,
10 til 15 m/s, eitt skifti upp
í skrið í støðum, 20 m/s. Um
náttina makar hann í gul til stívt
andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið
og okkurt vátaslettings- ella
kavaæl. Hitin millum 1 og 5 stig.
Strúkur í vindi upp í skrið av
útnyrðingi og norðri, 13 til 18
m/s. Samdrigið og ælaveður,
lutvíst vátaslettingur ella kavi.
Hitin millum 2 og 6 stig.
10-15 m/s
10-15 m/s
13-18 m/s
Um orðið sigur Sprotin
Verkfall
tað at arbeiðsfólk í felag leggur niður arbeiði sum
mótmæli (serst. móti arbeiðs- og lønarviðurskiftum), streika
1, fara í verkfall; vera í verkfalli
Visti tú?
At Kvinna skal hava
nýggjan blaðstjóra?
Tað er ikki neyðugt at stongja øll tey
ungu í Føroyum inni. Tað eru onnur
ting, sum kunnu rigga minst líka væl.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!