Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 205 - 27. oktober 2004 Nr. 205 - 27. oktober 2004 11 Samgongan fer at viðgera spurningin um at lækka oljuavgjaldið. Tað er Marjus Dam, tingmaður úr Vágum, sum nú vil hava samgonguna at lækka oljuavgjaldið. Ting- maðurin heldur, at tað hevur so stóran týdning, at oljuavgjaldið lækkar, at eftir hansara tykki hevði tað verið betur at bíða í eitt ár við fráboðaða skattalættanum, um so var, at oljuavgjaldið kundi verið heilt av- tikið ístaðin. Lat tað verða sagt alt fyri eitt, at hetta er eitt sera áhugavert uppskot, og hava vit áður í hesum teigi mælt samgong- uni til tað sama. Samgonguflokkarnir ætla at koma við ein- um skattalætta, sum ikki er serstakliga væl- dámdur í almenninginum sum heild. Orsøkin er sjálvsagt, at hesin skattalætti mest gagnar teimum høgu inntøkunum. Hinvegin vildi ein lækking av oljugjaldin- um komið øllum væl við - ikki mist lág- inntøkubólkum og pensionistum. Olju- gjaldið er ikki sørt ómoralskt. Sum vit áður hava víst á her, er upprunaliga endamálið við hesum avgjaldi langt síðan burtur. Hetta hevði nakað við oljukreppuna í 1973 at gera. Nógv vatn er síðan runnið í áir, og tað er sera torført at finna nakra haldgóða grund fyri hesum avgjaldi. Hartil kemur, at soleiðis sum avgjaldið er skipað, fær lands- kassin meira og meira inn við hækkandi oljuprísunum. Sostatt vendir hetta avgjald- ið tunga endanum niðureftir. Tað er sjálvsagt eingin løtt avgerð at ganga frá lyftinum um skattalætta, so vit siga ongan ringan fyri ikki at gera tað, hóast ein loysn við oljugjaldinum er eitt upplagt og nógv betri alternativ. Hinvegin eru fortreyt- irnar fyri tí lovaða skattalættanum heilt nógv broyttar, síðan hetta lyftið í valstríð- sins lættsinni varð givið. Tað er lítið at ivast í, at fólk høvdu skilt og fyrigivið, um tey fingið nakað annað og munabetri í staðin. Tískil er uppskotið hjá Vágatingmanninum eitt sera áhugavert uppskot, sum sam- gongan átti at viðgjørt í størsta álvara. DAGSINS MEINING Sosialurin Áhugavert alternativ VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Verkstað til tey, sum hava sálarliga sjúku Halla Samuelsen valevni hjá Javnaðar- flokkinum Einki verkstað er til tey, sum hava sálarliga sjúku, og er stórur tørvur á einum slíkum stað. Høvdu vit havt eitt verkstað til tey, kundu fleiri havt eitt arbeiði at farið upp til hvønn morgun. Tey høvdu fingið meira innihald í lívinum, sosiala samveru og eitt virðiligt lív. Fólk flest halda, at tað er ein sjálvfylgja at hava eitt arbeiði at fara upp til hvønn dag. Men soleiðis er tað ikki hjá fleiri av teimum, sum hava sálarliga sjúku. Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna, og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at útvega hesum fólkum eitt verk- stað. Fái eg tín stuðul til bý- ráðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera umstøðurnar hjá teimum, sum hava sálarliga sjúku, betri. So skal eg gera mítt til, at hetta mál verður loyst skjótt og væl. VAL04 Meta C. Palle Fyri mær er ein góð kommuna eitt stað, har borgarar í øllum aldri skulu kenna seg tryggar, eisini á heilsuøkinum. Tí skal eisini arbeiðast fyri at talið á kommunulæknum er nóg stórt í mun til fólkatalið. Vit vita øll, at tað er sunt at brúka kroppin. Børnini skuldu tí fingið størri møguleikar at súkla til og úr skúlanum. Hetta kann gerast við at gera fleiri súklubreytir. Tey eldru eiga øll at hava møguleika at kunna flyta í minni íbuðir- møguliga vardar. Ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum hava hug at fara í býin um vikuskiftini, eiga at hava eitt dansistað, ið er undir eftirliti av voksnum fólki. Kommunan er nú blivin so stór, at tørvur eisini er á fleiri herbergum til fólk, ið onga aðrastaðir hava at fara. Hetta vóru nøkur av málunum, eg kundi hugsa mær at arbeitt við. Hvat er ein góð kommuna VAL04 Anna Maria Persson Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Havnin eigur at hava eitt stadion til frælsan ítrótt. Býráðið hevur áður sett pening av til stadion, men av ymsum orsøkum er ætlanin enn ikki vorðin veruleiki. Innan frælsan ítrótt hevur serliga renning verið í stórari menning seinastu árini. Vit síggja, hvussu mong í øllum aldri luttaka í teimum kappingum og til- tøkum, sum verða gjørd. Við eini rennibreyt verða møguleikarnir betri hjá fólki her í býnum, og serliga fyri børnini gerast umstøðurnar munandi tryggari, tá tey sleppa undan at renna úti í tí nógvu ferðsluni. Við einum stadion til frælsan ítrótt fáa eisini skúlarnir í kommununi góðar møgulleikar at undir- vísa í hesi grundleggjandi ítróttargrein, og gjørligt verður at taka uppaftur skúlaítróttarkappinganar í frælsum ítrótti, sum vóru ser væl umtóktar fyri nøkr- um árum síðani. Í kjakin- um, sum var, tá ætlanin um rennibreyt rundanum Tórs- vøll varð broytt, stuðlaðu umboð fyri skúlarnar í Havn ætlanunum um at fáa rennibreyt. Eisini fyri elituítróttin er neyðugt at fáa eitt stadion til frælsan ítrótt. Umstøður- nar at venja renning, kast og lop eru nógv verri her hjá okkum enn í granna- londunum. Allar oyggjar- nar, sum eru við í Oyggja- leikunum, hava uttan und- antak í hvussu er eitt væl- virkandi stadion. Hóast hetta, so eru dømi um før- oyingar, sum hava vant her heima og hava fingið góð úrslit í rennikappingum bæði her og uttanlands. Verða umstøðurnar at venja betri, kunnu vit rokna við enn betri úrslitum. Skulu føroyingar av álvara klára seg væl í altjóða kapping- um, so er mest líkt til, at tað verður í einstaklingaítrótti. Næstu Oyggjaleikir verða komandi summmar í Hetlandi. Skulu vit hava Oyggjaleikirnar aftur í Før- oyum verður kravið: Stadi- on í Havn. Eitt stadion í Havn er eisini eitt lið í ætlaða heilsupolitikkinum í land- inum. Allir borgarar, eldri sum yngri, kunnu fáa gleði og gagn av tí. Stadion í Havn VAL04 Alvin Joensen valevni fyri Javnaðarflokkin í Vági Tað er ikki bert Ingeborg sum kann avbyrgja suðring- ar. Landsins myndugleikar eru eisini ein stór hóttan. Smyril má undir ongun umstøðum seljast tey fyrstu 2 árini, eftir at nýggi Smyril er komin. Barnasjúkurnar kunnu verða nógvar við tí nýggja skipinum, og eisini skal hann til eftirlit eftir stuttari tíð. So tað fyrstu tíðina verða vit noyddir at hava eitt avloysara skip um Suð- uroyar-leiðin skal kunna fungera. Í hesum tíðarskeiði kundi han m. a. verði brúktur til at flyta ferskan fisk av land- inum tá hann ikki verður brúktur til avloysaraskip. Tað hevði víst, at Suður- oyggin eisini er ein partur av landinum. Tað kan ikki verða so umráðandi at sleppa av við hetta vælsignilsi, sum hev- ur verið lívsæðrin hjá Suð- uroyingum í mong mong ár. Man má verða glaður, um tað man hevur og frøast um tað sum kemur aftrat. Nú verða suðringar aftur gíslar Bjarti Mohr Býráðslimur Fólkaflokkurin X við A Samgongan í Tórshavnar Býráð hevur sett barnafrá- dráttin upp til kr. 5000 fyri komandi fíggjarár 2005. Eitt uppskot frá minnilut- anum um at geva systkina- frádrátt í samband við barnaansingina var ikki samtykt. Uppskoti um systkinafrádrátt er gott og væl meint, men tað hevur ein ójavna við sær og er ringt at umsita. Ein størri barnafrádráttur kemur hin- vegin øllum barnafamiljum til góðar og hann er gald- andi fyri børn og hálv- vaksin heilt upp til 18 ár. Tað man kosta líka nógv at hava tannáringar við hús sum at hava børn í barna- garði. Ein størri barnafrádráttur kemur altíð teimum lægst løntu til góðar, ímeðan ein systkinafrádráttur ikki altíð ger tað. Við hesum 5.000 kr. pr. barn hevur Tórshavnar Kommuna ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum. Fólkaflokkurin hevur í sitandi samgongu verið við til at loyst barnaansingina. Vit koma framhaldandi at virka fyri at barnafamiljur fáa so góðar umstøður sum gjørligt og at øll fáa somu tilboð her í kommununi. Fólkaflokkurin – ein virkin flokkur. Barnafrádrátturin verður 5.000 kr. VIÐMERKINGAR VAL04 Jan Christiansen borarstjóri Nú býráðsvalið nærkast, verða alt fleiri og fleiri val- greinar í bløðunum. Tey nógvu valevnini bjóða seg fram, við at lova eittvørt, um tey ella teirra flokkur verður valdur. Men tað sker ein í eyg- uni, at býráðslimirnir í Tórshavn, ið umboða minnilutan, eru sera nega- tivir og mest sum bert finn- ast at. Eg hadi, at tað má vera maktarloysi, tí veljarin ynskir vælsaktans positivar og konstruktivar býráðs- limir, heldur enn nakrar, ið minna um grátandi barna- konur. Ferðin hevur verið stór, men.. Nógv er gjørt seinatu árini í Tórshavnar Komm- unu. Onkur heldur at ferðin hevur verið í so stór, men tá hugsa verður um, at tað, ið gjørt er, er goldið, og har- aftur at øll skuldin hjá kommununi er fyribeind, so ger tað minni um ferðin er í meira lagi. Fyri at tríva í nakað av tí í gjørt er, kann nevnast: • Skuldin niðurgoldin • Barnaansing til øll børn • Hægsta barnafrádrátt í Landinum • Fleiri heim til tey gomlu • Útstykkingar til 590 bústaðir • 34 nýggj vinnustykki • 2 nýggjar ítróttarhøllir • Skateboard park • 4 smærri graslíkisvøllir • Rein Havnarvág • Nýtt endurnýtslupláss • Fleiri vegagerðir • Fleiri rundkoyringar • 180 nýggj parkerings- pláss • Bátahylurin á Signabø • Bátahylurin á Argjum • Skúlabygging og ábøtur Ein kundi nevnt so nógv annað, ið er gjørt í hesum valskeiði, so hví ikki glað- ast um tað, ið gjørt er, held- ur enn at grenja av berum máttloysi. Betur er bøtandi hond enn spillandi tunga VAL04 Katrin Dahl Jakobsen Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Hóast vit við lóggávu hava álagt okkum sjálv- um, at skúlin skal vera fyri øll, og tað málið skulu vit halda fast um, so vita vit, at veruleikin er ein annar. Tað eru næmingar, sum lítið og einki fáa burtur úr skúla- gongdini, og tað hóast teir eru vanliga gávaðir. Sum er, so røkka til- boðini í fólkaskúlanum ikki hesum næmingum, sum ofta hava innlær- ingar- og atferðartrupul- leikar. Orsøkirnar kunnu vera so mangar, men stava ofta frá nervandi hendingum í lívinum. Fyri teimum gerst verð- in bara so mikið fløkt, at vanligar avbjóðingar, sum tað at vera í einum felagsskapi, er sera trup- ult, og ofta eru tey til ampa fyri undirvísing- ina og flokkin tey ganga í. Hesi børnini mugu vit taka okkum av, soleiðis at eisini tey fáa hóski- ligar og mennandi av- bjóðingar, sum kunnu gera tey før fyri at vera í valigum skúlaflokki. Dømi eru um, at man sum neyðloysn hevur sent hesi børnini av landinum á skúla ella stovn. Men tað er ov lætt sloppið og ósømiligt bert at betala hesi børn- ini burtur úr eygsjón og feia trupulleikan undir teppið, heldur enn at samla, skipa og styrkja tann førleika vit sjálvi hava. Nú hava røddir verið frammi um, at seta á stovn ein heildagskúla í Tórshavnar kommunu. Slíkir skúlar eru vanligir aðrastaðni og fevna um frálæru, frítíð og við- gerð í eina tíð, alt eftir tørvi hjá tí einstaka. Endamálið er sjálvsagt, at næmingarnir verða styrktir soleiðis, at tey aftur kunnu gerast partur av vanliga fólkaskúlan- um. Hugskotið er áhuga- vert, men krevur, at tann múrur, sum í dag er millum almanna- og skúlaverk verður brotin niður, tá bæði hesi verk- ini koma at hava sín leiklut í slíkari skipan. Ansast má eisini eftir, at hetta ikki verður eitt hent avreiðingarstað hjá skúlaleiðslum av at- ferðartruplm næming- um, men eitt stað, sum skúli og foreldur í felag velja, tí einki annað bar til. Hóast slík loysn verður vald, so eiga leiðslurnar at vita, at tær framhaldandi "eiga" næmingin. Tað er um- ráðandi, at vit ikki aftur fara at gera ein B-skúla, sum fer at vaksa seg stóran, tí ov lætt er at senda næmingar frá sær. Tað er hóast alt í vanliga fólkaskúlanum, at størsta orkan skal leggj- ast í, at brynja okkara børn til samfelagið. Eis- ini hesi børnini. Javn- aðarflokkurin vil vera við til at skipa skúlavið- urskiftini í kommununi soleiðis, at eingin dettur niður ímillum. Heildagsskúli Johan Mortensen Valevni Tjóðveldis- flokksins til Býráðsvalið "Vín gleðir mannin" sigur Prædikarin " Eitt gott glas av reyðvíni ella ein nýtappaður Restorffs ølur er gott fyri heilsuna og eg vildi unt øllum okkara eldru á Ellis- heimum og stovnum í Havn eitt gott glas aft- urvið døgurðanum hvørt kvøld, um fólk væl at merkja hava hug til tess. Vín og øl við máta skapa hugna og trivna og sjálv- andi skal Býráðið gjalda fyri løgin, tað er tað minsta. Kanningar vísa at fólk sum moderat njóta eitt glas liva longri enn avhaldsfólk. VAL04 Gott Vín og øl til okkara eldru VAL04 Skúlin, granskingin og fiskivinnan í fíggjar- lógaruppskotinum 2005. Heidi Petersen løgtingskvinna Til eina fíggjarlóg hoyrir eisini ein yvirskipaður poli- tikkur, ein politisk raðfest- ing og nøkur innsatsøki, sum tingið kann viðgera og siga sína hugsan um, so landsins leiðsla veit, hvat hon hevur at halda seg til í komandi tíðum. Í so máta er onki at hóma í hesum fíggjarlógarupp- skotið fyri 2005. Mest leys- ir endar og ymisk signal úr ymsu stýrunum. Her vanta visiónirnar, her vanta grundgevingarnar og her vanta tey politisku mál, ætlanin er at røkka. Fólkaskúlin Fólkaskúlin hevur fingið játtan um fleiri pengar í komandi ári, og er tað at frøast um, men vit vanta framvegis eitt orðaskifti um innihaldið í fólkaskúlanum. Hvørji krøv seta vit, hvat vilja vit við fólkaskúlanum og hvussu kunnu vit alla tíðina menna skúlan, so- leiðis at hann er tíðarhósk- andi? Kundi hugsað mær at spurt landsstýrismannin í mentamálum eitt nú, hvussu nógvar fleiri undir- vísingartímar fáa vit til næmingar við at økja játt- anina til fólkaskúlan við hesum 7 mió. kr.? Nær sleppa vit at tosa um innihaldið í skúlanum og ikki bert um kr. og oyru? Mentunarnevndin var á vitjan í Álandi í síðstu viku. Vitjaði m.a. ein vanligan fólkaskúla í Mariehamn við 260 næmingum frá 1. til 6. flokk. Pedagogiska grund- arlagið undir allari undir- vísingini var tann vitanin, sum heilagranskarar hava víst á, at "Hippocampus" - tann parturin av heilanum, sum stendur fyri allari vitanini - er stýrdur av lysti ella hugi. Tað er væl ikki so ókent, at so er, men í Álendska skúlanum hava tey til fulnar tikið avleið- ingarnar av hesi vitan og hava skipað alla undirvís- ing við hesum fyri eyga. Á fíggjarlógini eru av- settar stórar upphæddir til íløgur í skúlar kring landið. Hetta er í góðum samsvari við tað ætlan, undanfarna samgonga stakk út í kortið, og eri eg sera fegin um, at hildið verður fram eftir sama leisti: Fiskivinnuskúl- in í Vestmanna og Tekniski skúli í Klaksvík við 3 mió., skúladepilin í Markangili við 6 mió. og Miðnáms- skúlin í Vági við 23 mió. Men her restar í. Hvar er Lista- og ítróttarskúlin í Sandoy vorðin av? Ella er hetta ein beinleiðis ábend- ing um tað visiónsloysi, henda samgonga stendur fyri? Ber tað í veruliga til at útihýsa eini heilari oyggj frá sam-felags-menningini? Eisini her er tørvur á einum orðaskifti um inni- hald á hesum skúlum. Men gott í teg, landsstýrismað- urin, lat ikki sjónarringin vera so trongan, at hann bert vendir í ein land- Framhald á síðu 13 Frá hóttan til møguleika C M Y K 11 10