Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 24. november 2017 Um tingmanning floksins ikki tekur seg um reiggj, so kann flokkurin tað sama pakka saman »Hvat skal man við fíggindum, tá man hevur slík­ar vinir?« Hendan spurningin kundi ting­mann­ing­in hjá Javn­að­a­r­flokk­inum so passandi sett sær sjálv­um, nú flokk­urin uppførir seg, sum um hann er í ferð við at gera kollektivt sjálv­morð. Flokkurin varð borin á lógvum út í Tinga­ nes, og alt var leyst og liðugt til at avgreiða stóru málini, sum táverandi andstøða – ið nú er sam­gonga – setti sær fyri í 2015. Men nú hevur veljarin mist álitið á Javn­ að­ar­flokkin. Og tað er ikki tí, at flokkurin før­ ir skeivan politikk. Tað er tí, at flokkurin ikki rek­ur politikk, men stríðist innanhýsis. Flokkurin stendur í kanning til at missa nær­um 10 prosentstig av undirtøkuni, sum hevði merkt, at Javnaðarflokkurin kom nið­ur á sama støði, sum eftir katastrofuvalið hjá Javn­að­ar­flokkinum í 1994. Eingin ivi er um, at orsøkin til, at veljarin hev­ur mist álitið á flokkin er út av lagi vána­ liga arbeiðslagið í flokkinum síðani val­ið. Longu sama dag, sum løgmaður varð vald­ur, meld­aði Sonja Jógvansdóttir seg úr flokk­i­ num – uttan at siga hvør trupulleikin var. Løgmaður hevur roynt at víðka sam­gong­ una fyri at bypassa síni egnu tingfólk. Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum kom Javn­að­ar­flokk­urin í álvarsamt stríð við fak­ fel­ags­rørsl­una, sum stovnaði nýggjan flokk, Verka­mannafylkingina, sum tó hvarv aftur á vali­num í 1998 av innanhýsisstríði. Javnaðarflokkurin fekk 10 tingfólk vald á løg­tings­vali­num í 1990, men misti helm­ ing­in aftur á valinum í 1994 og fekk søguliga vánaliga úrslitið: 15,3 prosent og 5 tingsessir. Sambært veljarakanningini í mikudagin, so lend­ir Javnaðarflokkurin á sama støði. Á seinasta løgtingsvali gjørdist Javn­að­ar­ flokk­urin fyri fyrstu ferð síðani 1990 størsti flokkur. Aksel V. Johannesen setti met í per­ són­lig­um atkvøðutali við 2.405 persónligum at­kvøðum. Hetta álit hevur Javnaðarflokkurin nú sett í váða – og tað sæst væl í veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Norðlýsið. Talan er tó »bara« um eina kanning. Tí er spurn­ingurin, um Javnaðarflokkurin megn­ar at fáa semju innanhýsis og at end­ur­skapa álitið. Ta avgerðina eiga tey fólkini, sum fingu veljarans álit 1. september í 2015. Um ikki, so kunnu vit staðfesta, at flokk­ur­ in liggur, sum hann sjálvur hevur reitt. Í øllum førum fýra føroyingar vórðu valdir í donsk kommunustýri á valinum í Danmark týs­dagin. Annika Smith, sum eitt stutt skifti var vara­ fólk fyri Villy Søvndal á Fólkatingi, varð vald í bý­ráðið í Keypmannahavn fyri Sosialistiska Fólka­flokkin, SF, við 1.138 atkvøðum. Anja Helen Holtze úr Skopun er vald í bý­ ráð­ið í Ballerup fyri Javnaðarflokkin við 221 at­kvøð­um. Mortan Martinsson er valdur í býráðið í Greve fyri Dansk Folkeparti við 177 atkvøðum. Haldis Glerfoss úr Havn er vald í býráðið í Hel­sin­gør fyri Eind­ar­list­an við 244 at­kvøð­um. Javnaðarflokkurin hóttir sítt trúvirði Fýra føroyingar valdir at stjórna danskt kommunuval Les eisini blaðið á telefonini Útsýni fyri fimm milliardir Høgni Djurhuus baksíðan Eitt partafelag er sjálvst­øð­ugt skattasubjekt Símun Absalonsen Kjak síða 24 Oddagrein Eirikur Lindenskov Ábyrgdarblaðstjóri 23. november 2017 hevði Jentoft Sunn­sker 30 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric Jentoft er útbúgvin elektrikari, og hevur hann stóran part av hesum 30 árunum starv­ ast sum servicemaður á verkstaðnum hjá LM Electric. Við sínum langa arbeiðslívi hjá LM er Jen­toft eitt av trúgvastu starvsfólkunum í fyri­tøkuni. Til dagligt er Jentoft ímyndin av ser­vice­verk­stað­num. Jentoft hevur, saman við øðr­um, upp­bygd eitt servicverkstað, ið dag­liga veitir kundum okkara runt alt landið eina sera góða og ábyrgdarfulla tænastu. Við tí stóra kunda­skara, ið verkstaðið hevur, hev­ ur hetta al­stóran týdning fyri fyritøkuna. Jentoft er fyrst og fremst ein sera dugna­ lig­ur handverkari. Hann er altíð í gongd við okkurt projekt ella kanska fleiri. Hann rok­ast við el, bilar, húsasmíð og bátar, og tað sum ser­merkir alt hetta, sum Jentoft fæst við, er at tað er gjørt til lítar, ordiligt og sera snoti­ligt. Jentoft er eisini ein góður familjumaður. Jen­toft er 50 ár og ættaður úr Funningi. Jen­ toft hevur tríggjar døtrar. Hjørdis, Hansina og Hel­ena, og fleiri abbabørn. Jentoft býr í Havn sam­an við Dianu Jacobsen. Jentoft hevur altíð verið sera áhugaður í tón­leiki. Hann hevur altíð sungið og spælt guit­ar – og verið við í fleiri tónleikabólkum. Tað eru nógv sum hava stóra gleði av hesum. Eisini á arbeiðsplássinum merkja vit hetta. Al­tíð klárur at skipa fyri – LM band spælir og und­ir­heldur til tey flestu tiltøkini, til stóra gleði fyri øll og til frama fyri trivnaðin hjá øll­um. Við sínum lætta sinni hevur Jentoft stór­an týdning fyri trivnaðin í fyritøkuni. Jentoft er altíð til reiðar at hjálpa, og við sín­um dugnaskapi og arbeiðssemi hava bæði kun­dar og starvsfelagar stórt álit á Jentoft. Við 30 ára royndum er hann eisini ein góður stuð­ul hjá bæði leiðsluni, lærlingum og starvs­fel­øg­um annars. 30 ára starvsdag hjá Pf. LM Electric Politikkur er løgin: Teir eru so rúkandi ó­samd­ir á Tvør­oyri, at teir kunnu ikki vera í flokki saman. Á tingi standa teir øksl ímóti øksl ímóti restini av Javnaðarflokkinum og hótta samgonguna