Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 32 E g var neyvan væl­ kom­in har. Kendi meg ikki so. Men kundi heldur ikki fara út aftur, nú eg var kom­in inn. Tí hetta var í einum kjallara. So tað var ikki tað sama sum at fara beint út aft­ur á gongu­breyt­ ina, venda v i ð og bara fara. Ein trappa var ímill­ um. Hon fangaði teg har niðri. Har vóru fá fólk inni, hóast hølið var heilt stórt. Hann skundaði sær tó aftur og fram millum køkin, borð­ini og barrdiskin, har sum eg stóð. Tæn­ arin, tann einasti, og barr­vørð­urin, tann einasti. Í svørtum buksum og hvítari skjúrtu, uniformurin var í lagi. Stílur. Men eg kann ikki siga, at hann sýntist glaður, nú ein kundi var komin í næstan tómu biksina. Hann var álvarssamur, skarpt and­lit, markant. Ikki eitt bros, hvørki tá ella seinni. Hann var til ar­beiðis, og tað var tað. Eg bað um tað, sum eg helt, eg skuldi hava, øl og okk­urt lokalt brennivín. Royndi at spyrja um brennivínssløg, men fekk ikki nakað rættiligt svar. Alt var vist gott, skiltist á hon­um. Eg var fyrsta kvøldið í Buda­pest farin yvir um vegin frá hotell­in­ um til matstovuna. Minnist ikki, hvussu hon eitur, visti tað ong­ an­tíð, men gøtan eitur Szondi Utea í Budapest, Pestmegin. Eg skrivaði gøtu­navnið í blokkin hjá mær. Løgið, men eg skrivaði ikki navnið á mat­stov­ uni. Matstovan var ikki mill­um teirra, sum ferða­leið­arin mælti við. Tí fór eg hagar. Stutt var at fara. Og tað, sum nógv betri var, stutt var at fara heim aft­ur á hotellið. Eg kundi ikki villast, tá eg bara skuldi yvir um vegin, har ikki nógv ferðsla var. Tað var sum í gomlu, góðu Sovjet­tíðini. Tænasta, service, var, sum skilst, framvegis ein ónolla. Okkara heimligu kommunistar søgdu tá, at tað var at samanbera við trælahald at tæna øðrum. Eing­ in skuldi tí tæna øðrum í einum rætt­vísum samfelagi. Og so als ikki tur­istum úr Vesturheiminum. Service var kúgan. Og arbeiðandi fólkið var sjálvandi ikki kúgað. Tað var frælst. Tú fekst, sum oftast, tað, sum tú hevði biðið um og rindaði fyri. Og tað var so tað, einki meira roks. Keyp og tøgn. Soleiðis var enn, har eg át í Buda­pest. Tí eg fór aftur á hesa góðu matstovu. Ikki tí, at maturin har var serliga góður. Men tað var ein upp­living at vera har, hvørja ferð. Eitt kvøldið seint, hann júst hevði lagt reinan dúk á eitt borð til dag­in eftir, komu tvey fólk niður í mat­stovuna. Nógv borð vóru tøk, men tey settu seg har, sum hann júst hevði skift dúkin. Tey sóu tað ikki, men eg sá á øll­ um brøgdum, í andliti og á hond­ um, at okkara tænari var sera misnøgdur við tað. Hann segði tó einki, bara innan­ tanna, og tey sluppu at sita við reina dúkin. Sá hann í krambúðini morgunin eftir. Hann heilsaði, knappur. Hugnaligt stað annars, mat­ stov­an. Á veggjunum tekningar av gylta landsliðinum í fótbólti hjá Ung­arn, Puskás og teir. Viðhvørt kom ein gomul fátent kona úr køkinum, kanska mamma hans­ara, tænarans. Onkur tvætlikapping var hvørt kvøld í sjónvarpinum, sum tey so gjarna vildu síggja. Úti aftur spákaði eg á hálvmyrku gongubreytini við Szondi Utea. Hoyrdi tónleik úr einum vindeyga og sá, at har stóð okkurt um tango á einum skelti við dyrnar. Eg sá ikki vindeyguni, fyrr enn eg fór yvir á gongubreytina hinu­ megin. Tá sá eg tangoskúlan, øll vind­ eygu vóru opin, og har inni lærdu tey at dansa tango. Tað var næstan sum í einum ævintýri, at standa har á myrkari gongubreyt í Pest, og síggja, hvussu tey har inni í øllum ljós­inum sveimaðu eftir gólvinum, meðan tey lærdu seg at dansa dans dansanna. Absurd kvøld seint á sumri í Pest við ánna Don. Absurd kvøld í Pest Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus R ás1 hjá Televarpinum fær nú nýtt lív við tíðinda­ innsløgum, samrøðum, kunn­andi tilfari, lýsing­ um og øðrum. Televarpið og Miðla­húsið hava gjørt samstarv um Rás1, og tað hevur við sær, at Miðla­húsið frameftir fer at taka sær av innihaldinum á Rás1.  Rás1 sæst kring alt landið. Øll, sum hava Televarpið, síggja Rás1, og eisini tey, sum síggja Kring­ varpið umvegis antennu, kunnu síggja Rás1. – Rás1 passar væl inn í virksemið hjá Miðlahúsinum og gevur okkum møguleika at røkja enn ein miðil, sum kann skapa fjølbroytni í miðlalandslagnum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum. Miðlahúsið framleiðir tíðinda­ inn­sløg, samrøður og annað til­ far til Rás1, sum eisini bjóðar kunn­ing um veðrið, flogferðslu og seinastu tíðindini av In.fo. før­ oysk  sjónbandaløg, lýsingar og annað filmstilfar verður eisini partur av sendiflatuni hjá Rás1.  –Vit síggja stórar møguleikar í at menna ein nýggjan miðil, sum kann verða í góðum samspæli við hinar miðlarnar í Miðlahúsinum, sigur Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum. Vit halda at møguleikarnir við Rás1 eru stórir, og vit síggja fram til eitt burðardygt samstarv við Miðlahúsið har Rás1 støðugt verð­ur ment til gagns fyri allar før­oyingar, sigur Edvard í Skorini Joen­sen, stjóri í Televarpinum. Nú fer Miðlahúsið undir sjónvarpsframleiðslu