Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. november 2017 sosialurin 131 10 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað er løgtingslóg, sum ásetir løn og eft­irløn hjá landsstýrisfólki. Sein­asta broytingin varð framd 15. septmber í 2015, tá Aksel V. Jo­ hanne­sen lýsti lógina, sum løg­ting­ ið samtykti í mai 2014. Fleiri broytingar vórðu tá gjørd­ ar eft­ir tilmæli frá undanfarnu nevnd­ini, sum lat inn álit nýggj­ árs­aftan í 2012. Størstu broytingarnar vóru í løn­ar- og eftirlønarsamsýningini. Eftir galdandi lóg fær løgmaður eina mánaðarliga samsýning, sum er 130 prosent av 40. lønarflokki hjá tæn­astumonnum landsins. Lønin hjá lands­stýr­is­fólki er 110 pro­sent av 40. lønarflokki hjá tæn­astu­ monn­um landsins. Lønartalvan hjá tæn­astu­monnum landsins er sein­ast javnað tann 1. oktober 2015, og svar­ar 40. lønarflokkur til eina mán­að­arløn á kr. 60.980,74. Mánaðarlønin hjá løgmanni er 79.275 krónur um mánaðin, sum er 951.300 krón­ur um árið. Mánaðarlønin hjá lands­stýr­ is­fólki er 67.079 krónur, sum er 804.946 krónur um árið. Áðrenn lógarbroytingina fekk løg­maður eina mánaðarliga sam­ sýn­ing samsvarandi 40. lønarflokki hjá tæn­astu­monnum landsins, sum er góðar 62.000 krónur, meðan lands­stýr­is­fólk fingu samsýning samsvarandi 38. lønarflokki hjá tæn­astu­monnum landsins, sum er slak­ar 53.000 krónur. Áðrenn lógarbroytingina í 2015 fingu løg­maður og landsstýrisfólk, um­framt lønarsamsýningina, út­ gold­ið skattafrítt borðfæ. Løg­ mað­ur fekk í 2012 útgoldið umleið 85.000 krón­ur sum borðfæ um ár­ ið, með­an landsstýrisfólk sama ár fingu útgoldið umleið 28.000 krón­ ur hvør sum borðfæ um árið. Hetta er nú strikað. Hevur løgmaður fastan bústað utt­an fyri høvuðsstaðarøkið, kann hann flyta til høvuðsstaðin í ein bú­stað, sum landið rindar. Viðvíkjandi lands­stýr­is­fólk­ u­num, so kann løgmaður játta lands­stýr­isfólkum endurgjald fyri út­reiðslur til bústað í høvuðs­stað­ num, um viðkomandi í starvstíðini hev­ur fastan bústað, har tað ikki er land­fast, ella serlig viðurskifti gera seg galdandi. Fyri hvørt lands­ stýrisfólk verður í mesta lagi end­ ur­gold­ið, móti kvittan, upp til kr. 10.000 pr. mánað fyri húsaleigu, el og hita. Eingin løgmaður ella lands­stýr­ is­fólk hevur fingið endurgjald fyri út­reiðslur til bústað í høv­uðs­stað­ num, síðani sitandi landsstýrið kom til. Áðrenn lógarbroytingina í 2015 høvdu øll landsstýrisfólk, sum búðu uttan fyri Suðurstreymoy, rætt til frían bústað í Tórshavn. Í staðin fyri frían bústað kundi eitt landsstýrisfólk fáa eitt árligt kostn­aðarendurgjald, sum var tengt at, í hvørjum parti av land­i­ num landsstýrisfólkið búði. Kostn­ að­ar­endurgjaldið var ikki skatt­ skyld­ugt. Í dag er tað soleiðis, at løgmaður og lands­stýrisfólk, sum ikki eru úr Tórs­havn, Hoyvík, Argjum ella Hvíta­nesi, fáa afturat lønini árligt kostn­að­arendurgjald, grundað á regl­urnar um endurgjald til tænastu- og starvsmenn. Kostnaðarendurgjaldið verður latið soleiðis: 1. a) Flutningskostnaður við egn­um bili við Strandfaraskipum Lands­ins 200 ferðir aftur og fram ár­liga. 2. b) Koyripeningur og tunn­ils­ gjald millum heimstað og Tórshavn 200 ferð­ir aftur og fram árliga. Kostnaðarendurgjaldið er skatt­skyld­ugt og verður út­gold­ið mánaðarliga saman við løn­ar­sam­ sýn­ing­ini. Trý landsstýrisfólk fáa kostn­að­ ar­end­ur­gjald í løtuni. Hini lands­ stýr­is­fólkini búgva øll í Tórshavn og fáa tí einki kostnaðarendurgjald. Landsstýrisfólk fáa ferðastuðul sam­bært løgtingslóg um stuðul til ferð­a­út­reiðslur. Ferðastuðulin, sum ikki er skattskyldugur, verð­ ur mótroknaður í kostn­að­ar­endur­ gjald­i­num. Nærri reglur um ferðing hjá lands­stýrisfólkum í em­bæt­is­ør­ind­ um skulu sambært løg­tings­lóg um samsýning og eftirløn lands­stýr­is­ manna ásetast í kunngerð. Enn er tó eingin kunngerð sett í gildi hes­ um viðvíkjandi. Í staðin verða al­ mennu reglurnar um ferðing eisini nýtt­ar fyri landsstýrisfólk. Landið útvegar og rind­ar fyri allar neyðugar sam­skift­is­út­ reiðslur. Nærri reglur um sam­skift­ is­út­reiðsl­ur­nar skulu sambært løg­tings­lóg­ini um samsýning og eft­irløn landsstýrismanna á­set­ ast í kunngerð. Enn er tó eing­in kunngerð sett í gildi hesum við­víkj­ andi. Í staðin verða almennu regl­ur­ nar fyri fartelefon-, telduútvegan og nýtslu hjá starvsfólkum hjá tí al­menna eisini nýttar fyri lands­ stýr­is­fólk. Løgmaður fær 7 krónur um mán landsstýrisfólk Landið fer at spara nógvar pengar, tí at landsstýrisfólk ikki longur fáa tænastu­manna­ pensjón – men eitt pensjónsinngjald upp á 15 prosent Gamla samgongan einsa­ møll um broytingina Talan var um eina av teimum »smølu semjunum« í Løgtinginum, sum tók burtur gyltu pensjónina hjá landsstýrisfólkum í 2014. So­leið­is var atkvøðugreiðslan um uppskotið hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, sum varð sett í gildi, tá landsstýrið hjá Aksel V. Johannesen tók við í 2015: Gylta pensjonin avtikin í 2014: Tema: Løn og pensjón hjá politikarum Present 31 Total JA 19 Total NEI 0 Total BLANK 12 JA: 19 1. Jógvan á Lakjuni 2. Gerhard Lognberg 3. Edva Jacobsen 4. Jóna M. Mortensen 5. Helgi Abrahamsen 6. Alfred Olsen 7. Reimund Langgaard 8. Rósa Samuelsen 9. Bárður Nielsen 10. Eivin Jacobsen 11. Joen Magnus Rasmussen 12. Hanus Samró 13. Elsebeth M. Gunnleygsd. 14. Rodmundur Nielsen 15. Bjarni Djurholm 16. Janus Rein 17. Jákup Mikkelsen 18. Vinjard Johansen 19. Bill Justinussen NEI: 0 BLANK: 12 1. Poul Michelsen 2. Kári P. Højgaard 3. Sirið Stenberg 4. Páll á Reynatúgvu 5. Gunvør Balle 6. Bjørt Samuelsen 7. Kristina Háfoss 8. Høgni Hoydal 9. Eyðgunn Samuelsen 10. Henrik Old 11. Rigmor Dam 12. Aksel V. Johannesen