Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. november 2017 6 Sosialurin Føroysku loyndarmálini Við bókini sleppur lesarin inn undir húðina hjá átjan rithøvundum, og við bergtakandi myndum, góðum ráðnum, stuttligum søgum, vøkrum yrkingum og øðrum avdúkar tey hvussu føroyingar njóta tær átjan oyggjarnar í Norðuratlanshavinum, ið vit kalla fyri okkara heimland, og sum alsamt fleiri ferðafólk vitja. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo S ecrets of the Faroe Islands er ein øðrvísi ferðafólkabók á fleiri ymiskar mátar. Ikki bara víkir hon í útsjónd og snið­gev­ing frá teim­um meira siðbundnu ferða­fólka­bók­ un­um, men er innihaldið heilt ólíkt tí, ið ferðafólk vanliga fáa, tá tey keypa bøkur í vónini um at avdúka loynd­ar­málini í ein­ um staði ella hvat tey lokalu van­liga gera. Men tað er júst tað, ið Secrets of the Faroe Islands megnar so serstakliga væl. Við bókini sleppur lesarin inn und­ ir húðina hjá átjan rithøvundum, og við bergtakandi myndum, góðum ráð­num, stuttligum søgum, vøkrum yrk­ing­um og øðrum avdúkar tey hvussu før­oy­ingar njóta tær átjan oyggjarnar í Norð­ur­ atlans­havinum, ið vit kalla fyri okkara heim­land, og sum alsamt fleiri ferðafólk vitja. Átjan ymiskir rithøvundur hava givið sítt íkast til bókina og sjey ymisk mynda­ fólk eiga flottu myndirnar í bókini, men tað eru Sunva Eysturoy Lassen og Guðrið Syderbø, ið eiga hugskotið og hava rit­ stjórnað bókina. Tær ynsktu at gera okk­ urt, ið breyt frá vanligum ferða­fólka­bók­ um. - Tað eru ikki so nógvar ferða­fólka­bøk­ ur í Føroyum, men vit vildu kortini gera eina, ið var eitt sindur meira persónlig enn tær, ið man vanliga fær. Tað er oftani so, at tá man blaðar í eini ferðafólkabólk, so kennir man ikki seg sjálvan aftur í egna landi. Vit vildu skapa nakað, ið bæði útlendingar og føroyingar kundu brúka. So hóast hon fyrst og fremst er ætlað til ferðafólk, so kunna allir føroyingar og úti­setar fáa nøkur góð ráð til at uppliva Før­oyar í henni, sigur Sunva Eysturoy Lass­en. Høvuðstátturin í bókini eru ráð frá før­oyingum, ið fortelja lesaranum hvat man skal gera, fara, síggja, leggja merki til, smakka og royna í Føroyum. Tað er her í, at loyndarmálini sum Føroyar og føroyingar goyma upp á verða opinberað. Millum annað verður mælt ferða­fólk­ um til at spyrja um loyvi at lána ein av mongu trampolinunum, ið eru at síggja alla­staðni. Ella at tá man keypir ein ís, at gera sum tey lokalu og seta seg í bilin at eta hann. Og tá man longur er í bilinum, so kann man eins væl stilla hann við ein fótbóltsvøll og floyta, tá okkurt serligt hendir á vøllinum. Eins og tey lokalu. BERT HUGFLOGIÐ SETIR MØRKINI Tvær nýggjar bøkur á føroyska bókamarknaðinum geva nú føroyingum høvi at lata hugflogið reika uttan at lata seg binda av siðvenju, hugsanum hjá øðrum ella tí, ið er møguligt. Talan er um bøkurnar ”Lita míni føroysku klæði” og ”Dukkulisa í føroyskum klæðum,” sum Anja Finsdóttir hevur teknað. Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo E ins vist sum at løgtingið verður sett á ólavsøku er afturvendandi orða­drátturin um føroyska bún­ an í døgunum upp til tjóð­ar­há­ tíð­ina. Fá ting kunna nevniliga festa eld í eitt kjak sum tá føroyingar taka nýggj­ astu mótarákini til sín og gera broyt­ingar í før­oysku klæðunum. Tvær nýggjar bøkur á føroyska bóka­ marknaðinum geva nú føroyingum høvi at lata hugflogið reika uttan at lata seg binda at siðvenju, hugsanum hjá øðrum ella tí, ið er møguligt. Talan er um bøk­ur­ nar ”Lita míni føroysku klæði” og ”Dukku­ lisa í føroyskum klæðum,” sum Anja Fins­ dóttir hevur teknað. Bøkurnar venda seg fyrst og fremst til børn, ið dáma at tekna og klippa, men kunna uttan iva eisini brúkast av eldra ætt­ar­liðunum, ið hava hug at royna nýggj hug­skot til føroysku klæð­ini á papp­ír­in­ um, áðrenn tey royna litsaman­set­ing­ar­ nar í veruleikanum. ”Dukkulisa í føroyskum klæðum” er ein bók ið gevur lesaranum møguleikan at lata Dukkulisu og hennara vinfólk í ymisk føroysk klæðir. Tað verður gjørt við at klippa ymiskum klædnapløggini í føroyska klæðunum út og seta tey saman, sum ein sjálvur ynskir. ”Lita míni føroysku klæðir” er ein lit­ bók har lesarin kann sniðgeva síni egnu føroysku klæði. Í hesi bókini eru saman­ set­ingarnar longu gjørdar, men fær les­ar­ in í staðin møguliga at lita føroysku klæð­ ini hjá 24 ymiskum persónum. Tað er nýstovnaða forlagið Mallustova, ið hevur útgivið bøkurnar, ið letur lesaran brúka sítt egna hugflog, tá ið føroysku klæð­ini skulu sniðgevast.