týsdagur 21. november 2017síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Javnaðarflokkurin í ragnarroki
hóast eingin Gerhard meir
Gerhard Lognberg
fyrrverandi løgtingsmaður
Setti meg at bíða, fyri at hoyra tíð
indasendingina kl 2355, ímeðan
vesturættin rykti og skakaði húsa
skjøldurin.
Jú, eg lurti ímeðan eyga fang
aði málningin, sum Livar Nysted
hevur málað, ein gáva frá Javnað
arflokkinum tá vargurin úr Skopun
fylti 60 ár.
Sum vanligt, so verður serfrøð
ingurin av Tvøroyri spurdur, sum
ein annar vísmaður, tað sá út sum,
at kapparnir í kringvarpinum
truffu hann beint áðrenn, hann fór
á norðpólin.
Jú, hvørjaferð at trupulleikar
eru í javnanaðarflokkinum, so verð
ur Gerhard Lognberg viðgjørdur,
hví tað?
Tit koyrdu meg úr flokkinum,
tí eg, bæði í skrivi og talu, átalaðu
javnaðarflokkinum ímóti at leggja
eftir verkamanninum, men tað
nyttaði einki! Hví? Tí javnaðar
flokkurin í stuttum millummili
samlaði ein staba saman uppi í
Losjuni, sum í mínari verð eru teir
reinu og skæru kommunistar. Tað
var tað harkaliðið, sum rópti “burt
ur við Gerhard” ímeðan Aksel so
fittur vaskaði sær hendurnar.
Jú, eg haldi, at boðað varð til
fundar í áðurnevndu Losju 31.10 í
2013, dagin fyri mín føðingardag,
Allahalgunardag, um at fáa Ger
hard vekk.
Kona mín gav mær tey ráð, um
ikki at leggja í at møta til hátíðar
haldið hjá flokkinum.
Tað helt eg ikki vera rætt, men
bað hana um tey fragastu klæðini,
eg átti. Síðan var málið Gamlarætt
og síðani Losjan. Eg spadseraði í
yvirfrakka og settis á næstfremsta
bonk, ímeðan keisarin læs dómin
yvir yvirgangskroppin úr Skopun.
Men tað gekk rúm tíð, áðrenn
nakar fór upp á røðarapallin.
Umsíður fór maður, ættaður
sunnan av landi, men búsettur í
norðurstreymi, hann helt nógv av
Gerhard, sum hevði verið messu
drongur við skipi, hann var við, tá
var Gerhard 13 ára gamal.
Men aftan øll góð orð mátti mað
urin enda, hann segði til síðst “men
Gerhard hevur verið ein ribbaldur
í politikki”.
Síðan reistist Aksel, sum eg
metti sum ein hampamann, men
trýstur av "losjuforsamlingini".
Hevði hampamaðurin av Oyri
røst mær, so lá Aksel einki aftan
fyri.
Tá Aksel fór av røðarapallinum,
fóru fólk at røra upp á seg, nú skuldi
stemmast, tær flestu vóru fyri, at
Gerhard skuldi út, men ikki allar,
eg átti eisini vinir í tingmanningini,
eingin ivi um tað.
Jú, eg reistist, fleiri komu og
heilsaðu mær, jú takk, haldi eg ikki
varð sørt rørdur, eygnakrókarnir
vætaðust.
Síðani varð hesin leikur av
Síðani fór eg út úr Losjuni og turk
aði dusti undan skónum.
Men hvørjum møtti eg, ímillum
nakrar plattar, í túninum hjá
nevndu Losju? Jú , tað var Sjúrður
Skaali, hann kom so fittur ímóti
mær, helt syrgin fyri, hetta var
keðiligt, hetta kundi verðið gjørt
ørvísi.
Eg hugsaði mítt, men segði einki,
man tú ikki hava verið við til at
løða byrsuna, hugsaði eg.
Eg fór beinleiðis oman í ting
húsið og tømdi skuffuna í borðin
um.
Komin út í tún aftur, stóð bygda
maðurin Guddi, hann gav mær nøk
ur góð orð á vegnum, aftur tá fekk
eg klump í hálsin.
Tá eg var komin til hús aftur,
komu abbabørnini pø á pø, at vitja
abban, jú, tey harmaðust, eisini
tann ljósa purlutta, sum nøkur ár
frammanundan spurdi abban, um
hann var koyrdur úr "havnarflokk
inum".
Síðan ringdi mín góði vinur
Sverri Midjord sáli, hann segði, eg
havi biði teg um, at halda teg vekk
frá Losjuni, men tað nyttar einki
at snakka við teg, tú lurtar ikki, tú
skuldi gjørt sum Kristin Mikkelsen,
hildið teg langt burtur frá Losjuni,
tí tað havi eg altíð gjørt, og rætt
hevði hann.
Teir tóku javnaðartingsessin frá
mær, men javnaðarhugsjónina hjá
Petur Mohr Dam og ørðum góðum
monnum, kunnu tit taka.
Men nú hevur Javnaðarflokkur
in vunnið valið og setist við stýris
vølin, Tjóveldið situr við dragið,
ímeðan Framsókn heldur útkikk.
Skjótt verður Aksel lofnaður og
skútan fer av kós.
Øll vita vit, at Petur Mohr Dam
var tann, sum kom við pensjónini,
saman við góðum fólki, helst má
sigast, at tá lýsnaði hjá meiniga før
oyinginum.
Avrik hjá samgonguni.
Javnaðarflokkurin aðra kós.
Tað fyrsta tit gera er, at broyta
hjúnarbandslógina
Tað næsta er, at hjálpa Tjóveldi
at fáa eina stjórnarskipan, eitt loys
ingarskjal.
Tit langa úteftir grundupp
hæddini hjá pensjonistunum, skatta
og lækka hana
Tit lækka upphæddina til 30.000
kr um árið, so ein pensjonistur, sum
egnur ella eigur ein bát ella okkurt
fyrifallandi, má kasta frá sær og
seta seg inni, hetta er kanska at
eyggja fólki at arbeiða?
Tit skatta samhaldsfasta í báð
um endum, so har er lítið eftir.
Tit hækka pensjónsaldurin upp
í 68 ár, hetta er byrjanin, málið var
71 ár.
Síðani kom Sonja Jógvansdóttir
við, at hækka gjaldið hjá fyritíðar
pensjonistum við 3.000 kr um mán
aðin, men kortanei.
Men tit vildu lata 1.000 kr til
fyritíðarpensjonistar, men skuldu
ræna tað frá kommununum, hóast
tit vistu, at hetta rakti tær komm
unurnar, sum ikki eru í sterkum
økjum, meinast Sandoyggin til
dømis.
Javnaðarflokkurin hevur reist
ríkið runt og fortalt pensjonistum,
hvat teir fáa eftir 2020.
Hvat vænta tit, ið stýra í dag? Í
2020 vænti eg, at Aksel og tit eru
úti av spælinum, annars er løgið,
so tit bestemma neyvan nakað um
pensjónir eftir 2020, Guð havi lov
fyri tað.
Tit, samgongan berjast við
tykkara egnu, Javnaðarflokkurin
er í gamla lag, tingmenn hava einki
at siga, "losjufólkið" stýrir og skal
bestemma so, at tingfólkini bara
skuldu vera boðberar.
Pensjonistarnir berjast tit við,
fiskimannafelagið berjast tit við,
Skiparar- og Navigatørfelagið berj
ast tit við.
Og reiðararnar, har er svartasta
morð. Tykkara meining er, at skatta
eitt møguligt avlop hjá reiðarum
við 70 til 80%.
Helst verður tann stolti skipa
flotin til gamlar rustikustar og
trygdin hjá sjómonninum hareftir.
Hetta er fyrsta glepsið frá mær,
tað eri eg provekaraður til, men eg
havi tagt, síðan tit tveittu meg úr
flokkinum.
Helst hevur tað verið leikluturin
hjá Jóaness Eidesgaard, at koma við
niðrandi viðmerkingum um Ger
hard.
Samgonga í trupulleikum
Ólavur Hátún
Ikki er undirritaði nakar politiskur
persónur við stórvegis innliti í
manna-gongdir og framferðir á
politiska
virkispallinum.
Men
sum borgari í samfelagnum má
ein og hvør hava rætt, ja skyldu, til
eftir besta førimuni at eygleiða og
gera sær sínar tankar um, hvussu
landsins týðandi mál verða viðfarin
á ovastu rók.
Sum socialt hugsandi flokks
leysur fullveldismaður gleddist
eisini eg, tá verandi landsstýris
samgonga tók við fyri brátt tveim
um árum síðani, og hugaligt hevur
verið at fylgja við, hvussu íðið og
nærlagt er farið til verka til tess at
vinna samhaldsfesti og javnrætt
indum hægstu prioritering í okkara
samfelag, at menna okkara ment
anarlív og at geva okkara vinnu
lívi bestu umstøður bæði til varð
veitslu og til endurnýggjan.
Men rókur kom í tilgongdina,
tá tann eini javnaðarmaðurin, sum
vera skuldi, Kristin Michelsen, leyp
frá undirskrivaðum samtyktum.
Kenni ikki mannin og havi tí ikki
orsøk til at bera honum nakað
hvørki hendan ella handan vegin.
Men eg minnist, tá hann upp undir
næstseinasta
løgtingsval
trein
fram og kunngjørdi, at hansara
landspolitisku hugsjónir einans
miðaðu móti vælferð og framgongd
á Tvøroyri. Eftir mínari kanska
naivu áskoðan átti slík forhonds
fráboðan at verið nóg mikið til, at
maðurin bleiv strokin av vallistan
um til landsins ting.
Næsti tingmaður har suðuri
til at sleppa flokspolitiskum hug
sjónum og – sum tað má tykjast -
eins og Kristin heldur tryggja sær
lokala undirtøku til eitt komandi
val var Bjarni Hammer - um tað so
var rætti vegurin. Men at samgong
an kemur í trupulleika av slíkum
atburði, og at tað er úr sjálvari há
borg javnarðarmanna Tvøroyri,
at lemjandi split er við at taka seg
upp innaflokks, mátti fingið hesar
menn til at hugsa seg um.
Sum næsta stig í hesum ósolid
ariska skrædli loysnaði eisini fyri
norðan. At Jónleif Johannesen,
sum á so mangan hátt hevur givið
seg so jaliga til kennar í mentan
arligum og samfelagsligum mál
um, skuldi fara á bás við áður
nevndu sunnanmonnum, mundi
undra eisini onnur enn meg. Um
talan er um trýst, nú hann er vorð
in klaksvíkingur, skal eg ikki reka
frammundir um; men mær dett
ur í huga at samanbera við annan
landspolitikara við eisini Klaks
vík sum veljaraaðaløki: Óluvu
Klettskarð. Hugaligt var tað fyri
mánaðum síðan í einum blað at
lesa samrøðu við hana, har hon
greitt gav til kennar, at hon sum
politikari helt fast við sína sam
felagsligu sannføring og støðutak
an, sjálvt um tað í einum tíðarráki
kundi koma til at kosta henni velj
araundirtøku.
Skal ikki leggja meg so bein
leiðis upp í eina aðalmálið, sum
ósemja stendst av; men í práti við
íslendingar herfyri, har vit eisini
komu inn á aktuella fiskivinnu
málið, var teirra útsøgn, at fiski
vinnan í Íslandi ikki longur hevði
sama berandi týdning fyri teirra
samfelag sum fyrr, nú ræðisrætt
urin til fiskfatilfeingið í mesta
mun var komið á hendur einstakra
manna, sum ríkaðu seg upp og
settu peningin í virkir og bankar
uttanlands.
Mong høggini hevur verandi
samgonga megað tola av ágangi
frá andstøðuni. Men eftir mínari
sannføring hava vit í mong ár neyv
an havt so hugbjarta manning í
landsins leiðslu sum hesaferð. Um
ráðandi er tað, at okkara landsstýri
uttan bakbit av sínum egnu fær
lógarheimild og stundir til at
fremja í verki tær hugsjónir og
tann politikk, sum tað frá byrjan
hevur sett sær fyri at náa.
KJAK