Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 15. november 2017 Sosialurin Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo Annað árið á rað er ein bók um lækna­ stríðið millum bøkurnar, ið eru útgivnar nú tað stundar til jólar. Í fjør lat Líggjas í Bø úr hondum bókina Læknastríðið í Klaks­vík og í ár er tað Arnstein Niclasen, ið hevur útgivið bókina Herskin herðindi. Tað er ikki nakað óvanligt í, at bøkur verða skrivaðar um serstøk tíðarskeið í Før­oya søgu, men merkisvert er, at bøk­ ur­nar báðar eru tær fyrstu føroysku bøk­ ur­nar, ið hava viðgjørt stríðið, ið gekk fyri seg miðskeiðis í hálvtrýssunum. So­statt eru tað gingin umleið 50 ár síðan stríðið endaði, til fyrsta bókin kom út á før­oysk­ um um evnið. Áhugin fyri læknastríðnum tykist tó at vera ovurhonds stórur. Hans Andri­as Sølvará, søgufrøðingur, hevur granskað nógv í evninum og skrivað fleiri vís­inda­ ligar greinar um evnið, og fyri fimm ár­ um síðan helt hann fleiri fyrilestrar um lækna­stríðið fyri fullsettum hølum í Klaks­vík, Tórshavn og Keypmannahavn. Hann greiðir frá, at læknastríðið vanliga ikki hevur verið nakað, ið man hevur tosað um í Klaksvík. - Eg minnist væl fyrsta fyrilesturin eg hevði um læknastríðið. Tað var í Klaks­vík fyri fimm árum síðan og tað var smekk­ fult av fólki til staðar. Tá vóru skúla­næm­ ing­ar har, ið aldrin høvdu hoyrt nakað um læknastríðið, og tað vóru fleiri har, ið søgdu, at tey vistu ikki um, at nakar áð­ur hevði hildið nakran fyrilestur um læknastríðið, sigur Hans Andrias Sølvará. Eitt tabu Søgufrøðingurin metir, at tað kunna vera fleiri orsøkir til, at man ikki hevur tosað so nógv um evnið áður, men vísir á, at tað eru nógv, ið als ongan hug hava at tosa um hetta tíðarskeiðið. - Tað hevur verið eitt tabu, ið man ikki hevur snakkað nógv um í Norðoyggjum. Tað er eisini nakað við, at tað skal ganga ein ávís tíð. Tað hevur verið eitt tabu, tí man lýsir tað øgiliga oftani sum at klaks­ vík­ingar vóru móti restini av Føroyum ella Danmark. Men eg haldi tað handlar líka nógv um, at hetta vóru klaksvíkingar móti klaksvíkingum, sigur Hans Andrias Sølv­ará, og leggur afturat. - Eg snakki oftani við fólk har norðuri, ið siga, at tey vilja gloyma læknastríðið, tí tey minnast einki gott frá tí. Hetta er ser­liga tey, ið vóru í minnilutanum. Tey hava einki gott at siga um tað, og vilja bara sleppa at gloyma tað. Tað er ein av grundunum til, at man ikki hevur snakkað so nógv um tað, tí man á onkran hátt hevur verið nokk so illa við av tí. Nú eru so nógv ár liðin síðan stríðið end­aði, at tíðin nú er búgvin til bøkur um hetta serstaka tíðarskeiðið í Føroya søgu, metir Hans Andrias Sølvará. - Tá ein ávís tíð gongur, so byrja slík mál at blíva búgvin til, at fólk kunna snakka um tað. Nú er tað komi hartil, at man hevur nøkur eldri fólk, ið minnast hetta, og royna at seta orð á tað, greiðir Hans Andrias Sølvará frá. Var meira lokalt Hans Andrias Sølvará heldur ikki, at hann ein dag sjálvur fer undir at skriva eina bók um evnið, og saknar hann millum annað eina meira lokala lýsing av hvussu lækna­ stríðið elvdi til stríð í sjálvum býnum. - Eg upplivi nógv av tí, ið verður skrivað um læknastríðið, sum at verður lýst sum eitt stríð, har klaksvíkingar stóðu saman móti restini. Men um hugt verður eftir adressuni, so eru tey ikki so nógv, ið hava skrivað undir hana, ið vanliga verður sagt, sig­ur Hans Andrias Sølvará. Vanliga verður tikið til, at 95 prosent av øllum teimum, ið vóru yvir 16 ár skriv­ aðu undir adressuna, ið bleiv send runt í Norð­oyggjum og Leirvík. Hans Andrias Sølv­ará metir tó, at hetta talið var munandi lægri. - Í eini grein, sum eg skrivaði í Fróð­ skap­arrit í 2013, hugdi eg eftir undir­skrift­ unum. Tá talið av undirskriftum verður samanlíknað við fólkatalið í Norð­oyggj­ um og Leirvík, so eru tað slett ikki 95 prosent, ið skrivaðu undir. Tey sum skriv­ aðu undir adressuna í 1953 vóru 2335 fólk, men fólkatalið í Norðoyggjum og Leirvík var í hesum tíðarskeiðinum 5287 fólk. Tá so tey, ið eru yngri enn 16 ár verða tikin úr, so meti eg, at meirilutin er umleið 70 pro­sent, sigur Hans Andrias Sølvará. Hóast tvær bøkur nú eru útgivnar um læknastríðið, so væntar søgufrøðingurin, at fleiri bøkur fara at verða skrivaðar um evnið. - Tað kann eg gott ímynda mær, tí tær, ið nú eru útgivnar, eru litaðar av teimum persónum, ið hava skrivað tær. So tað kann vera at okkurt verður skrivað aftrat, sigur Hans Andrias Sølvará. www.ritograk.fo bílegg bøkur á netinum skjótt og ómakaleyst Læknastríðið hevur verið tabu Tað hevur verið eitt tabu, tí man lýsir tað øgiliga oftani sum at klaksvíkingar vóru móti restini av Føroyum ella Danmark. Men eg haldi tað handlar líka nógv um, at hetta vóru klaksvíkingar móti klaksvíkingum, sigur Hans Andrias Sølvará,