hósdagur 16. november 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
17. november 2017
Gjøgnumgongdin av pensjónunum
hjá politikarum her í blaðnum sein
astu dagarnar talar sína egnu søk:
– Broytið nú hasa gyltu pensjónina, sum tit
hava tiltuskað tykkum!
Hvørja ferð avvarðandi politikarar siga
nakað alment um sína pensjón, so hoyra
vit umberingar sum, at »tað er so keðiligt at
skula viðgera síni egnu lønarviðurskifti«.
Hetta er fjas. Politikararnir tíma væl
at viðgera síni egnu lønarviðurskifti – í
øllum førum hava teir tiltuskað sær eina
pensjónsskipan, sum er fullkomiliga hol í
høvdið.
Men tað er ikki rætt at siga, at polit
ikarar hava gjørt tað í duldum. Tí øll tøl
eru almenn, og allar lógir eru almennar.
So ein og hvør, sum hevur hug, kann seta
seg við lógarteksti og rokniarki og rokna
út, hvussu væl politikarar hava dugað at
gjørt sær sjálvum eina heilt fantastiska
eftirlønarskipan, sum skattgjaldari hongur
upp á at gjalda.
Vit hava fingið lívstryggingarfelagið Lív
at roknað út, hvussu nógv eftirlønin hjá
løgtingsformanninum, sum er tann dýrasta,
er verd, um ein vanligur føroyingar stovnar
sær eina slíka:
12,9 milliónir er svarið.
Tað merkir, at Palliba ella Marsanna
skulu rinda 135.000 krónur um mánaðin í
pensjónsinngjaldi fyri at fáa eina so góða
eftirløn, sum løgtingsformenn framvegis
fáa, og sum løgmenn, sum sótu frá 1998 til
2015 fingu.
Hetta er ikki ein skipan, sum »onkur«
hevur gjørt og smoygt niður yvir løgtingið.
Hetta er ein skipan, sum eitt fullsamt løg
ting hevur samtykt fyri 17 árum síðani.
Fleiri av teimum, sum sita í Løgtinginum
nú – eisini formaðurin sum varðar av
skipanini – sótu eisini í løgtinginum tá og
samtyktu hesa skipanina.
Men fólkið er tolið. Pensjónir eru altíð
fløktar, og tey flestu hava ikki ánilsi av,
hvussu teirra egna pensjón er skrúvað sam
an.
Tí kunnu politikarar snakka aftur og
fram og upp og niður um fólkapensjón og
grundupphædd og tveita fólki torvmold í
eyguni.
Men nú ætla politikarar at hækka pen
sjónsaldurin hjá okkum.
Og samstundis kunnu vit staðfesta, at 14
fólkapensjónir skulu til fyri bara at gjalda
eftirlønia hjá løgtingsformanninum.
Jákup Sverri Kass farin úr starvi sum stjóri fyri
Vága Floghavn
Hesum boðaði Vága Floghavn frá beint fyri
prentstart:
– P/F Vága Floghavn og Jákup Sverri Kass eru
í dag komin ásamt um at enda samstarvið teirra
millum. Evy Jacobsen er sett sum virkandi stjóri
fyri Vága Floghavn til nýggjur stjóri er settur,
skrivar Vága Floghavn í fráboðanini.
– Jákup Sverri Kass hevur verið stjóri fyri
Vága Floghavn síðan apríl 2012. Hesi fimm árini
hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum,
viðurskiftini inni og rundanum flogvøllin
eru munandi betrað, samstundis sum talið av
vitjandi flogfeløgum
er vaksið. Nevndin
fegnast um rokkin
úrslit, og vil við hesum
takka Jákup Sverra
Kass fyri tænastuna.
14 fólkapensjónir til formanspensjón
Jákup Sverri farin
frá sum stjóri
Vága floghavn
Les eisini blaðið
á telefonini
Livandi garður
teirra deyðu
Høgni Djurhuus
baksíðan
Ein søga um mis
nøgd, armóð og
biddaragongd
Eivind Warberg
Tíðargrein síða 22-23
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Politiski taktikarin, sum dugdi at
halda Fólkaflokkinum at valdinum
Sunnudagin fyllir Anfinn Kallsberg, fyrrver
andi løgmaður, 75 ár.
Anfinn Kallsberg var løgmaður í Føroyum
í fullveldislandsstýrinum, sum Tjóðveldis
flokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokk
urin skipaðu eftir valið í 2998, tá Tjóðveldi
gjørdist størsti flokkur. Sjálvt um bæði
Javnaðarflokkurin, sum endaði í andstøðu,
og Tjóðveldisflokkurin fingu fleiri atkvøður
enn Fólkaflokkurin, so fekk Fólkaflokkurin
løgmann.
Fullveldislandsstýrið helt fram eftir valið í
2002. Men tá misti landsstýrið meirilutan, og
tí vóru boð eftir Miðflokkinum afturat. Tann
samgongan slitnaði tó í 2003 og val varð út
skrivað til 20. januar í 2004.
Anfinn Kallsberg varð valdur á ting fyrstu
ferð í 1980 – tá hann lyfti arvin eftir Hákun
Djurhuus, sum tá gavst í politikki. Anfinn
Kallsberg gjørdist landsstýrismaður seinnu
helvt av tí valskeiðnum, tá hann var lands
stýrismaður í fiskivinnu- og handilsmálum.
Anfinn Kallsberg er tiltikin taktikari í pol
itikki. Tað gav at bíta, tá Javnaðarflokkurin í
1996 fór úr samgonguni hjá Edmund Joensen
við teirri sannføring, at Edmund Joensen fór
at skriva út val. Men tá kom Fólkaflokkurin
upp í samgonguna, bjargaði henni, og Anfinn
Kallsberg gjørdist fíggjarmálaráðharri.
Eftir hetta sat Fólkaflokkurin í samgongu
í 19 ár at kalla út í eitt. Eitt lítið glopp var
meðan CHE samgongan sat í 2008 og eitt
skifti í 2011, og tá Fólkaflokkurin fór úr
seinnu ABC samgonguni.
Áðrenn Anfinn Kallsberg kom upp í
landspolitikk var hann borgarstjóri á Viðar
eiði.
Í landspolitikkki hevur hann eisini verið
løgtingsformaður og fólkatingsmaður frá
2005-2007.
Hann er útbúgvin innan skrivstovu og
handil. Hevur starvast sjálvstøðugur við bók
haldi og annað á Viðareiði í tíðarskeiðinum
frá 1974 til 1996. Harumframt hevur hann
starvast hjá J. F. Kjølbro í Klaksvik frá 1964
til 1974.
Anfinn Kalsberg segði seg frá sum løg
tingsmann 19. januar í 2011. Jørgen Niclassen
fór frá sum uttanríkisráðharri og fór í staðin
í Løgtingið, og Bjarni Djurholm, sum hevði
verið varamaður, fekk tá fast sæti á tingi.
Annfinn Kallsberg hevði tá verið virkin í
føroyskum landspolitikki í 30 ár.
Anfinn Kallsberg 75 ár