mikudagur 27. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 205 - 27. oktober 2004
17
Teitur ljómar í
útvarpi í USA
Ein føroyskur sjó-
maður gjørdist bilsin
og fegin, tá hann tvær
ferðir innan fáar tím-
ar hoyrdi Teit Lassen í
útvarpinum í Florida
á tveimum ymsum
útvarpsstøðum
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Ábendingar eru um, at
Teitur Lassen veruliga er
um at fáa fótin fastan sum
tónleikari í USA. Ein før-
oyskur sjómaður, Andras
Jóanesarson, sigur soleiðis:
– Tann 10. oktober 2004,
fór eg spákandi úr flogfar-
inum, sum eg varð komin
við úr Washington, inn í
komuhøllina í altjóða luft-
havnini í Tampa, Florida,
USA. Meðan eg og gongan
av ferðafólki ganga móti
viðførisbandinum, streym-
ar tónleikur úr hátalarun-
um. Tá er tað at eg blívi
ikki sørt kløkkur og glaður
og alt í senn, tí brádliga
hoyrist lagið "Poetry and
Aeroplanes" hjá Teiti Las-
sen. Eg mátti steðga á undir
einum hátalara og hoyra
lagið liðugt.
Men bilsni hjá langt av
landi skotna føroyinginum
steðgaði ikki har. Tí enn ein
uppliving bíðaði honum
fáar tímar seinni.
– Um kvøldið, tá eg varð
komin á hotellið, har eg
skuldi verða um náttina, fór
eg niður á matstovuna at
fáa mær ein bita. À mat-
stovuni spæla tey eisini
tónleik og mín sann um
ikki lagið hjá Teiti Lassen,
"Poetry and Aeroplanes",
eisini verður spælt har,
greiðir Andras frá.
Niðurstøðan hjá føroy-
inginum í stóra landinum
"over there" er greið.
– Tann 10. oktober hoyrdi
eg innanfyri nakrar tímar,
tvær ferðir lagið "Poetry
and Aeroplanes" hjá Teiti
Lassen á tveimum ymisk-
um
støðum
í
Tampa,
Florida, USA. Tad er fant-
astikt, haldi eg. Takk fyri
upplivilsi, Teitur, sigur
Andras Jóanesarson.
Hervið kann enn einaferð
staðfestast, at tað gongur
framá hjá Teiti Lassen í
strembanini eftir at fáa
tónleikaligt gjøgnumbrot á
altjóða tónleikapallinum.
17
Nr. 205 • mikudagur • 27. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Verður helst til samanlegging
Fyri fyrst ferð besta
mansliðið tó at eita
VB, og liðið í aðru
deild Sumba. Men frá
2006 verður talan
endaliga um VB/-
Sumba
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hava roynt eina
samanlegging nøkur í ár í
90’unum, fóru VB og
Sumba ta ferðina hvør til
sítt. Nú tykist tó, sum um
partarnir eru til reiðar at
leggja ta hendingina aftur
um bak, tí enn einaferð eru
samráðingar
um
eina
samanlegging ígongd.
Tosið hevur ljóðað eina
tíð, og mánadagin kundi
VB so lýsa til limafund, har
samanleggingin var einasta
mál á skránni. Sum skilst,
so var fundurin ógvuliga
positivt sinnaður mótvegis
eini samanlegging, og týs-
kvøldið vóru tað so limirnir
í Sumba, sum skuldu spyrj-
ast eftir.
Í Sumba er tað mest Torri
Thomsen, sum hevur havt
við málið at gera, og hann
dylir ikki fyri, at tey í
Sumba síggja seg noydd til
at taka slík stig.
– Soleiðis sum krøvini
eru blivin, so síggi eg ikki
aðrar
møguleikar,
um
Sumba skal yvirliva. Og eg
vil eisini leggja dent á, at
hóast talan verður um sam-
anlegging, so fer Sumbiar
Ítróttarfelag ikki í søguna.
Tað verður framvegis akt-
ivt, men á fótbóltssíðuni
verður talan um ein yvir-
bygning saman við VB,
staðfestir hann.
Nøvnini varðveitast
Fyrsta árið verður tó ikki
serliga sjónligt, at talan
verður um eina nýggja
samanlegging. VB fyllir tá
100 ár, og Sumba 65 ár, og
tí eru nevndirnar komnar
ásamt um, at nøvnini ikki
verða broytt alt fyri eitt. So-
leiðis kemur liðið í fyrstu
deild at VB og í aðru deild
Sumba í 2005. Hinar deild-
irnar koma tó at bera
felagsheitið, og tað verður
so galdandi fyri øll lið fel-
agsins í 2006.
Eisini er ætlanin, at
hondbólturin í Vági verður
tikin við í nýggja yvirbygn-
ingin. Ikkk so nógv tí
sumbingar hava nakra ser-
liga siðvenju innan hetta
økið, men einamest soleiðis
at felagið ikki kemur at
kappast við hondbóltin,
men heldur kemur at sam-
starva við hesi.
Fuglfirðingurin, sum
tey bæði seinastu árini
hevur vunnið FM við
HB, skal næsta kapp-
ingarár spæla við
barndómsfelagnum
ÍF FYRIREIKINGAR
Jóannes Hansen
Fuglfirðingar brynja seg av
álvara til nýggja kappingar-
árið. Í síðstu viku varð tað
alment, at Petur Simonsen
næsta ár skal venja felagið,
sum hann áður bæði hevur
verið formaður í og venjari
hjá. Týskvøldið skuldi fund-
ur vera í Fuglafirði, har
venjarin ætlaðist at leggja
sínar ætlanir fyri nýggja
kappingarárið fyri spælarar-
nar.
Millum spælararnar hjá
ÍF næsta ár verður Símun
Eliasen. Hann hevur tvey
tey seinastu árini verið ein
av berandi kreftunum á HB
liðnum, sum hevur vunnið
meistaraskapin. Sambært
HB heimasíðuni hevur Sím-
un ætlanir um at fara at
byggja, og tað fer at hava
við sær, at hann ikki fer at
hava umstøður at venja so
nógv, sum tað verður kravt,
at HB spælararnir skulu
venja. Sambært HB heima-
síðuni fer tað at bera Símuni
til at venja minni enn so og
kortini at spæla við ÍF. HB
heimasíðan veit eisini at
siga, at tað er eitt gamalt
ynski hjá Símuni aftur at
spæla við barndómsfelagn-
um.
Símun Eliasen verður 24.
november 30 ár. Símun
hevur ikki spælt við ÍF síð-
ani í 2001. Tá spældi ÍF í 2.
deild, og Símun var á liðn-
um í tveimum dystum, og
hann skoraði tvey mál.
Hetta var, meðan hann var
heima í summarfrí frá
útbúgving í Danmark.
Tá ið Símun í síni tíð
spældi í Fuglafirði, varð
hann málsøkin miðvallari.
Tey bæði árini, sum hann
hevur spælt í HB, hevur
hann verið fastur fúsur í
miðverjuni. Í 1996 spældi
Símun tvær ferðir á lands-
liðnum. Tíðliga í vár var
hann á venjingarlegu við
landsliðnum, men síðani
hava tað ikki verið lands-
liðsboð eftir honum. Í 1996
varð roknað við, at Símun
skuldi spæla fleiri ferðir á
landsliðnum, men ein hervi-
ligur skaði um sama mund-
ið, sum hann var um at
vinna sær pláss á besta AGF
liðnum, hevði við sær, at
hann ikki fekk spælt fótbólt
í eitt langt skifti.
Í síðstu viku søgdu fugl-
firðingar, at teir arbeiddu
við at fáa tveir góðar spæl-
arar at styrkja um liðið. Nú
er annar komin, men enn
hevur einki verið at frætt
um, hvør hin spælarin fer at
verða.
Leggja
fyri við
at tiga
Tá ið áttandaparts-
finalurnar í donsku
steypakappingini
verða spældar í
kvøld, verður tað í
Parkini lagt fyri við
tøgn og svørtum
syrgibondum
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Í kvøld eru átta dystir á
skránni í donsku steypa-
kappingini. Tað, sum er
farið av hesi vikuni, hevur
danski fótbóltsheimurin
fyrst og fremst verið upp-
tikin av syndarligu van-
lukkuni í Parkini sunnu-
dagin, sum kostaði einum
24 ára gomlum FCK
viðhaldsmanni lívið.
Í kvøld fer FCK í átt-
andapartsfinaluni
at
spæla á heimavølli móti
OB. Tað er avrátt, at tað
undan dystarbyrjan skal
verða tøgn í ein minutt,
og at spælararnir skulu
hava svart bind um armin.
Hetta verður gjørt fyri at
minnast unga mannin,
sum doyði sunnukvøldið.
Síðani mánadagin eru ein
rúgva av blómum lagdar
uttanfyri Parkina. Hesar
verða í kvøld fluttar inn á
áskoðaraplássini, har eitt
økið er avgirt, og har tað í
kvøld fer at bera til at
leggja heilsanir.
Trý onnur føroysk feløg
í Danmark skulu í kvøld
spæla í steypakappingini.
Frem, sum hvørja ferð
hevur Jón Róa Jacobsen
millum teir fyrstu ellivu
og Gunnar Nielsen á
beinkinum sum eykamál-
verja, AC Horsens, sum
hevur Johan Byrial Han-
sen í verjuni, og Fremad
Amager, sum hevur Hjal-
grím Elttør og Andrew av
Fløtum í hópinum. Jann
Ingi Petersen er framveg-
is ikki komin fyri seg eftir
óhepna eygnaskaðan.
Frem skal spæla á
heimavølli móti Skjold.
Hesi bæði feløgini skulu í
vikuskiftinum
spæla
landskappingardyst.
Horsens skal spæla á
heimavølli móti AaB, og
Fremad Amager fer at fáa
vitjan av FC Nordsjæl-
land.
Hinir fýra dystirnir eru
hesir: Ølstykke-Sønder-
jyskE, Køge-AGF, Her-
følge-FCM og Esbjerg-
Brøndby.
Fjórðingsfinalurnar
skulu sambært skránni
spælast mikudagin 10.
november.
Símun skal spæla við ÍF
C
M
Y
K
16