Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað líkist púra ongum, at sak­leys­ir sjúklingar skulu liggja í klemmu, tí at ein fak­bólkur og Fíggj­ar­mál­a­ráð­ ið klandrast. Nú skulu vit ikki fara at taka støðu til, hvussu høga løn, sjúkra­ røkt­ar­frøðingar skulu hava. Men tað eru nakrar spælireglur galdandi á ar­beiðs­marknaðinum, harímillum verk­fallið er eitt amboð. Men tað er eisini nakað, sum eit­ ur púra van­lig fólkaligheit, at fólk kunnu tosa pent saman. Í miðlunum síggja vit, hvussu Fíggj­ar­mála­ráð­ið og fakfelagið kasta runu hvør eftir øðrum. Tað lík­ist heldur ongum. Sum skilst eru lønarkrøvini nógv­ar ferðir hægri, enn nakað ann­að felag hevur fingið. Upp í 23 pro­sent í lønarhækking, er tal, vit hava hoyrt. Tað ber sjávandi ikki til at geva ein­um lønarbólki so stóra løn­ar­ hækk­ing fram um aðrar løn­ar­bólk­ ar. Men støðan er nú tann, at sjúkr­ a­røkt­ar­frøð­ingar stramma hvørkr­ a­tak­ið so nógv, at sjúkrahúsini ikki kunnu virka. Tað ber sjálvandi ikki til og skal ikki bera til at halda sjúklingarnar, sum eru veruligu tapararnir, sum gísla í slíkum stríði. Tað ber til at skilja, at fak­bólk­ar eru misnøgdir við, at ann­ar fak­bólk­ ur legg­ur støði fyri løn­ar­sam­ráð­ ing­ar­nar. Men tað ber heldur ikki til, at hvørt felag sær skal leggja støð­ið, tí tá verður eingin endi. Hví kunnu fakfeløgini ikki tosa sam­an og leggja ein felags karm fyri sam­ráð­ingarnar við Fíggj­ar­ mál­a­ráð­ið? Hví er tað so ringt hjá fak­fel­ øg­um at standa saman, øksl ímóti øksl, í felagsstríði fyri eina felags søk? Tað tykist ofta, sum um hvørt fak­felag sær ynskir sítt egna kong­ a­ríki. Tað sigur seg sjálvt, at hvørki land­ið sum arbeiðsgevari ella priv­ atu arbeiðsgevararnir kunnu sam­ ráð­ast við hvørt fakfelag sær við hvør sínum leisti fyri lønarvøkstur. Tí tá endar alt púra galið. Og skal ein landsumfevnandi fak­fel­ags­sam­starv mennast, so gerst tað ikki í eini sam­ráð­ar­ing­ar­ støðu. Tað má gerast í »friðartíð« – at fak­fel­øg seta seg saman fyri at fáa skipað viðurskifti. Nú er hetta stríðið tó farið ov langt, so nú er bara eitt at gera: – Fáið hasi fólkini aftur til ar­ beið­is. Sjúklingar og veikastu borg­ ar­ar í landinum skulu ikki hald­ast gíslar. Tað má ikki henda, at sjúkra­ hús­ini leggjast laman av verkfalli. Onk­ur má tí skera í gjøgnum og steðga verkfallinum alt fyri eitt. farið til arbeiðis! Hósdagin andaðist Kári Kar­ bech Mouritsen í Havn. Kári var kendur sum tónleikari og sjón­leikari og var ein fjøl­ broytt­ur listarmaður. Hann var 74 ára gamal. Flestu mundu kenna djúpu rødd hansara frá sang­um hjá Harkaliðnum, The Faroe Boys og øðrum tón­leika­bólk­um við. Kári var sonur Giggu og Carl Kar­bech Mouritsen. Hon úr Sørvági, hann úr Havn. Tey fingu 12 børn, men mistu trý teirra sum børn. Tvíburarnir Kris og Jo­hann­es doyðu í 1941 hálvt ára gaml­ir av lungna­ bruna, og Bogi doyði brád­liga í 1960, 11 ára gamal. Hini systkini vóru Gunn­ leiv­ur, Eydna, Poula Mar­gret­ ha, Arndis, Jákup (Aggo), Kar­ in, Rógvi og Elin. Kári hevði lært inn­an­ prent­ar­a­yrk­ið – sum var rætt­i­liga fjølbroytt í gomlum døg­um, eins og pápin Carl Kar­bech Mouritsen í Snikka­ ra­stovu, sum lærdi á pren­ stmiðj­uni hjá Sosialinum, tá blað­ið kom út á fyrsta sinni í 1927. Hann fór niður seinni í seks­ti­áru­num og búði har í eini 20 ár, til hann kom aftur til Før­oya. Seinastu árini hevur Kári Mour­itsen verið heilsu­veik­ur, men hevur tó arbeitt. Og so seint sum næstsíðsta fríggja­ dag koyrdi hann hýru­vogn í Havn. Kári og Jórun áttu tvey børn, Boga og Katrin. Hóskvøldið andaðist Eiv­ind­ur í Gongini í Goa í India, 73 ára gamal. Hann hevur búð í India seinastu umleið 15 árini. Eivindur í Gongini var son­ ur Luffu og Harald Jen­sen, sum búðu í Gongini í Havn. Hann var føddur í Keyp­ manna­havn, men vaks upp í Baian­stovu í Havn saman við systr­u­num Hannu og Tove. Harald Jensen og Luffa fluttu heim til Føroya eftir krígg­ið. Hann var dani, hon var úr Havn, dóttir Andre­as und­ir Kletti í Havn. Har­ald var kendur sum fyrsti grønt­ handl­ari í Havn, og Eiv­ind­ur sum blómu­handl­ar­in. Hann handlaði við blóm­um í mong ár í Gongini. Virk­sem­ið hjá teimum var sera stórt, og hús­ að­ust tey bæði í Pæsastovu, Danda­stovu og Knútsstovu við virk­sem­inum. Í 1977 flutti hand­ilin niðan í SMS, tá sølu­ mið­støðin lat upp. Eivindur í Gongini var ein av partaeigarunum aftan fyri SMS saman við Hans Mort­en­ sen. Seinni fór Eivindur burt­ur úr SMS, og handilin flutti om­ an aft­ur í Gongina, í Knúts­ stovu. Fyri um 20 árum síðani fór Eiv­indur á listaskúla í Dan­ mark, men vitjaði javn­an aft­ ur í Føroyum, her hann hevði fleiri lista­fram­sýn­ing­ar við máln­ingum. Nakað eftir aldarskiftið flutti hann til Goa í India. Hann var á ferð har við lista­ skúl­a­num, hann gekk á, og var so hugtikin av landinum, at hann flutti hagar at búgva. Eivindur og Katrin í Gong­ ini høvdu børnini Barbaru, Giðju og Bartal. Onkur má skera ígjøgnum nú og steðga verkfallinum Sosialistisk Ung Við hesum vilja vit finn­ ast at manna­gongdini hjá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num í sam­ bandi við samráðingarnar við Fel­agið Før­oysk­ir Sjúkr­a­røkt­ar­frøðingar. Vit finnast at óvirðiliga fram­ferð­ar­hátt­i­num hjá Fíggj­ar­mál­a­ráð­num, ið hev­ur skamm­brúkt miðl­ ar­nar til at tveita við runu. Hetta er full­kom­i­liga ó­ hoyrt, og í veru­leika­num eis­ini rætti­liga illa hugsað - hvør spun­a­smið­ur hev­ ur tesk­að fíggj­ar­mála­ráð­ frúnni, at hon kann vinna fólk­ið burtur frá sjúkr­a­ røkt­ar­frøðingunum? Hetta, at Fíggj­ar­mála­ ráð­ið hev­ur sett sær fyri at brúka úr­slit­ið frá sam­ ráð­ing­u­num við Starvs­ manna­fel­ag­ið til at leggja ein uni­form­an leist fyri allar sam­ráð­ingar, hoyrir onga­staðni heima. Tað und­ir­gravar alla okkara ar­beiðs­markn­að­ar­skip­an, tá vit upp­liva, at fakfeløg, sum fara til samráðingar við egn­um krøvum, verða vend í hurðini. Sjúkrarøktarfrøðingar eru horn­a­stein­urin undir ein­um væl virkandi heils­ u­verki, og verður hetta ikki tikið í álvara, kunnu vit tað sama tveita væl­ferð­ar­ sam­fel­ag­ið í rusk og bjóða kapp­ing­ar­sam­fel­ag­num óhjartaliga væl­komn­um; vit fáa eina smakk­i­roynd av hesum, nú øll sjúkr­a­ hús­ini verða løgd lamin kom­andi týsdag. Vit staðfesta, at EINGIN kapp­ing er so nógv verd, at hon kann rættvísgerða vænt­andi virðing fyri teim­um krøvum, sum sjúkr­ar­økt­ar­frøð­ing­ar­nir eru farn­ir til samráðingar við. Vit vita frá egnum royndum, at verð­ur ein boðin til sam­ráð­ing­ar, fer ein til hús við herd­um krøvum, um ein ikki verð­ ur møttur, har ein er. Hetta er eisini eitt ser­ sakt stríð, tí tað leggur upp til at bróta okkara gamla fat­an av "kvinnustørv" og "mannastørv", og at fyrru størvuni vera sæð sum minni verd. Stóru um­tal­u­ na, bæði fyri og ímóti, vísur hvussu týdningarmikil hes­in arbeiðsbólkurin er fyri okkum, og at vit møg­ u­liga eru á veg at bróta nið­ur hendan kynsmúrin í ar­beiðs­heim­i­num. Tað hevði klætt fíggj­ar­ mál­a­ráð­frúnni, at hon gav al­mennu sam­ráð­in­g­ar­um­ boð­un­um ver­u­lig­ar sømd­ ir at samráðast - stóra av­ lopið á fíggjarlógini verður í øll­um førum einki annað enn ein følnað jólastjørna, um vit ikki sleppa at seta gás­ina í hálsin á jólum, tí eingi sjúkrahús eru opin. Kjak: Sosialistisk Ung peika á Føroya Landsstýri Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Nøvn í vikuni