týsdagur 14. november 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. november 2017
16
Sosialurin
S
øgnin um Anniku er tøtt og
knøpp, ein lítil, men kraftmikil
bótarmoli. So hvat hendir, tá ein
rithøvundur fer at toyggja og
tamba, fylla út, savna træðrir og upploysa
bótarmolan í eini nýggjari søgu? Úrslitið
er ein heilskapað og dramatisk søga,
sum er staðsett í sagnartíð, men er søgd
við samtíðarligum máli og frásøgustíli.
Søgan er komin út í krabbabókarøðini,
og Edward Fuglø hevur myndprýtt hana.
Keldurnar um sjálva søgnina eru soltnar,
men hetta nýtist als ikki at vera ein
vansi, heldur Ingun Christensen. Heldur
hinvegin, tí tað letur upp fyri eini rúgvu
av møguleikum, tá tú skalt skriva hana
av nýggjum.
- Eg las ikki tað, sum onnur hava
skrivað grundað á søgnina, tí eg vildi
ikki lata mína tulking ávirkast av teirra
tulkingum. Hetta skuldi vera mín tulking,
mín søga. Sjálvt um eg føli, at eg havi
verið rættiliga trúgv ímóti søgnini, so
føli eg eisini, at eg havi havt rættiliga
frítt spæl til at skriva hana sum mína
søgu. Eg havi havt hesa lítlu, skroypiligu
beinagrindina, og so havi eg fylt uppá við
kjøti og musklum fyri at fáa hana meira
dýnamiska og livandi.
Ingun Christensen hevur blakað tann
lítla dungan av góðum suppubeinum
í grýtuna og kókað tey saman til eitt
fulllimað
og
vælsmakkandi
krov.
Vevnaður verður skrivaður ímillum tey
einstøku beinini í søgnini og tekur eitt
nú skap sum nýggir persónar. Ein teirra
er gamla Guðrun, sum spáar í urtum,
er sanndroymd og hevur ein ávísan
autoritet. Kvinnulýsingin gevur súpanini
ein smakk av magiskari miðøld.
- Man hoyrir ongantíð nakað um
mammu Anniku. Sjálvandi ger man sær
tankar um hvat og hvussu, og eg geri tað
til tað, at hon hevur mist mammuna. Og
her er tað, at gamla Guðrun kemur inn
í myndina. Hon hevur verið eitt slag av
ommufiguri meira enn ein mamma fyri
Anniku, men kanska allíkavæl bæði.
Hon hevur verið ein kvinnuímynd hjá
Anniku. Tað kemur nakað gandakent
inn í søguna við henni, sum ger tað eitt
sindur meira spennandi, og søgan fær
eina aðra dimensión. Tær klóku konurnar,
sum dugdu at grøða fólk og kanska eisini
høvdu evni til at spáa, fingu eina ávísa
makt, sum ræddi nógv fólk og serliga
kirkjuna.
Í nýskrivaðu søguni er meira kjøt
komið á Anniku. Í søgnini hóma vit
Anniku sum eina kvinnu við sterkum vilja,
og henda partin av persónleika hennara
síggja vit uppaftur betur í nýskrivaðu
søguni.
- Eg havi viljað fingið fram, at hon var
ein viljasterk og sjálvráðandi ung kvinna,
sum gjørdi uppreistur ímóti tí gomlu
siðvenjuni, at menninir skuldu bestemma
alt. Hon var jú sýslumansdóttir, og
mammubeiggin var prestur, og tá hevur
hon havt eina ávísa tign í samfelagnum.
Og eg hugsaði, at sjálvandi dugdi Annika
at lesa, tí hon hevur verið í einum
umhvørvi, har tað hevur verið sjálvsagt.
Hon brúkar bøkurnar sum vápn, tí hvat
annað hevur hon? Hennara uppvøkstur
hevur gjørt, at hon ikki letur seg kúga.
Eg vildi hava fram, at Annika er ein
samansettur
persónur,
sum
hevur
kenslur og vísir umsorgan, men eisini
hevur
temperament
og
kann
vera
kontant og hørð. Veruleikin er jú tann, at
vit øll eru rættiliga samansett. Og tað eru
altíð orsøkir til, at vit gera og siga, sum vit
gera.
Men hvat kann ein søgn sum Annika í
Dímun siga børnum og ungum í dag, og
hvussu kann hon fanga tey? Sagnirnar
kunnu kanska vera heldur turrir bitar,
tá tær verða borðreiddar í sínum
stuttorðaðu og knøppu formum. Men fáa
tær ein nýggjan ham við samanhangandi
søgugongd, kunnu tær nógv meira, heldur
rithøvundurin.
- Eg haldi, at um man skal halda lív í
hesum sagnunum, so má tað gerast við at
fáa meira lív í tær. Kanska við at skriva
barnabøkur. Tað eru nógvir mátar at gera
tað uppá. Men í hvussu er má tað gerast
soleiðis, at tær blíva livandi, og at tær
fanga. Tað skal helst alla tíðina henda
eitt sindur. Tað skal vera eitt ella annað,
sum fangar lesaran, so hann tímir at lesa
víðari. Í søgnini um Anniku hava vit eitt
nú spennandi evni sum kærleika, sorg,
tvungin giftarmál og morð. Hetta er alt
sovorðið, sum er viðkomandi í dag. Tað
finst. Og børn kunnu relatera til tað. Í
miðeystri og aðra staðni verða kvinnur
enn tann dag í dag giftar ímóti sínum
vilja. So tað eru nógv spennandi evni at
arbeiða við, tá tú skalt skriva hana um
til eina barnabók. Summi ting eru bara
ævig. Tey eru her altíð, óansæð um tú
livdi í 1500-talinum, ella um tú livir nú.
Samfelagið broytist kanska. Men tað ger
tað menniskjansliga ikki.
BROT úr bókini:
„Nú bert tú teg at,
sum sømir seg einum
konufólki,“ segði pápin
avgjørdur. „Jógvan bóndi
er múgvandi maður og
kann forsyrgja tær.“
Annika stardi at pápanum.
„Eg eri trúlovað Sjúrði.
Tað veitst tú, pápi.“
„Sjúrður eigur einki,“
svaraði pápin, men hugdi
ikki í eygu hennara. Tað
hevði hann ikki gjørt, síðan
hann tapti hana í kortspæli
til dímunarbóndan. „Hann
er bara húskallur her á
sýslumansgarðinum. Hann
er einki sammett við ein
bónda. Harafturat er hann
ólærdur. Dugir hvørki
at lesa ella at skriva.“
ANNIKA Í DÍMUN
– ein sagnarkvinna sleppur til orðanna
Í 1927 skrivaði H.A. Djurhuus søgnina um illu Beintu av nýggjum. Tann kalda og
harða kvinnan í søgnini fekk eina rødd, og myndin av henni gjørdist meira samansett.
Í ár, 90 ár seinni, er ein onnur sagnarkvinna sloppin til orðanna. Ingun Christensen
hevur nýskrivað søgnina um Anniku í Dímun til eina søgu til børn og ung. Og eisini í
hennara nýskriving fáa vit eina øðrvísi mynd av Anniku, sum var ákærd fyri morð.
- Keldurnar um søgnina um Anniku í Dímun eru heldur soltnar, men hetta
er næstan bara ein fyrimunur, tá tú skalt skriva hana av nýggjum, tí tað
letur upp fyri eini rúgvu av møguleikum, sigur Ingun Christensen
Nýskrivaða søgan byggir á kendu
søgnina um Anniku í Dímun, sum var søkt
á Havnarvág í 16. øld, tí hon var skuldsett
fyri at hava beint fyri dímunarbóndanum.