Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. november 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 137 4 Ongin her á landi ivast í, at tað gongur búskaprliga væl í hesum landinum. Bert við at lurta eftir kunn­gerð­ unum í KvF fær ein greiða fatan av, at her er nóg mikið til vt pengum og at Føroyar meira og meira líkjast Danmark fyri eini 10 árum síðani. Hvønn dag hoyra vit um dansk­ ar fyrilestrarhaldarar, sum koma higar at greiða okkum frá, hvussu lívið skal livast og hvussu vit læra okkum at síggja trupulleikar, sum vit ikki fyrr hava havt. Skal ikki siga, at onki skilagott kemur burturúr, men haldi tað vera troyttandi at hoyra ofta út­ brendar danir koma hendan vegin at fortelja okkum, hvussu vit best skipa okkum. Vi eru ein sjálvstøðug tjóð, hóast í hafti. Meðal føroyingurin hevur eftir mínar vitan og uppfatan minst líka drúgvar og fjølbroyttar royndir, sum hesi “lærdu” fólkini, sum koma hiogar at læra okkum um lívið. Júst nú er eitt tiltak við íverk­ set­arum og aftur hesaferð er tað ein dani, sum kemur at fortelja okkum hvat hann gjørdi – og hvat vit kunnu gera. Gamaní er slíkt altíð stuttligt at hoyra, men eg undirist meira á, at vit ikki brúka føroyingar, sum hava gjørt tilsvarandi royndir, til at fortelja, hvussu tey gjørdu. Onkur heldur kanska, at vit ong­an slíkar hava, men tað er ikki so. Vit hava fleiri, sum hava sett í verk uppá mangar mátar. Bert fyri at nevna ein teirra Ólav Ellefsen. Hann fortaldi her í blaðnum fyri viku síðani hvat hann hevur gjørt. Hann bygdi egna fyritøku upp, sum hann seldi við stórum vinn­ingi og er byrjaður aftur, sum íverksetari. Hann sigur, at tað sum umræður er at trúgva uppá tað ein ger og fortelur so nógv um hugskotið sum møguligt. Restin er hart arbeiðið – at renna skjótari enn hini. Og Ólavur Ellefsen er ikki tann einasti.føroyski íverksetarin. Mong eru tey, sum byrja egna fyritøku, men tað eru eisini summi, sum royna at bróta upp úr nýggjum. Soleiðis hevur tað altíð verið og hesi fólk hava ofta megnað at skapt fyritøkur, sum enn eru til í Førpoyum. Í dag hava vit Íverksetarahús í Klaksvík og Hugskotið í Havn. Grundleggjandi eru hetta hús, sum skulu eggja okkum til at fara í gongd, sum íverksetarar. Sjálvandi er tað skilagott, at tað almenna hjálpir íverksetarum og ger leiðina eitt sindur lættari fram á veg. At tey sleppa undan stressandi fyrisiting er ein lætti hjá okkara, sum Tormóður Dahl segði, “finn upp á-menniskjum” At tað eisini er lættari at seta á stovn feløg er ein fyrimunur, men tá ið alt kemur til alt skal stuðulin leggjast til tey fólk, sum hava tað í sær, at vilja hava at ging henda. Millum teir 50.000 føroyinganar er eitt avmarkað tal, sum hava hesi genini.. Teimum eiga vit at stuðla og eggja til at finna uppá. Við fjølbroytni gera vii Føroyar ríkari og eitt betri land at búgva í. Íverksetarar við áræði og vilja til at ofra seg fyri einum hugskoti, fáa vit ongantíð ov nógv av. Ája!. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Útsýni fyri fimm milliardir Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 H øvdu vit bara kunnað útflutt út­sýni fyri fimm milliardir krón­ur um árið. Og gott útsýni fyri eina milliard afturat. Jú, tí so høvdu vit slept øllum hasum ljótu aliringunum út á streymasjógv, so vit ongantíð sóu teir aftur. Streymurin fór við teimum langt til havs. So kunnu onnur síggja teir, gerið so væl. Og so kundu bátar fiskað laks sum fyrr. Bátarnir síggjast ikki úr landi. Og teir kundu avreitt har, sum eingin sær teir úr køksvindeyganum. Kanska langt til havs. Og vit kundu brotið niður hasi ljótu fiskavirkini, sum skemma landslagið og dálka náttúruperlurnar. Virkini, taka, stjala, oyðileggja útsýnið, sum er ogn Før­oya fólks. Høvdu vit bara kunnað útflutt náttúru, sum skal eitast at vera órørd og óspilt og alt møguligt annað ó, fyri fimm milliardir ella fleiri krónur um árið, ja, so var sloppið. Hvussu so við øllum ar­beiðs­plássunum? Øllum fólkunum, sum arbeiða har? Hvussu við teimum? Tey kunnu bara seta seg í Vágsbotni og drekka kaffi­latte saman við brigaduni, sum held­ur vil hava út­sýni enn framburð. Jú, men tað ber til at leggja hasar ringarnar aðra staðni, byggja hasi virkini aðrastaðni. Nei, tað ber ikki til. Tí sama, hvar teir verða lagdir, og hvar tey verða bygd, eru mótmæli. Eg sigi ikki, um tey vórðu bygd á mánanum, men tað er í so langt at fara til arbeiðis hagar. Og har er, sum skilst á amerikanarum, einki vatn, so ikki ber til at ala laks á mánanum. Høvdu vit bara kunnað útflutt... Men tað kunnu vit bara ikki. Tí er neyðugt at hava vinnu í landinum, so vit eisini hava útflutning. Men, sjálvandi, vit selja landið sum óspilt, so kanska kunnu vit fáa ferðafólkini ar gjalda hasar fimm milliardirnar pluss. Tað er ein annar skroypiligur møguleiki. Men so noyðast vit, ella tey, sum altíð mótmæla øllum, at krógva alt tað rustaða, sum sløðist í óspiltu og órørdu náttúruni. Rustur er annars vakur sum so. Ein vakur litur. Viðhvørt verður bygt soleiðis, at byggingin líkist rusti, tá hon er liðug, ella so við og við. Tað ræður bara um at síggja tað vakra og estetikkin í einum rustaðnum bilvraki. So er sloppið. Costbenefit kallast tað. Eitt rustað vrak kann vera til dømis ein standmynd, ein skulpturur. Annars plagdi náttúran at klára seg sjálv. Hon hevur ikki brúk fyri hjálp. Hon spyr ikki okkum. Hvat bagir nú hasum bløðru­ humanistunum í Danmark? Taka ríkisborgararættin frá einum manni, sum var í kríggi fyri IS. Og ikki bara tað. Hann er eisini blakaður úr Danmark med alla og við Allah. Eg mótmæli hasum. Hatta oyði­ leggur útsýnið í Danmark. Tað mink­ar og versnar, útsýnið gerst trongt. Trongskygni. Hatta er tó einki afturímóti einum aliringi á steymasjógvi. Men kortini nóg ringt. Ein krígshetja missir sín rætt. Onn­ur, sum sjálvboðin fara í fjar­ skotin lond at drepa fólk, verða heiðrað. Gerast sum frá líður vet­ er­anar, krígsveteranar, og fáa heið­ ursmerki og virðing og æru fyri at hava verið í kríggi og dripið fólk. Tey siga, tað er fyri at verja fólka­ ræðið. Men kríggj valdast sum alt annað. Tað veldst um, hvørjum tú ert í parti við, hvørjum, tú berjist fyri. Men hasin krígsmaðurin miss­ ir hvørki, handan danska IS hetj­ an. Hvørki rættin til ríkið ella til Dan­mark. Mótmæli og kærur fara at gera, at hann sleppur at vera í Danmark. Hvat tá? Bløðru­hum­ anis­man loyvir ikki slíkari rasismu. Mað­urin er í vanda, verður hann tveittur úr Danmark. Í livsvanda kanska. Men hasar fimm milliardirnar, hasar nógvu krónurnar, her hjá okkum.... Høgni Djurhuus