Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 205 - 27. oktober 2004 Nr. 205 - 27. oktober 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygarkvøldið 23. oktober var so tann nógv umtalaða HB- veitslan í Ítróttarhøllini á Hálsi, her yvir túsund fólk vóru komin í 100 ára føðingardag hjá fótbóltsfelagnum HB-VEITSLAN Myndir: Niels J. Heinesen Ein av størstu veitslunum, sum nakrantíð er hildin í Føroyum, var HB-veitslan seinasta leygarkvøld. Meira enn túsund fólk sótu til borðs, meðan røður og undirhald varð á pallinum. Rasmus Magnussen var orðstýrari. Birgir Enghamar, for- maður í HB, beyð teimum meira enn túsund fólkun- um, sum vóru komin í 100 ára føðingardagin, at vera vælkomin. Næsti røðari var Jóannes Eidesgaard løgmaður, hann segði m.a., at tað var hon- um ein heiður sum løgmað- ur og verji hjá ítróttininum at bera HB eina kvøðu hetta hátíðarkvøld, har fólk so mannsterk høvdu sett hvørjum øðrum stevnu at heilsa sínum ítróttarfelag. »Tit kunnu í orðsins sanna týdningi frøast, nú HB er eina øld gamalt, og tit enn einaferð hava vunnið sum ongantíð fyrr. Vit eru mong, sum hava stóra virð- ing fyri HB. Hetta felagið, sum er tað mest sigurs- vanda í landinum, er tí gjarna altíð favorittur, og sum øll onnur feløg síggja ein serligan heiður í at vinna á, hóast tað sjáldan eydnast«, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður. Í røðu síni segði Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, m.a. at tey fýra árini hann hevði verið borgar- stjóri, hevði hann tríggjar ferðir verið við til et heiðra HB sum føroyameistarar. Síðan handaði hann HB ein kekk upp á 100.000 krónur frá Tórshavnar Býráð. Eftir borgarstjóran hevði ein av trúgvu HB viðhalds- monnunum, Øssur Gudm- undsson, orðið. Hann end- aði sína røðu við at biða øll reisa seg og rópa eitt trífalt hurrá fyri HB. ÍSF forsetin Heðin Mor- tensen vísti í síni røðu á, at ein vinnarahugburður altíð hevði eyðkent HB og for- maðurin í Fótbóltssam- bandinum, Óli Holm, segði, at HB hevði havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan fótbólt sum heild. Gestarøðari hetta kvøldið var Jógvan Fríðriksson, prestur. Hann helt eina sera undirhaldandi røðu og vísti m.a. á at fólbóltsfelagið í hansara sókn, Skála, hevði megnað at vunnið á HB í ár. Eftir at røðurnar vóru hildnar, var undirhald á skránni við Jákupi Veyhe og Sjúrða Skaale, og brøð- urnir Jógvan og Magni Arge, útvarpaðu ein fót- bóltsdyst millum HB og Liverpool, har HB vann 2- 1. Eftir at borðhaldið end- aði á midnátt, spældu Showmenn til dans. HB 100 ár: Mest sigursvanda fótbóltslið í landinum Ein av trúgvu HB viðhaldsmonnunum, Øssur Gudmundsson, heldur røðu. Hann endaði sína røðu við at biða øll reisa seg og rópa eitt trífalt hurrá fyri HB Brøðurnir Jógvan og Magni Arge, útvarpaðu ein fótbóltsdyst millum HB og Liverpool, har HB vann 2-1 Magnus Hansen við klaverið, Edvard Nyholm Debes og Rasmus Magnussen, sum var orðstýrari Birgar og Elsa Johannessen. Birgar fann fram til sjálvan stovn- ingardagin hjá HB Birgir Enghamar, formaður í HB, og Sólbjørn Thomsen, formaður í HB-stuðlum Anita og Jóannes Eidesgaard NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 27. oktober. Sem. Hann var elsti sonur Nóa og var ættarfaðir at semitisku fólkasløgunum. Navnið er hebráiskt og merkir sonur ella arvingi. Nevndin í Suður- oyar Sparikassa avgjørdi á fundi fríggjadagin í sein- astu viku at seta Søren Lünell Bruhn sum nýggjan stjóra í Suðuroyar Spari- kassa Søren Lünell Bruhn er 30 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Struer í Danmark, har hann tók studentsprógv í 1993. Søren Lünell Bruhn varð cand. polit við Keypmannarhavnar Universitet í 2000. Síðan hevur hann tikið útbúgv- ingina Master of Maneg- ment á Robert Gordon Universety í Aberdeen. Søren Lünell Bruhn hevur góðar royndir í sín- um yrki sum búskapar- frøðingur. Hann hevur starvast sum fulltrúi í bæði danska og føroyska fíggjarmálaráðnum, og hevur harafturat starvast eitt skifti í danska Kapp- ingarráðnum. Søren Lünell Bruhn gjørdist í 2003 fíggjar- leiðari á Almannastovuni í Føroyum, og er hann tí væl kunnaður um før- oysk viðurskifti. Søren Lünell Bruhn er búsitandi á Tvøroyri, haðani konan Rudi Nielsen er frá. Saman eiga tey ein son. Søren Lünell Bruhn byrjar at arbeiða í Suður- oyar Sparikassa 1. des- ember í ár og tekur við sum stjóri 1. januar 2005, tá Mikkjal Søren- sen verandi stjóri í Suð- uroyar Sparikassa fer úr starvi. Í dag, 27. okt. 2004 hevur ein vælkendur klaksvíking- ur/suðringur 50 ára føðing- ardag. Talan er um Jógvan Leiv- ur Nolsøe, Klaksvík. Jógv- an Leivur, sum hann van- liga verður nevndur í dag- ligari talu, er sonur til Sign- hild Nolsøe úr Klaksvík, og Jóhan Nolsøe, sála, av Marknoyri í Vági. Jógvan Leivur, ið tey seinastu mongu árini hevur arbeitt sum sølumaður fyri ymiskar handilfyritøkur í Føroyum, við onkrum undantaki, har hann hevur roynt sjólívið eisini, starv- ast í dag hjá P/f Damfar í Tórshavn og er uttan iva kendur av flest øllum handilsfólkum í Føroyum. Í frítíðini er hjartabarnið hjá honum hondbóltsfelag- ið Stjørnan, har hann í fleri ár var málverji hjá 1. deild- ar mansliðnum, umframt at hann eisini varð ein av landsliðsmálverjunum, tá CHM hondbóltskappingini var hildin í Føroyum í 1980. Tey seinni árini hev- ur hann, saman við øðrum, verið ein av venjaranum hjá 1. deildarkvinnuliðnum hjá Stjørnuni og hava tey frá- líku úrslitini talað fyri seg. Føðingardagin er hann burturstaddur. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá góði maður, pápi, abbi og langabbi okkara Einar Jóhan Mortensen Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri troystarrík orð í kapellinum og í Betesda og á grøvini og til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Káta, Hergerð, Anna Maria, Ása, Eydna, Marjun, Páll við familjum Í dag, mikudagin 27. okto- ber, verður Rósing Rasm- ussen í Runavík 75 ár. Hann hevði í mong ár bilsølu í Runavík, og nógvu tey seinastu árini hevur hann nýtt nógva tíð og orku at ferðast til Rumenia í sambandi við kristiligt hjálpararbeiði. Rósing er ættaður úr Søldafirði. Foreldrini vóru Poulina og Per Rasmussen, Per uppi í Toft, sum bæði var bóndi og skipari. Tey bæði fingu tólv børn: Noomi (1919), Ester (1920), Anna (1921), Rasmus (1922), Noomi (1924), Inger (1925), Jafet (1927), Steinvør (1928), Rósing (1929), Bergliótt (1931), Sámal (1932) og Jafet (1940). Tann fyrra Noomi doyði ein mánað gomul, Anna doyði í 1953, Rasmus, sum var bóndi, doyði í 1992, Inger doyði í 1986, tann fyrri Jafet doyði í 1939 og Bergliótt ella Begg, sum hon varð nevnd, doyði í 1993. Noomi, Sámal og Jafet búgva í Søldarfirði, Ester býr í Danmark, Steinvør á Skála og Rósing í Runavík. Føðingardagsbarnið var blaðungur, tá ið hann fór til Havnar at læra til bilsmið hjá Wensili Petersen. Seinni sigldi hann - bæði úti í stóru verð við gasstanga- báti og sum motorpassari við fiskiskipi. Verfaðir hansara, Andrias Hansen í Túni á Toftum, keypti í fimmti árunum Eyðbjørg úr Vestmanna og gav henni navnið Mjóvanes. Jógvan Ingvard Olsen var skipari, og Rósing var motorpass- ari. Fyrsta túrin vóru teir í so ógvusligum ódnarveðri, at tað varð roknað við, at teir fóru ikki at bera boð í bý. Rósing hevur ofta tikið til hesa ferðina, og hvussu ovurfegin verfaðirin var, tá ið teir aftur høvdu vunnið upp land, og alt mansskapið var komið aftur í øllum góðum. Tað var í bilsølu og veit- ingum í tí sambandinum, at Rósing útinti sítt lívsstarv. Pápi hansara hevði keypt eina barakk, tá ið bretarnir vóru farnir úr aftur Søldar- firði eftir kríggið. Í hesi barakkini fór Rósing at arbeiða upp á bilar. Fyrst í seksti árunum bygdi hann ein verkstaðsbygning á somu grund, og har um- vældu teir bilar og seldu bensin. Í fimmti árunum fór Rós- ing so smátt at selja bilar. Í fyrstu atløgu seldi hann bilar fyri Kissa Christian- sen og Petur Háberg, sum áttu bilasøluna Norrønu. Eitt nú seldu teir Triumph og Standard bilar. Seinni fór Rósing, sum var tiltikin sølumaður, sannur gentlimaður og føddur optimistur, at selja fyri seg sjálvan. Hesin part- urin av fyritøkuni hjá hon- um helt til í Runavík. Bil- merkini, sum hann bjóðaði fram, vóru eitt nú Stude- baker, IH (International Harvester), Simca, Skoda og Saab. Í 1963 gjørdist Rósing umboðsmaður fyri Toyota, og í 1966 løgdust Scania bilarnir afturat. Hetta var júst um tað mundið, tá ið ferð kom á útbyggingarnar av sam- ferðslukervinum, og tá ið alt fleiri føroyingar fóru at fáa sær privatbilar. Rósing seldi Scania lastbilar til teir, sum eitt nú arbeiddu í tunnlum, havnum og veg- um, og Toyota bilar til pri- vata nýtslu og hýruvognar. Í sjeyti árunum seldi hann heilt fitt av Scania bussum, og tá var tað, at Rósing eisini fór undir so at siga at útgera lastbilar eftir tørvinum hjá teimum, sum keyptu. Tað gjørdi hann í Gøtu, har hann meiri ella minni hevði bilverksmiðju, um tað ber til at siga tað soleiðis. Talið á bilum, sum Rós- ing seldi frá bilsøluni í Runavík og eisini í Havn- ini, var væl omanfyri tús- und, áðrenn hann gavst við hesum í 1980. Tá hevði hann havt heilt nógv fólk í arbeiði. Í áttati árunum var Rós- ing í fleiri ár vitapassari á Hirshólminum nakað uttan- fyri Frederikshavn. Har var hann saman við fleiri úr familjuni, sum eisini ar- beiddu har um hetta mund- ið. Rósing giftist í 1951 við Liss, sum er ættað uttan av Toftum. Tey búsettust við Løkin í Runavík, og tey fingu seks børn: Anna (1953), Bogi (1958), Beinta (1960), Ingun (1962), Rógvi (1963) og Gudny (1967). Anna býr í Keyp- mannahavn, Bogi, Ingun, Rógvi og Gudny í Runavík og Beinta í Havnini. Abba- børnini eru tjúgu og lang- abbabørnini fýra. Liss og Rósing hava havt eitt gott heim, har gesta- blídnið hevur verið stórt. Tey hava verið drúgv og trúgv í Berøa í Saltangará. Síðani tey gjørdust pens- ionistar hava tey bæði ikki ligið á løtu síðuni. Nú munnu tað vera eini 12 ár síðani, at Rósing fyrstu ferð fór eystureftir í hjálpar- veitingarørindum. Síðani tá hevur hann saman við øðr- um verið óteljandi ferðir í Rumenia, og Liss hevur ofta verið saman við hon- um. Teinurin aftur og fram er hvørja ferðina 6-7 túsund kilometrar, men tað er ikki nakar trupulleiki. Ferðirnar tykjast at vera balsam fyri bæði likam og sál hjá teimum báðum, og felagsskapurin millum tey, sum luttaka á hesum ferðunum, er ógvuliga góður. Tey hava hitt eina rúgvu av fólki eystanfyri, og vinaskarðin er nógv øktur. Bæði eru tey góð frásøgufólk, og tá ið tey tosa um og greiða frá ferð- unum til og umstøðunum í Rumenia, lívgast tey rættuliga upp. Myndin av teimum báðum er tikin á einari av mongu ferðunum í Rumenia. 75 ára føðingardagurin verður hildin í kappróðrar- neystinum á Glyvrum, har tað verður opið hús frá klokkan fýra seinnapartin í dag. Rósing Rasmussen 75 ár Jógvan Leivur Nolsøe 50 ár Nýggjur stjóri settur í Suðuroyar Sparikassa Rósing og Liss Rasmussen C M Y K 15 14