týsdagur 14. november 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 15. november 2017 · Nr. 133
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Tel 41 70 00
runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
Runavíkar Kommuna setur nú
umhvørvið á breddan.
Í fyrstu atløgu verður farið í gongd við
at burturbeina órudd á almennum øki.
Hetta er byrjanin til eitt framhaldandi
átak á umhvørvisøkinum, og fer at
geva nøkur sjónlig úrslit í bý- og
bygdarmyndini.
Kommunan er í gongd við at skráseta
órudd og burturkast við myndum. Út
frá hesum hevur kommunan valt
nøkur øki, sum verða mett at hava
tørv á upprudding. Byrjað verður við
at rudda á almennu økjunum í Skálafirði
og á ídnaðarøkinum í Rituvík.
Eigur tú óviðkomandi lutir á almennu
økjunum í Skálafirði og á Ídnaðarøkinum
í Rituvík skulu hesir verða burturbeindir
í seinasta lagi 1. desember 2017. Er ikki
møguligt at burturbeina lutirnar av
økjunum áðrenn ásettu freistina, eru tit
vælkomin at ringja til Runavíkar
Kommunu og gera avtalu um møguliga
nýggja freist.
Fyri at tryggja, at onki av virði verður
burturbeint av óvart, fáa tey, sum uttan
loyvi, hava sett lutir á almenn
øki, møguleika at koma eftir
teimum, áðrenn kommunan
fer í gongd við at burturbeina
lutirnar.
Sí meira um lógina og
mannagongd í smb. við at
burturbeina órudd úti á
almennum øki á
www.runavik.fo.
Meira kunning um arbeiðið
við óruddi og burturkasti,
verður lýst á heimasíðuni.
K R E A
EIGUR TÚ ÓVIÐKOMANDI LUTIR
Á ALMENNUM ØKI Í RUNAVÍKAR KOMMUNU?
Filmshúsið skal standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og
menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu
uppgávurnar, sum Filmshúsið skal standa fyri, eru:
•
at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
•
at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
•
at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í
sambandi við filmsframleiðslur,
•
at miðla samband millum filmsaktørar,
•
at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
•
at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og
•
í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og
førleikar verða gagnnýtt til fulnar.
FØRLEIKAKRØV
Vit søkja eftir tí persóninum, sum verður mettur at hava bestu førleikarnar
at standa fyri, at Filmshúsið kann røkka uppgávunum, sum eru nevndar
omanfyri.
Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur, dugir at skapa og halda
sambond og kann verða eitt gott andlit úteftir fyri Filmshúsið.
Vit vænta, at tú hevur vitan innan filmsvinnu og/ella mentanarøkið sum heild,
og at tú dugir filmsmálið. Umsitingarligar, fyrisitingarligar og fíggjarligar
royndir við mentanarligum stovnum, -verkætlanum, ella filmsframleiðslu
kunnu verða ein fyrimunur.
Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at
samskifta og hevur góðar samstarvs- og samskipanarførleikar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Dagligi leiðarin vísir til stýrið fyri Filmshúsið. Løn er sambært avtalu við
Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Starvsstaðurin er í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Byrjanardagurin er 1. januar
2018, ella skjótast gjørligt. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru
royndartíð.
FREIST V.M.
Meira fæst at vita um starvið á vinnuframi.fo/filmshus. Eisini ber til at
at ringja til Jan Berg Jørgensen, tel. (+298) 218822, ella at skriva til
vinnuframi@vinnuframi.fo, viðmerk “Filmshúsið”.
Umsókn við CV og avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu
sendast til vinnuframi@vinnuframi.fo í seinasta lagi 1. desember 2017.
LEIÐARI TIL FILMSHÚSIÐ
Føroyska Filmshúsið er nú sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir
føroyskan film sum vinnu. Nú verður leitað eftir einum dagligum leiðara at standa á odda
fyri hesum arbeiðinum.