hósdagur 16. november 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
32
Livandi garður teirra deyðu
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
S
krivaði
um
hana fyrr í ár,
jarðarferðina í
Frigiliana, sum
eg var til, gamaní á
síðustrikuni sum
áskoðari.
Frigiliana er
lítil býur heilt
har suðuri í
Spania. Í Anadalusia, sum ikki
hevur kvett. Men har sum sam
bandsfólk flagga við spanska flagg
inum hvønn dag og um náttna við
teimum fløggum, sum hanga á
altanunum ella úr vindeygunum.
Andalusia er fátækasti landspartur
í Spania. Neyvan loysir tað seg at
loysa.
Aftur til jarðarferðina í vár. Eg
sá svarta líkbilin við stóru krans
unum í hvørjum borði uttaná og
tigandi líkfylgið fara úr gamla
býarpartinum í tann nýggja. Bæði
so og so, nýggja býarpartin í
Frigiliana og nýggja býin hjá
tí júst deyða.
Gav mær so ikki meira
far um tað. Fór ikki aft
aná, men fekk mær en
brandy millum gamla
og nýggja býin í staðin
fyri.
Nú havi eg aftur
verið í Frigiliana. Og
so segði ein í ferðalagnum frá
kirkjugarðinum í býnum.
Hon hevði ongantíð áður sæð
so nógvar frískar blómur, segði
hon. Vakrari garður enn
nakar annar.
Hann skuldi eg
síggja, sjálvandi. For
at leita, spurdi
ongan fyrst
um kósina.
Hann skuldi verið lættur at finna
í einum lítlum býarparti, ein
kirkjugarður, hvat tá? Hann er
uttan iva stórur.
Eitt skelti við einum píli vísti
eisini leiðina.
Tað var hann tó ikki, lættur at
finna. Eg gekk aftur og fram og
fram og aftur og noyddist so at fara
í kunningarstovuna at spyrja. Jú,
hann var lættur at finna. Hann var
har, beint við kunningarstovuna.
Eg kundi tó ugga meg við tí, at eg
hevði ikki óvitandi gingið fram við
honum nakrar ferðir, meðan eg
leitaði uttan kort. Og eg fekk sæð
nýggja býarpartin væl og virðiliga.
Men har var hann so, kirkju
garðurin. Lættur at finna við krossi
í kortinum.
Tí hann er als ikki sum okkara
kirkjugarðar. Fimm gravir, hvør
oman á aðrari, tó loft/gólv ímillum.
Stoyptur. Hvítur.
Kistan verður stungin inn í
rúmið so verður stoypt fyri.
Soleiðis gera tey í Spania. Ein
grøv er ikki eitt hol í jørðini.
Livandi blómur í tveimum vas
um við hvørja grøv. Tí hetta var
beint eftir alla halgannadag, og tá
er spanskur siður at minnast tey
deyðu við blómum, nógvum blóm
um í øllum litum. Kirkjugarðurin
var ein litadýrd við kritahvítari
bakgrund.
Og har vóru kertulós, nógv
livandi ljós. Alt hetta lívið í garði
teirra deyðu.
Tær vóru skrýddar, ikki allar
enn, men tær flestu. Skreytskrift.
Nógva staðni stendur ikki, nær tey
deyðu vórðu fødd, bara, at tey vóru
farin hetta ella hatta árið, so ella so
gomul.
Kona og maður lógu saman.
Deyðin skildi tey ikki.
Onkrar familjur høvdu sítt egna
stað, sum ikki var so høgt, men
annars størri enn hini.
Eina grøv átti lítil drongur. Har
var mynd av honum, og seinasta
heilsanin til hansara var á enskum.
Bamsur innan fyri glasið, sum var
framman fyri plátuna.
Har stóð ein gomul kona, einkja,
og tosaði við mannin, sum lá har
inni, innan fyri múrsteinar og
kálkað betong.
Kanska saknar hon hann.
Kanska segði hon honum bara,
hvat hon helt um hann.
Á garðsportinum stendur, at
opið er millum kl.09.00 og 20.00.
Eg helt, tað hevði verið áhugavert
at farið hagar um kvøldið, í myrki
við øllum kertuljósunum.
Men har var sjálvandi stongt, tá
eg kom. Eg stóð so uttan fyri læsta
portið og sá ljósini loga har inni í
logninum. Ein sjáldsom kensla.
Spell, at har har stongt. Men tey
deyðu vilja hava frið.
Sá heldur ongan har inni.
Hoyrdi einki.
Kanska eru tað ikki bara vit,
sum enn eru á lívi, sum fegnast
um livandi blómur og livandi ljós.
Høgni
Djurhuus
Føroyska Mariann Hansen
tilnevnd til danskan
sjónleikaraprís
Mariann Hansen, sjónleikari er nú tilnevnd
fyri ein sjónleikaraprís í Danmark. Mariann
Hansen er tilnevnd á Ekko Short List
Awards 2017 sum besta sjónleikarinna fyri
framførsluna í filminum Stina Katrina.
BARBARA HOLM
Filmurin er alt annað enn ókend
ur í Føroyum, tí filmurin vann
Geytan 2015 fyri filmin og er hann
framleiddur av fleiri ferðir virðis
lønta Andriasi Høgenni. Filmurin
snýr seg um tvær føroyskar vin
konur, sum gera seg til reiðar til
eina veitslu, sum tær hava bíðað
leingi eftir. Men frammanfyri
spegilin verða smáting sjónlig og
tað skal ikki meira enn eitt lastikk
til at koppa valdsjavnvágini millum
tær báðar. Ekko Films skrivar, at
Mariann Hansen megnar at skapa
ein natúrligan figur við góðum
trúvirði. Hetta ger hon við einum
persóni, sum á yvirflatuni ikki ger
so nógv, men har menniskjaligi
ótryggleikin skínur úr eygunum.
Mariann Hansen spælir í stutt
filminum saman við Duritu Dahl
Andreassen.