Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað er synd at siga, at tað gong­ur ikki sum fótur í hosu hjá Akseli V. Jo­hanne­sen at stjórna – ikki land­i­ num – men lands­stýr­is­sam­gong­uni. Eru samfelagsligu avbjóð­ing­ar­ nar stór­ar, so eru av­bjóð­ing­ar­nar við mann­ingini hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num enn størri. Tað skuldi vera so gott, tá liðið hjá Kaj Leo og Jørgni varð skift út – alt sum tað var, og úthvíld tingfólk úr and­støðu við stórum og matum ætl­anum tóku um stýrisvøl úti í Tinga­nesi. Tey høvdu fingið tað álit, sum frá­farnu landsstýrisflokkar mistu. Men áralagið fór av lagi longu fyrsta dagin, tá Javnaðarflokkurin av enn ófrásøgdum orsøkum, slitn­ aði, tá Sonja Jógvansdóttir meldaði pass. Kanska tí at hon ikki fekk ein lands­stýr­is­sess, kanska tí at onkur hev­ur sagt okkurt ljótt við hana. Vita vit ikki, men undrast á løgnu og lítið álitiskendu støð­una. Ikki nóg mikið við tí. Stóra mál­ ið at loysa, atgongdin til tilfeingið, sum sambært lóg er ogn Føroya fólks, fekst ikki í trygga legu í Javn­að­ar­flokk­inum. Innanfloks er ikki semja, tí at tveir ting­menn á Tvøroyri ikki vilja ganga í takt. Men júst hvør trup­ul­ leik­in er, vilja teir ikki siga okkum. Tá so farið verður eftir Mið­ flokk­i­num at fáa hjálp, so tyk­ist sum um, at tey gleiva langt í sam­ gong­uni. Jørgen Niclasen var skjótur at siga, at hann vildi síggja tað áðrenn hann trúði tí, at »Miðflokkurin fer at bjarga LGBT-samgonguni«. Hendan niðrandi útsøgnin hevði fleiri endamál: At ræða bak­land­ið hjá Miðflokkinum – og stempla sitandi samgongu, og at spei­reka tey, sum halda tað vera í lagi, at LGBT'arar fáa rættindi sum onn­ur. Miðflokkurin veit eins væl og Jørg­en Niclasen og sam­gongu­ flokk­ar­nar, at tær stóru av­gerð­ir­ nar í politikki verða ikki broyttar. Flat­skatt­ur­in verður ikki rullaður aft­ur­aftur. Forskattingin av pen­ sjón­u­num verður ikki broytt. Og hjún­ar­bands­lóg­in verður heldur ikki broytt aftur soleiðis, at fólk av sama kyni ikki sleppa at giftast kort­ini. Tað síðsta er, at løg­tings­for­mað­ ur alment fer út og svertar Mið­ flokk­in sum ein flokk, honum ikki dám­ar. Tað kann ein tingmaður meina. Men lítið tignarligt er tað at sjálvum løgtingsformanninum at sverta politiskar flokkar. Hann er tingformaður fyri allar flokkar og øll tingfólk. Hann eigur at vera tann savnandi av øllum í politisku skipanini. Vit mugu bara staðfesta, at tey eru nógv í politisku skipanini sum hava ilt við liva upp til tað álit, sum tey hava fingið frá veljarunum – og tá hava vit sum samfelag ein stór­ an trupulleika. Ein trupulleiki, at fleiri hava so ilt við at liva upp til álitið ilt við at liva upp til álitið Petur Skeel deyður minningarorð síða 23 Í ragn­ a­roki utt­ an Ger­ hard Kjak Síða 26 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Seinastu dagarnar hava fólk frá Miðlahúsinum filmað sam­røður við føroyingar í Keyp­manna­havn. Hetta eru sam­røður, sum í næstum verða at síggja á Rás1 á Tele­ varp­i­num. Miðlahúsið er farið undir at fram­leiða sjónvarpstilfar til Rás1, har tað eisini ber til at síggja annað før­oyskt tilfar – til dømis tón­leika­vi­ deo, lýsingar og annað. Í Keypmannahavn eru sam­røður gjørdar við eitt nú krimi­rithøvundin Jógvan Is­ak­sen, sum er ávegis við nýggj­ari bók, Sarah Ma­ foud, sum er ósigraður pro­ fess­i­on­ell­ur boksari, Páll Sól­stein, sum hevur spælt í heims­ins elsta orkestri í 20 ár, Øssur Berghamar, sum vitj­ar føroyskar sjúklingar í Keyp­mannahavn, og frisørin Mari­ann Klein Ivansdóttir, sum hevur alt meira virk­ semi uttanlands. Eisini hevur Rás1 vitj­að á Skarv, í Før­oy­a­húsi­num, í studio hjá tón­leik­a­fram­ leið­ar­a­num Óla Poulsen og í kon­trol­lrúminum í Metro’ini. Video-samrøðurnar verða at síggja á tíðindasíðuni In.fo og á Rás1 á Televarpinum. Rás1 ger upptøkur í Keypmannahavn Ágóðin frá stór­steypa­dystu­ num í hondbólti í ár fer til skeið fyri av­varð­andi og fakfólk innan sein­heila­skaða­ øk­ið Stutt áðrenn hond­bólts­ kapp­ing­in fór í gongd, skip­ aðu Lions Club í Før­oyum og Hond­bólts­sam­band Føroya fyri stór­steypa­dystum hjá bæði kvinn­um og monnum fyri bestu liðini frá farna kapp­ing­ar­ári. Hesir dystir vóru í Hoy­ víks­høll­ini fyrst í september. Hjá kvinn­unum vann Kyndil 24-22 á Neistanum og hjá monnu­num vann H71 32-29 á VÍF.Umframt, at endamálið við hesum dystum er hond­bólts­ liga at fáa ein ábending um, hvussu sterk liðini eru undan kapp­ing­ini, snýr tað seg eisini um at savna saman pengar til eitt vælgerandi endamál, og har er tað, at Lions Club kem­ ur inn í myndina. Í ár var avgerð tikin um, at tær 20.000 krónurnar, sum stórsteypadystirnir í hond­ bólti kastaðu av sær, skuldu fara til Heilafelagið, ið fær gagn av teimum til skeiðs­virk­ semi. Pengarnir gera tað møgu­ ligt hjá Heilafelagnum at skipa fyri einum skeiði fyri av­varð­ andi og fakfólk innan fyri tað økið, ið snýr seg um sein­heila­ skadd. Ein kend donsk kvinna, sum arbeiðir inn­an fyri økið, Grethe Ped­er­sen, kemur til Føroya at hava skeið­ið. Heilafelagið 20.000 krónur frá Lions Dagfinn Joensen, sum hevur verið forsangari í danska bólkinum Fate, er ein av føroyingunum, sum Rás1 hevur tosað við á ferðini í Keypmannahavn Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Petur Elias Petersen handar Jóannes Madsen frá Heilafelagnum kekkin