mikudagur 27. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 205 - 27. oktober 2004
Nr. 205 - 27. oktober 2004
13
Allan Hjaltalin
Valevni miðfloksins til
Tórshavnar býráð
Mentanarhús skal byggjast,
har bæði tónleikur og list
skulu hava góð kor at virka
undir !
Vit hava so nógvar evna-
ríkar tónleikarar her í Tórs-
havnar kommunu, men
karmarnir fyri einum tón-
leikaralívi eru syndarligir.
Um foreldrini ella tón-
leikarnir sjálvir ikki hava
nóg stóran kjallara, hava
teir sum so einki venj-
ingarhøli. Um teir ikki eru
nóg "stórir" at leiga eina
ítróttarhøll at spæla í, hava
teir sum so ongan møgu-
leika at vísa fram síni
kynstur.
Hetta skal eitt mentan-
arhús broyta. Vit skulu hava
eitt mentanarhús við venj-
ingarhølum, fundarhølum
og spælihølum, har bæði
tónleikarar og onnur lista-
fólk kunnu møtast og vísa,
hvør dygd býr í teimum.
Eg eri tónleikari sjálvur,
og er hetta tí eitt av mínum
hjartamálum. Gev mær tína
atkvøðu við býráðsvalið
’04, og eg skal gera alt fyri
at fáa eitt mentanarhús, við
øllum nútíðarkarmum, upp
at standa her í Tórshavnar
kommunu.
VIÐMERKINGAR
Heini Magnussen
Valevni hjá Fólkaflokkinum
Tórshavnar Kommuna er
væl stýrd, og neyvan er
nøkur kommuna í landin-
um so væl fyri sum Tórs-
havnar Kommuna.
Langtíðarplanlegging,
klókar íløgur og góð fólka-
flokksleiðsla hevur gjørt, at
Tórshavn kann bera sítt
heiti sum høvuðstaður við
upprættaðari pannu.
Vit ungu í Havn síggja
væl positivu gongdina í
býnum á flest øllum økjum.
Vit ungu vilja fegin vísa
ábyrgd og bjóða okkum
fram at luttaka í og ávirka
framtíðina so at hon betur
passar okkara tíð og tá
eisini betur til okkara eftir-
komarar.
Tórshavnar kommuna er
skuldarfríð kommuna. Sera
umráðandi er, at vit eisini í
framtíðini skipa so fyri, at
kommunan framhaldandi
er væl fyri fíggjarliga – og
hetta gera vit best við at
tryggja kommuni eitt trygt
inntøkugrundarlag
Besta trygdin eru at
kommunan
tryggjar
at
vinnulív fær góðar karmar
at virka undir, at vit hava
eitt fjølbroytt handilslív,
rúm fyri almennum stovn-
um og almennari umsiting.
Vit
skullu
soleiðis
tryggja at Havnin hevur
nóg mikið av grundøkjum
til alt hetta, góðar vegir,
góð havnaviðurskifti, nógv
og reint vatn v.m.
Hesum vil Fólkaflokk-
urin virka fyri.
Rubek Lilaa
Nú má skil koma á! Und-
anfarna býráðssamgonga
hevur ferð eftir ferð brotið
byggisamtyktirnar og bygt,
sum best ber til. Borgarin
hevur staðið spurin, meðan
bygningar hava stugið seg
upp framman fyri stovu-
vindeyguni.
Skilaleysi byggipolitikk-
urin hevur ført við sær, at
fólk hava sett búgv við
skeivum fortreytum og
tískil fingið sítt egna
húsaviðrið lækkað.
At politiska leiðslan er
farin fram við slíkum dikta-
toriskum arbeiðslagi, er
ógvuliga ‘’beklagiligt’’ og
hevur máa álitið undan
kommunalpolitikkinum.
Tað er allneyðugt, at
borgarin aftur fær álitið á
politisku skipanina. Tí fari
eg at arbeiða fyri politisk-
um reinføri og gjøgnum-
skygni í býráðsarbeiðinum.
Borgarin eigur og skal hava
at vita, hvat fyriferst í
býráðinum. Politikarin skal
tæna fólkinum við tign og
ikki síni egnu reyv. Vel tí
politiskt
reinføri.
Seti
krossin við lista E, við meg.
Mentanarhús skal byggjast !
VAL04
Hanus Vang
Býráðs-Imperialisma
4. partur.
Eg havi frætt undirhonds at
Býráðið als ikki ætlar at
svara spurningunum eg
setti í triðja parti.
Tað undrar neyvan nakr-
an, tá býráðið heldur ikki
svarar tá lóg um alment
innlit er galdandi, sambart
Løgtingsins
Umboðs-
manni.
Meg undrar tað allar-
minst, tí Býráðið hóast
nógv lyftir, ikki enn hevur
svarað brævi frá Lands-
verki um vegristir frá 1987.
Munadygt súltivekstað má
sigast.
Soleiðis setur Býráðið
seg eisini á hesum øki langt
uppum galdandi lógir land-
sins.
Og tað sær út til at teir
sleppa tað og alt annað.
Hava vit onki kommunalt
eftirlit?
Stakkals tær bygdir íð
hava kropið undir bý-
ráðs"stýrið".
Teir meta helst ikki at tað
er neyðugt at svara jaligum
spurningum frá borgarum
íð ikki eru samdir við teir
um hvussu býarvøksturin
eigur at verða.
Men fólkaræðið eigur at
vera munandi víðari enn
eitt hálvt sekund fjórða
hvørt ár.
SPURNINGAR til
VALEVNI
Av tí at farandi Býráð ikki
svarar vil eg royna at spyrja
tey valevni íð vænta at
manna komandi Býráð, um
hvussu tey halda at Havnin
eigur at vaksa?
Og halda tit at bónda-
garðurin í Hoyvík skal
leggjast niður?
Vil tú royna at menna
fólkaræðið í kommununi
og lata borgarin luttaka í
málsfyrireikingum?
-----
Vónandi verður komandi
Býráð betri enn tað sum
verið hevur, sjálvt um úr-
valið fyri tað mesta er
nakað skurvut.
Eitt orðatak sigur at eitt
fólk fær tað umboðan tað
hevur gjørt seg uppibornan
til, so valið kann gerast ein
boomerang
til
okkum
sjálvi.
-----
Av tí at eg í seinastuni havi
skrivað eitt lítið sindur um
vantandi fólkaræðisligan
býráðspolitikk, og skila-
loysið í býarvøkstrinum,
eru tað nógv fólk íð halda
meg vera valevni. Men so
er lukkutíð ikki.
At fólk halda at ongin
uttan valevnir skriva um
kommunalpolitikk
upp
undir valið, má sigast at
vera eitt prógv fyri demo-
kratiskum
undirskoti
í
Havn.
Fyribils endi.
Demokrati
Viva la republica banana Tórshavn
Jenis av Rana
Løgtingslimur fyri
Miðflokkin
Fólkatingslimir,
fjøl-
miðlafólk, og seinast
tvær "danskar studinur í
i n t e r n a t i o n a l u m
relatiónum", viðgerða í
sambandi við fostur-
tøkuspurningin altjóða
rættindi hjá kvinnum.
M.a. vísa hesi til "rætt-
in" hjá kvinnum at ráða
yvir egnum likami, og
meta at Føroyar hava
skyldu at undirleggja
seg altjóða konventiónir,
heldur enn egnar lógir,
ið eru evnaðar til eftir tí,
sum her á landi verður
hildið vera rætt.
Uttan í hesum sam-
bandi at viðgera krav
teirra, sum má metast at
vera víðgongd generali-
sering, loyvi eg mær at
vísa til- og minna á- at í
altjóða høpi eru kon-
ventiónir og yvirlýsing-
ar, sum eru ætlaðar at
verja barnið í trygga
móðurlívinum. Kendast-
ar millum slíkar eru:
Heimsyvirlýsingin hjá
ST um mannarættindi(
viðtikin 10 dec. 48).
Europeiska
manna-
rættindarkonventónin(
viðtikin 4. nov. 50), og
Barnarættindarkonve
ntónin hjá S.T. ( viðt. í
89). Her verður m.a.
sligið fast, at:
...barnet, som følge af
sin fysiske og psykiske
umodenhed, har behov
for særlig beskyttelse og
omsorg, herunder pass-
ende juridisk beskytt-
else, både før og efter
fødslen.
Hvat við hesum fyri-
skipanum? Kunnu vit
loyva okkum at síggja
burtur frá teimum?
Sjálvandi ikki.
Gævið dagurin skjótt
kemur, tá hvørt føroyskt
fostur
verður
boðið
vælkomið og frá fyrsta
degi fær somu rættindi
okkara millum, sum tey
vit føddu njóta.
Tá
verða
Føroyar
vælsignaðar framum!
Í Sálmi 139. ørindi 16
lesa vit: .. meðan eg enn
var fostur sóðu eygu Tíni
meg, og í bók Tíni stóðu
teir allir uppskrivaðir,
dagarnir, ið ásettir vóru,
áðrenn nakar av teimum
enn var komin.
Lat okkum á sama
hátt, ið nýggju føroysku
grund- ella stjórnar-
skipanarlógini, grund-
festa fostrinum rættin til
lívið- frá gitna og til
náttúrligan deyða.
Kommunan fyri øll
Jói Winther
Valevni hjá Javnaðarflokkinum
í Tórshavnar kommunu
Anir
Gerð skommini til skammar
royn títt besta har tú er
ei góðska sinni lammar
men beiskleiki tað gerð
Hygg at barninum sum nemur
fylg teim gomlu kvøldarstund
hvat tú í lívi fremur
er fólksins lagda grund
Royn tú smíl og gleði geva
unn teim frið ið stetla á
turka tár úr syrgna eyga
tá skal eydnan verða hjá
J. W. Flemish Cap 12/03-04
Komandi føroyska
grundlógin eigur at
tryggja øllum rættin
til lív!
VAL04
VAL04
Ungt blóð inn at tryggja framtíðina
Bjarni Djurholm
landsstýrismaður
Í konjukturfrágreiðingini
fyri oktober 2004 leggur
Búskaparráðið
harðliga
eftir alipolitikkinum hjá
Vinnumálaráðnum í síni
heild og ákærir Vinnu-
málaráðið fyri ikki at hava
tikið neyðug stig at seta í
gildi tiltøk til smittuverju
og handfaring av sjúku-
raktu alingini.
Lagt verður fyri við at
siga, at:
– Í teimum trimum týdn-
ingarmestu
útflutnings-
vinnunum eru í dag trupul-
leikar, sum millum annað
stava frá politiskari mis-
røkt.
Síðani verður alivinnan
viðgjørd serstakt, og sigur
Búskaparráðið (BR) mill-
um annað:
1. Eitt er at prísirnir falla
og ILA sjúka kemur í
fiskin. Men at tað skal
ganga so long tíð til
myndugleikarnir seta
hóskandi reglur fyri
vinnuna, ber brá av tí
sama – at atlit meira
verða tikin fyri teimum
fyritøkum, sum reka-
vinnu, enn fyri vinnu-
rakstur sum heild.
2. Um heystið í 2000 fekk
landsstýrið eitt rimmar
varskó í frágreiðingini
frá norsku fyritøkuni
Akvaplan,
sum......
mælti til munandi mink-
ing í aldu nøgdunum
eins og nágreinilig til-
mæli um brakklegging
og annan umhvørvis-
verndarligan atburð.
3. At henda frágreiðingin
ikki fekk tær avleiðing-
ar hon átti fyri ali-
politikkin.
4. Ikki fyrr enn um nýggj-
ársleitið í 2003 fekk
Vinnumálaráðið sett í
gildi nýggjar og herdar
reglur...
5. ...støðan við stórum
arbeiðsloysi og húsa-
gangi í hesi vinnu var
partvís óneyðug, um
stig vóru tikin sambært
serfrøðingaávaringum..
6. Alt bendi á, at upplýs-
ingarnar um umhvørv-
isstøðuna hava verið
Vinnumálaráðnum
í
hendi longu á sumri
2000 – og kanska áðr-
enn tað.
Skuldsetingarnar frá BR
eru álvarsligar, samstundis,
sum ongar próvførslur eru
fyri niðurstøðunum.
Vinnumálaráðið (VMR)
hevur tí gjørt frágreiðing
um støðuna í alivinnuni
farnu árini. Frágreiðingin
lýsir greitt, hvussu illa
grundaði sjónarmiðini hjá
BR eru, og metir VMR tað
vera átaluvert, at alment
ráð uttan himpr ákærir
politiskan
myndugleika/
aðalráð fyri at misrøkja síni
starvsøki, uttan at BR
hevur ómakað sær at kanna
veruligu gongdina í hesi
strongdu vinnu. Samanum-
tikið hevur VMR hesar við-
merkingar til frágreiðinga
hjá BR:
•
at BR ikki vendi sær til
VMR ella Veterinær-
deildina áðrenn álvars-
ligu skuldsetingarnar í
frágreiðingini,
•
at BR vevur saman um-
hvørvisvernd og sjúku-
niðurberjing,
•
at BR nýtir tilráðingar-
nar í AkvaplanNiva
(APN)
frágreiðingini
skeivt, umframt at BR
brúkar umhvørvisstøð-
una í alibrúkunum sum
grundarlag fyri sínum
atfinningum á veteri-
næra økinum,
•
at BR ikki tekur støðu í,
at øll alibrúk leingi hava
verið
umhvørvisgóð-
kend.
•
at øll kryvjivirki eru
eisini umhvørvisgóð-
kend,
•
at úrslitið av av fyrireik-
andi arbeiðinum á um-
hvørvisøkinum, íroknað
APN-kanningini var, at
HS fann leist við støði í
markvirðum at regulera
umhvørvisárini eftir,
•
at HS síðani 2001 javn-
an hevur steðgað ali-
brúkum, orsakað av
dálking ella vantandi
botnkanningum, og har-
við hava mong aliøki
síðani ligið brakk,
•
at tað kann vera skoytt
uppí, at umhvørvispart-
urin av HS og harvið
APN var/er ábyrgarøki
hjá landsstýrismannin-
um i umhvøvismálum,
•
at kunngerðir á veteri-
næra økinum hava verið
í mong ár, og at síðani
2001 eru hesar lógir og
kunngerðir settar í gildi:
1. Ll. nr. 16 frá 23.02.
2001 um djórasjúkur,
íroknað ILA (um fyri-
byrging og niðurberjing
av sjúkum hjá djórum
og um marknaeftirlit
við djórum og djóra-
úrdráttum).
Sum setti úr gildi:
a) Lov nr. 36 af 28.02.
1908 for færøerne om
foranstaltninger
mod
smitsomme sygdomme
hos husdyrerne m.m.,
sum seinast broytt við
Ll. nr. 110 af 29.07.
1995, og
b) Ll. nr. 26 frá 30.04.
1987 um sjúkur hjá
fiski, skeljadýrum og
krabbadýrum,
sum
seinast broytt við Ll. nr.
87 frá 28.05.1996.
2. K. nr. 106 frá 03.07.
2001 um minimumstil-
tøk í sambandi við nið-
urberjing av ávísum
sjúkum hjá akvakultur-
dýrum, íroknað ILA.
3. K. nr. 113. frá 15.08.
2001 um sølu, inn- og
útflutning
av
akva-
kultur-dýrum og -úr-
dráttum.
4. K. nr. 72 frá 26.07.2002
um sóttreinsing av frá-
rensluvatni frá akva-
kultur-brúkum
og
akvakulturvirkjum v.m.
Som setti ur gildi:
a) K. nr. 96 frá 12.11.1991
um sóttreinsan av lív-
runnum
burtur-kasti,
skolivatni og blóðvatni
frá alivinnuni.
5. K. nr. 98 frá 08.07.
2003 um flutning av
akvakulturdýrum v.m.
Sum setti úr gildi:
a) K. nr. 105 frá 03.07.
2001 um flutning av
akvakulturdýrum v.m.
6. K. nr. 130 frá 23.12.
2003 um niðurberjing
og eftirlit við ILA (In-
fectious
salmon
anaemia, ISA).
Sum setti úr gildi:
a) K. nr. 97 frá 8.07.2003
um niðurberjing av ILA
(Infectious
Salmon
Anaemia, ISA),
Sum setti úr gildi:
b) K. nr. 98 frá 12.06.2001
um niðurberjing av ILA
(Infectious
Salmon
Anaemia, ISA).
7. Kunngerð nr. 131 frá
23.12.2003 um sjúku-
fyribyrgjandi rakstur á
alistøðum.
Umframt reglur, ið hava
verið ella eru klárar at fara
til hoyringar:
8. Uppskot til kunngerð
um niðurberjing og eft-
irlit við ILA (Infectious
salmon anaemia, ISA).
Sum kemur í staðin fyri:
a) K. nr. 130 frá 23.12.
2003 um niðurberjing
og eftirlit við ILA
(Infectious
salmon
anaemia, ISA).
9. Uppskot til kunngerð
om koppseting móti
ILA.
10. Uppskot til kunngerð
om
niðurberjing
og
yvirvøku af VHS og
IHN í akvakulturbrúk-
um.
11. Uppskot til kunngerð
um niðurberjing og eft-
irlit við BKD (Bacterial
Kidney Disease).
12. Uppskot til kunngerð
um sjúkufyribyrgjandi
rakstur av lívfiskastøð-
um.
13. Uppskot til kunngerð
um sjúkufyribyrgjandi
rakstur á smoltstøðum.
Harumframt hevur Vinnu-
málaráðið/Veterinerdeildin
síðani 2001 gjørt fleiri enn 10
kunngerðir, m.a. um innflutn-
ing av djórum og animalskum
produktum, innaneftirlit, non-
food produkt v.m. í sambandi
við veterineravtaluna frá 2001
millum Føroyar og ES.
•
at VESO frágreiðingin,
sum varð almannakunn-
ug í november 2001,
gjørdist grundarlag fyri
framhaldandi
arbeið-
inum fyri broyttum og
nýggjum kunngerðum á
aliøkinum, og at tað tí
er beinleiðis villleið-
andi at siga, at VMR
ikki fyrr enn við árslok
2003 setti í gildi nýgjar
og herdar reglur.
•
at VESO frágreiðingin
ikki nevnir, at tað er
neyðugt at minka um
framleiðsluna av ali-
fiski fyri at fyribyrgja
smittu.
•
at VMR hevur nýtt
norsku fyrimyndina í
fyribyrging av ILA,
sum varð mett at vera
samanrenning
av
tí
veterinert forsvarliga og
fíggjarliga møguliga.
•
at
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan í 2000
skipaði fiska- og djórs-
sjúkudeild,
•
at fíggjarar av alivinn-
uni og vinnan sjálv, um-
framt viðtiknu karmar-
nar, hava gjørt veteri-
nerar metingar, áðrenn
fígging í hvørjum ein-
støkum føri er veitt
alarum.
•
at VMR bert kann gita
um, hvørt skotska hand-
faringin av ILA hevði
munað betur hjá okk-
um, enn nýtta norska.
Fullkomin
"skotsk"
hevði lagt alla alingina
lamna,
•
at ólukkuliga støðan í
alivinnuni er orsakað
samanrenning av nógv-
um óhepnum umstøð-
um,
•
at sjúkstøðan í alivinn-
an gjørdis eitt satt hótta-
fall og at vinnan í longri
tíð hevur selt fyri undir
framleiðslukostnað, og
at tað soleiðis gjørdist
álvarsligur steinur om-
aná byrðu fyri vinnuna,
•
Føroyar
hevur
sum
fyrsta land í august
2004 fingið eina ES
góðkenda tilbúgvingar-
ætlan fyri ILA og eina
ES góðkenda ætalan
fyri koppseting móti
ILA. Hetta merkir, at til
ber at koppseta smolt á
vári 2005.
•
osfr.
Omanfyrinevndu
viður-
skifti lýsa margfaldnið í
viðurskiftunum í alivinn-
uni.
Vónandi gevur yvirlitið,
saman við frágreiðingini
eina fatan av, hvussu veru-
liga gongdin í umsitingini
innan aliøkið hevur verið
farnu árini.
Álvarsligar skuldsetingar sum ongar próvførslur eru fyri
synning. Lat hann fara um
allan sjónarringin!!!!!
Eg meini við, at ikki
nýtist okkum at finna uppá
alt sjálvi, men eiga heldur
nýta góðar royndir frá
øðrum og laga tær til okk-
ara viðurskifti, bæði við
fíggjarligum og landafrøði-
ligum atliti. Vit hava fáar
og smáar eindir, sum liggja
spjaddar landafrøðisliga.
Hevði ikki verið skilagott
at skipa ein felags pall fyri
allar
útbúgvingarnar?
Leggja vit í dag nóg stóran
dent á, at vit eiga at út-
búgva fólk til eina pro-
duktiva vinnu? Hava vit tey
útbúgvingartilboðini, sum
eru viðkomandi fyri Før-
oyska samfelagið? Her er
ríkiligt at tríva í.
Gransking
Síðani komi eg til gransk-
ingina. Eisini her er stór
signalørkymlan. Eg eri
samd við landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum, tá
hann førir fram, at best er at
savna allar játtanir til
gransking á einum stað, so
mest fæst burtur úr. Tað
frøddi meg eisini, tá løg-
maður bar hetta sjónarmið
fram og eftir míni fatan
játtaði, at nú skuldi vend
koma í. Menn gakk, orð og
orð og ongin handling.
Vónbrot. Um politiskur
vilji var til staðar, eru am-
boðini til at samskipa
granskingina longu tøk.
Vit hava granskingarráð
og granskingargrunn, sum
hoyra undir mentamála-
ráðið. Teirra játtan er
skorðin við 800.000 kr. í
mun til 2003. Hetta er ein
skerjing upp á 12% í sama
andaleypi, sum øll ting-
manningin eins og lands-
stýrismenn ásanna, vilja,
royna og hava sæð ljósið
við miðvísari vinnugransk-
ing. Her er so stór andsøgn,
at tað gest rætt og slætt
margháttligt. Men tað er
ikki nóg mikið við tí.
Vinnumálaráðið hevur sett
av til granskingarlund, sum
tað so fínt eitur, 500.000 kr.
Fiskimálaráðið
hevur
ikki færri enn tríggjar
granskingarkjarnar
hvør
við sínum deildarleiðara,
og omaná teimum einum
samskipara. 3,45 mió. kr.
Hvussu í allari verðini skal
hetta kunna menna nakra
vinnu. Peningurin verður
etin upp av berari umsiting.
Nei, tá landsstýrismenn-
inir ikki megna at savna
granskingina undir einum
hatti, skal eg heita á
fíggjarnevndina og ting-
manningina hjá samgong-
uni um av álvara at fáa
ruddað upp á hesum øki.
Savnið peningin í Gransk-
ingargrunnin. Tað verða 8
mió. kr. samanlagt. Hetta er
sjálvandi alt ov lítið, men
nýta vit hugskotið hjá Finni
Helmsdal, og ístaðin fyri at
geva skattalætta til tey
hægstløntu at nýta 30 mió.
kr. til vinnugransking aft-
urat hesum 8 mió. kr. Við tí
kunnu vit siga, at vit eru
byrjað at satsa.
Málið eigur sjálvsagt -
innan eitt ávíst áramál, t.d.
10 ár - at vera tey 3% av
BTÚ, sum onnur fram-
komin lond eisini nýta til
gransking.
Fiskivinnan
Innan fiskivinnuna eru
sjálvandi eisini nógvir tætt-
ir at viðgera. Henda fast-
læsta skipanin við, at nær-
um øll framleiðsluvinnan
innan
flakaframleiðslu
liggur sum ein sera stórur
almennur klumpur, har
skipanin í sær sjálvum ger
hann
ódynamiskan
og
menningartarnaðan. Skal
føroysku flakavinnuni vera
lív lagað, er neyðugt at
broyta skipanina við al-
mennu ognini í henni. Stig
eiga at verða tikin til at
sundurliða Framtaksgrunn-
in, soleiðis at einskiljingin
av ognunum kann byrja -
ongantíð ov skjótt.
Nevndi í gjár undir hvørj-
um treytum ætlanin var at
veita stuðul til rækjuvinn-
una, men eg vil endurtaka
tað her í beinleiðis spurn-
ingi til landsstýrismannin í
fiskivinnumálum: Hvørjar
treytir er ætlanin, at rækju-
vinnan skal lúka, áðrenn
hon fær skattaborgarans
pening? Eru tankar gjørdir
um ognarviðurskifti, egin-
peningsviðurskifti, virði í
flotanum, avkast o.s.fr.?
Í staðin fyri at stúra fyri
kreppu, gerið so heldur
hóttanarstøðuna
til
ein
møguleika. Gerið nøkur
ítøkilig vinnupolitisk átøk,
og Tjóðveldisflokkurin vil
til fulnar stuðla hesum. Her
er nóg mikið at taka til. Lat
meg nevna nøkur:
• Vinnugranskingin
• Útvegan av veiðimøgu-
leikum aðrastaðni
• Loftvegis fiskaflutningur
• 70.000 t. svartkjaftur
sum gjald fyri veiði-
møguleikar býtt til alla
vinnuna, og ikki sum
studningur til 4 reiðarí
• vinnuráð ella hugskots-
banki
• útflutningsgrunnur
til
marknarføring av før-
oyskum tónleiki
• ígongdsetarastuðul
• einskiljing av almennum
ognum
Farið til verka! Vit vilja
vera við til at gera hóttan til
møguleika.
Framhald av síðu 11
C
M
Y
K
13
12