týsdagur 21. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Sosialurin hevur seinastu tíðina
varpað ljós á lønar- og eftirlønar
viðurskiftini hjá landsstýris- og
løgtingsfólkum okkara.
Áður hevur verið nevnt, at løg
tingslimir fáa eina tænastumanna
pensjón, sum svarar til 11 ferðir
eina fólkapensjón, ella at hægst
lønti politikkarin hevur eina løn,
sum svarar til 220.000 krónur um
mánaðin.
Nú vísir tað seg, at løgtingslimir
eisini hava eina aðra serskipan í
løn síni. Verður ein løgtingslimur
valdur á fólkating, er einki í vegin
fyri, at hann fær løn úr báðum
støðum. Inntil nýliga hevur eisini
verið vanligt, at løgtingslimir eisini
hava havt sæti á fólkatingi. Men í
lógini er eisini skrivað, at um ein
løgtingslimur fer í farloyvi í fólka
tingsørindum, varðveitir hann løg
tingsløn sína.
Lógin sigur soleiðis:
Stk. 3. Løgtingsmaður, sum fær far
loyvi úr tinginum vegna sjúku, ella
tí hann hevur fingið farloyvi at fara
uttanlands í løgtings- ella fólka
tingsørindum, varðveitir rættin til
samsýning og forvinnur sær eftir
lønaraldur.
Jonhard Klettheyggj, løgtings
stjóri, váttar fyri Miðlahúsinum,
at eingin tíðaravmarking er sett á
hetta farloyvi. Tað vil siga, at ein
løgtingslimur kann fara í farloyvi
úr løgtinginum alt valskeiðið fyri
at røkja fólkatingssessin, og fram
vegis varðveita løgtingsløn sína,
umframt sjálvandi at fáa fólka
tingsløn sína. Soleiðis kann við
komandi løgtingslimur fáa 89.224
krónur tilsamans í løn um mán
aðin, umframt viðbøtur, ella kosta
føroyska skattgjaldaranum 454.392
krónur um árið, hóast hann er í
farloyvi.
Løgtingslimir hava eisini rætt
til løn í farloyvi, um tað er vegna
sjúku og tá teir eru burturstaddir
í arbeiðsørindum fyri løgtingið.
Hetta seinasta er tó einans galdandi
fyri ST-aðalfundir, tá løgtingslimir
eru við sum eygleiðarar, sum partur
av donsku delegatiónini, sambært
Jonhardi Klettheyggj. Hann sigur,
at tá fundir eru í Útnorðurráðnum
og Norðurlandaráðnum fara løg
tingsfólk ikki í farloyvi, tí so kunnu
tey ikki umboða løgtingið longur.
Tískil er eisini vanligt, at eingir
løgtingsfundir eru, meðan Norð
urlandaráðsfundir og Útnorður
ráðsfundir eru.
Eru løgtingslimir í farloyvi av
øðrum ávum, fáa teir ikki løn úr
løgtinginum. Eisini er ein áseting
um, at um ein løgmaður fer í far
loyvi og fær varafólk inn fyri seg,
skal varamaðurin sita í minst tvær
vikur.
Jonhard
Klettheyggj
nevnir
kortini, at ta tíð, hann hevur verið
løgtingsstjóri, hevur eingin løg
tingslimur nýtt hendan møguleik
an. Magni Arge, sum er einasti, sum
í løtuni hevur rætt til at sita í báð
um tingunum, hevur heitt á Løg
tingið um at steðga løn síni hiðani,
meðan hann er í farloyvi.
Lønarviðurskiftini
skulu endurskoðast
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformað
ur, hevur nú loksins sett nevndina,
sum skal endurskoða lønar- og eft
irlønarviðurskiftini hjá løgtings
fólkum.
Hann vil ikki tosa við Miðlahúsið
um málið, men segði við Dag og
Viku, at nevndin eftir ætlan skal
vera liðug við sítt tilmæli í marts
2018.
Páll á Reynatúgvu hevur sett
Jógvan Ámundsson, grannskoðara,
Gunn Ellefsen, advokat, og Maria á
Dul, HR-leiðara í Betri P/F, í nevnd
ina.
Hetta er sami leistur, sum Kaj
Leo Holm Johannesen, fyrrverandi
løgmaður, nýtti, tá hann broytti
lønar- og eftirlønarviðurskiftini
hjá landsstýrisfólkum seinasta val
skeið. Tá bleiv eftirlønin broytt til
eina vanliga eftirlønarskipan, með
an lønin varð sett nakað upp. Enn
er ikki greitt, um tað kann væntast,
at lønin hjá løgtingsfólkum eisini
verður hækkað í hesum sambandi.
LØGTINGSMENN
HAVA RÆTT TIL
FARLOYVI VIÐ LØN
Ein fólkatingslimur í farloyvi úr løgtinginum hevur framvegis rætt til løgtingsløn sína.