Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað stendur á gomlum nøglum í pol­ itiska landslagnum. Undir síðstu samgongu varð mangan gjøldur gjørd­ur burtur úr arbeiðslagnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen og hans­ara fólk­um í Tinga­nesi. Tos­að var um, hvør hevði valdið á hvørj­um – og at Jørgen Niclasen stýrdi løg­ manni og í veruleikanum var hann, sum setti politisku kósina. Vit fingu »systemskifti« á síðsta løg­tingsvali. Sam­gongan tapti stórt, og andstøðuflokkarnir vunnu valið. Serliga Jav­n­að­ar­flokk­ur­in gjørdi eitt gott hál. Og fyri fyrstu ferð tók samlaða and­støðu yvir í Tinganesi. Men tað er synd at siga, at flokk­ urin hev­ur dugað at umsett hetta álit í verki. Ilt er at síggja, hvussu topparnir í Javn­að­ar­flokkinum stríðast – men stór ó­semja er á gólvi­num í flokk­i­ num, har hvør hani letur við sínum nevi. Tiltiknu vargarnir á Tvøroyri hava ging­ið sum leysar bumbur alt val­skeið­ið. Eyðvitað er, at stórt trýst frá sterkum penga­kreft­um ligg­ur á teim­um – og nú kem­ur enn ein ting­ mað­ur hjá Javn­að­ar­flokk­inum, sum um tað ikki er nóg kata­strofu­kent í flokk­i­num, og varpar al­ment út síni fyrivarni fyri at taka und­ir við fiski­ vinnu­ný­skip­an­ini. Men tað skert ikki burtur, at júst fiski­vinnu­ný­skip­an­in er legi­timi­tet­ ur­in hjá bæði Javn­að­ar­flokk­i­num og allari samgonguni. Fer loysnin fyri bakka, so kann sam­gonga og Javnaðarflokkur akk­ ur­át tað sama pakka saman. Tá er á­litið fokið, og flokkurin kann síggja fram til at fáa somu lagnu, sum Javn­að­ar­flokk­urin fekk í 1994, tá fólk­ið í stórari misnøgd misti á­lit­ ið á Javn­aðarflokkin, sum tódn­aði niður í helvt, úr 10 niður í 5 ting­fólk. Eingin ynskistøða hjá einum floks­leið­ara – sum uttan iva hev­ur tað sera trupult, og sum má hava meira enn Jobs tol við teirri mann­ ing, hon­um er tillutað at hava ting­ bólki­num. Hinir báðir samgonguflokkarnir tykj­ast framvegis at ganga í takt, tí er hetta uttan iva ein óhaldbar støða inn­an­hýs­is í samgonguni. Vilji er ikki til breiða semju í hes­ um máli á tingi, tað er eyðsæð. Nú tveja and­støðu­flokk­ar blóð – tí má sam­gongan orðna sítt stríð inn­an­ hýs­is. Og tað merk­ir, at løgmaður hev­ ur upp­gávu­na at fáa skil í sínum egna flokki – sum ikki líkist einum vinstra­sinn­að­um arbeiðaraflokki sum vil fólkinum væl – men held­ ur sum ein samling av mis­nøgd­um einstaklignum, sum hugsa mest um sína egnu køku. Álitið á Javnaðarflokkin hev­ur ikki verið í størri vanda, enn nú. Og á­byrgd­in liggur hjá illa skip­ aðu og illa arbeiðandi og misnøgdu tingmanning floks­ins. Einki skil er í Javnaðar­ flokk­i­num, nú harðast leikar á ein flokkur í upploysn? 2017 Finna semju um nýskipan Greining síða 6 Bók­ mentir í tríggjar dagar Bókajól Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Í skrivi í gjár boðar fútin frá, at hann heldur grundarlag vera fyri at fara víðari í kann­ ing­ar­arbeiðnum av skatta­ máli­num hjá Eik Banka. Nógv umrødda skatta­ mál­ið snýr seg um, hvørt Eik Banki royndi at villleiða skatta­mynd­ug­lei­k­ar­nar í roynd­ini at fáa ein frádrátt á hálva milliard. Fútin hevur havt málið til viðgerðar, og í dag hevur hann tikið støðu til, at ein serstøk eind skal kanna mál­ ið, og sostatt er málið tikið upp til formella kanning hjá poli­ti­num. Skrivið er soljóðandi: »Politiið í Føroyum hev­ur avgjørt at byrja kann­ing­ ar­ar­beiði móti Eik Banka í samstarvi við Stats­ad­vo­k­at­ en for Særlig Økonomisk og Int­ernational Kriminalitet. Kann­ingararbeiði skal geva grund­arlag fyri at meta, um tað kann reisast eitt revsi­mál móti bankanum fyri skatta­ und­an­drátt. Tað verður sett eitt serligt toymi av løgreglufólkum úr Før­oyum og serfrøðingum frá Stats­ad­vo­kat­en for Sær­ lig Økonomisk og Int­er­nat­ i­on­al Kriminalitet. Toymið skal kanna fráboðanina frá Taks um, at EIK Banki (nú P/f Betri Banki) í 2011/2012 royndi snúgva sær undan skatti fyri milll­i­óna upphædd. Stóri samfelagsligi týdn­ ing­ur­in av málinum ger, at alt verður gjørt fyri, at grund­ar­lag­ið at meta um mál­ið verður so gott sum yv­ ir­høv­ur gjørligt Taks meldaði Eik Banka til poli­tiið tann 21. september 2017, eftir at Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram við­víkj­andi sak­arviðgerðini av sjálv­upp­gávuni hjá bank­ a­num fyri árið 2011. Bank­in er undir illgruna fyri brot á skatta­lóg­ina §139 um skatta­ und­an­drátt. Málið er bæði faktuelt og løg­frøð­is­liga sera fløkt. Tí eri eg glaður fyri, at Stats­ad­vo­ k­at­en for Særlig Øk­o­nom­isk og Int­er­nation­al Krim­i­nal­i­ tet hev­ur játtað at hjálpa til við kann­ing­ar­ar­beið­num. Tey eru von við at kanna og meta tey all­ar størstu og mest fløktu fíggj­ar­ligu revsi­ mál­ini, so tað verður ein stór hjálp í hesum málinum. Við atliti til kann­ing­ar­ar­ beið­ið kann eg ikki upplýsa nærri um málið og hvussu langa tíð kanningararbeiðið tek­ur. Eg skal tó undirstrika, at mál­ið hevur eina høga rað­ fest­ing sum fylgi av tí sam­ felgs­liga týdningi, málið hev­ ur.« John Kølbæk Politiið kannar nú Eik Banka og skattafrádráttin Hond­bóltssambandið hevur í hes­um døgum áhugaverda vitj­an. Ítróttastjórin í danska hond­bólts­sambandinum, Mort­en Hendriksen, og að­ al­skriv­arin, Morten Stig Christ­en­sen, eru í Føroyum. – Teir báðir eru kendir í hond­bólts­heim­inum, og hava átt virkn­an leiklut í stóru fram­gongd­ini, sum hev­ur ver­ ið í donskum hond­bólti, sig­ur Hond­bóltssamband Før­oy­a í tíð­ind­a­skrivi. Morten Stig Christensen er eis­ini kendur sum gam­al lands­liðs­spæl­ari, sjón­varps­ vert­ur og ítróttastjóri í TV2. Teir báðir fara millum ann­ að at hyggja at dysti í bestu mans­deildini, venja U15- dreing­ir­nar í leikara­menn­ing­ ini hjá HSF og hava fyrilestur fyri venj­ar­um o. ø. Hóskvøldið er spennandi fyri­lestur fyri øllum áhugað­ um í høvuðssætinum hjá Bank­Nord­ik, tá Morten Stig Christ­ensen fer at hugleiða um lív og yrkisleið sína, greiða frá um DHF, danskan breidd­ ar- og elituhondbólt, virðini o. m. a. Tiltakið er ókeypis og til ber at tekna seg til fyrilesturin her: www.banknordik.fo/HSF – Øll eru vælkomin, sigur Hond­bólts­sambandið. Serfrøðingar í hondbólti vitja HSF Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin