Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Trý tey fyrstu umførini í liðkappingini í bridge vóru leikt um vikuskiftið í skúlanum í Sørvági BRIDGE Bogi Simonsen Vegna met stóra tilmelding er ein 3.deild stovnað og leikti hon eisini um vikuskiftið. Í 1. deild eru trý lið farin avstað frá hinum. Liðið hjá Allani Dal-Christiansen er á odda, meðan liðini hjá Dia Petersen og Boga Simonsen eru á ávíkavist øðrum og triðja plássi. Støðan í bestu deildini eftir tey trý fyrstu umførini er hendan: 1 Allan Dal-Christiansen 70 2 Dia Jacobsen 66 3 Bogi Simonsen 59 4 Gunnar Mouritsen 31 5 Jóna Grunnveit 21 6 MBM 11 Í 2. deild hevur liðið hjá Óla Holm fingið eina góða byrjan, meðan liðini hjá Halli Ellingsgaard og Maritu Krosstein liggja beint í hølunum á oddafiskinum. Liðið hjá Jórun Johannesen, ið verður mett sum eitt tað sterkasta í 2.deild liggur nr. 5. Støðan í 2. deild: 1 Óli Holm 50 2 Hallur Ellingsgaard 47 3 Marita Krosstein 45 4 Ingolf Olsen 41 5 Jórun Johannesen 41 6 Sámal Pauli 0 Í 3. deild er liðið hjá Marjun Restorff, ið undan kappingini eisini varð mett sum tað sterkasta, á odda við 74 út av 75 møguligum stigum. Liðið hjá Jákupi Egholm er nummar tvey. Støðan í 3. deild: 1 Marjun Restorff 74 2 Jákup Egholm 71 3 Mortan Thomsen 20 4 Rógvi Nielsen 5 Multihold Multihold er ein rokniháttur, sum á eini leið sigur frá, hvussu tey einstøku pørini hava staðið seg. Multiholdí 1. deild 1 Jóannes Mouritsen – Heðin Mouritsen 23,95 (4) 2 Per Kallsberg - Dánjal Pauli Mohr 19,50 (4) 3 Eyðun Anthoniussen - Robert Langgaard 18,63 (3) 4 Bogi Simonsen – Símin Lassaberg 18,16 (5) 5 Allan- Dal Christiansen 16,70 (4) Multihold í 2. deild 1 Eyðun S. Olsen – Dávur Samuelsen 15,60 (6) 2 Óli Holm – Dia Petersen 15,55 (4) 3 Hallur Ellingsgaard – Eirikkur Joensen 15,10 (6) 4 Hans Egil Joensen – Edmund Joensen 15,03 (6) 5 Álvur Klakk – Randi Jacobsen 14,75 (4) Multihold í 3. deild 1 Petur A. Johannesen – Eilif Petersen 20,92 (4) 2 Ruborg Zachariassen – Gunnvør 20,33 (3) 3 Salamon Johansen – Zakaris Joensen 19,92 (4) 4 Marjun Restorff – Arnleyg Mikkelsen 18,25 (4) 5 Jákup Egholm – Tummas Hans 15,39 (6) Grand Prix Parakapping Sunnudagin varð skipað fyri almennari parakapping í skúlanum í Sørvági. Kappingin varð leikt sum ein barometur-kapping. Tetta vil siga, at øll spæla somu spøl í sama umfari, soleiðis at hvørt umfar kann vera uppgjørt beinanvegin, og ein sær, hvussu tað gongur. Vinnari gjørdist Eyðun Anthoniussen og Robert Langaard við 15 stigum. Spæl Hetta spælið spældi yvirritaði móti liðnum hjá MBM. Eg opnaði sum norðan 1nt, makkarin meldar 2kl (Puppet Stayman), Heðin Mortensen meldar nú 2rú inn, ið eg var so býttur at doubla. Tá ið eg eisini var so býttur at spæla spar 2 út, vann Heðin lætt 2rú, meðan hitt borðið spældi 3nt við 9 stingum og 11 imp út. 9 K82 N/ØV B94 EK5 ET75 EB73 95 E2 T765 D97432 BT86 9 B63 DT64 KD83 KD842 Bogi Heðin N E S V 1NT P 2KL 2RÚ!! D AP Nr. 206 • hósdagur • 28. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Stóri small niður Føroyski landsliðsvenj- arin, Henrik Larsen, var týsdagin miðdepil í eini dramatiskari hending í old-boys steypafinaluni millum Lyngby og AGF. Bara 20 minuttir vóru farnir av dystinum, tá Henrik brádliga small um á miðjum vølli. Við BT sigur venjarin hjá Lyngby, Michael Schäfer, at Henrik ikki reiðiliga visti, hvat var hent. Seinni varð tó staðfest, at talan helst ikki var um nakað álv- arsligt, men at føroyski landsliðsvenjarin kendi seg illa eina løtu. AGF vann annars dystin 3-2. -jm Sjey pláss fram Føroyska talvlandsliðið vann í týsdagin 3-1 á Trinidad & Tobago Sigurin lyfti Føroyar upp á 81. plássi á Talv- OL, nú 11 umfør eru telvað. Mótstøðumenninir í dag høvdu nakað lægri rating enn okkara, og fyri tað mesta eydnaðist eisini at sannføra um, hví so var. Olaf Berg á øðrum borði mátti tó lúta fyri mótstøðumanninum, men hinir tríggir føroy- ingarnir vunnu sítt talv í dag. Teir vóru Hans Kristian Simonsen, John Rødgaard og Eyðun Nolsøe. -jm Herbert aftur til B36 Verjuleikarin, Herbert í Lon Jacobsen, spældi øll ungdómsárini í B36, og fram til 2001 var hann partur av besta liði fe- lagsins. Eftir at hava tik- ið útbúgving í Danmark, leikti hann í fjør við B68. Her gjørdust dyst- irnir tó nakað fáir or- sakað av beinbroti, og nú ætlar hann sær so aft- ur at tørna út fyri B36. B36 hevur á heima- síðuni boðað frá, at teir hava gjørt sáttmála við leikaran. -jm Eftirmetingin verður 13. november Tað hevur verið siður seinnu árini, at føroyski feløgini hittast nakað undan aðalfundinum hjá FSF, soleiðis at mál, sum tá kunnu hugsast at koma fyri, kunnu verða viðgjørd innanhýsis fyrst. Fyrst og fremst snýr fundurin seg um tað, sum er farið fram í árinum, og hartil verður so sjálvsagt eisini tosað um, hvørjar broytingar møguliga skulu gerast til komandi ár. Fyri at gera skránna greiðari, hevur FSF í ár biðið feløgini um at koma við upppskotum til broytingar í seinasta lagi 3. november. -jm Ungir HB’arar leingja HB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at fe- lagið hevur gjørt nýggj- ar tvey ára sáttmálar við Rasmus Nolsøe og Rók- ur á Fløtum Jespersen. Sagt verður, at hetta er ein liður í framhaldandi arbeiðinum í at tryggja og styrkja um fyrstu- deildarhópin í felagnum. Felagið hevur annars síðani kappingarlok sagt farvæl til Rógva Jacob- sen, Heðin á Lakjuni og Símun Eliasen. Einki er at ivast í, at hesir báðir eru stórir missir fyri liðið, men júst Rasmus og Rókur munnu vera tveir av teimum leikar- um, sum fleiri av við- haldsfólkunum rokna við, kunnu koma inn og fylla plássini hjá teimum báðum seinast nevndu. -jm Liðið hjá Allan Dal- Christiansen á odda Robert Langgaard gjørdist saman við Eyðuni Anthoniussen vinnari av barometurkappingini við 15 stigum 25 24 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Hon er ikki ein av teimum høvundun- um, ið vil hava, at fólk skulu dáma hana ella elska hana. Hon skrivar um sex, nasismu og um for- trongdar kenslur millum kynini, um tøgnmentanina í Eysturríki og so er hon ein feministur. Vinnarin av Nobel- virðislønini Elfriede Jelinek er ein livandi gøla, ein høvundi, ið fær fólk at gerast í øðini og her kann hon læra okkum í Føroyum okkurt umráðandi NOBELVIRÐISLØN Kim Simonsen Jelinek er ein samfelags- revsari og ein óvanliga djørv kvinna. Málsligt er tað nærum ógjørligt at lesa, hvat hon skrivar, tí hon fyriheldur seg til málið og fær málsligar týðningar at mutera. Einki løgi í tí, hon er í familju við heimspek- ingin Wittgenstein. Hon hevur bæði skrivað yrkingar, sjónleikir og skaldsøgur. Tað, sum er serligt við Jelinek, er, at hon brúkar mentanina, alt frá teknirøðum, lýsingum og øllum tí lortinum tey senda í sjónvarpinum. Hon brúkar vanligar klisjeir, ið sløðast í málinum, fyri at vísa á, hvussu sjúkt okkara samfelag er. Serligani er hon óð inn á, at kvinnur enn eru kúgaðar. Hon sær fasismuna í sjón- varpinum og í økta fjøl- miðlaídnaðinum, at tey, sum eiga miðlanar vilja heilavaska fólk til at gera, sum tey vilja hava. Tá eg hugsi um sendingarnar í dag, sum vilja hava øll at gerast smáborgarar sum í "Hit med sangen", "Pop- stars" og sendingum um "makeovers" og innrætting av íbúðum, vil eg geva henni rætt. Bambiland Seinast hevur hon skrivað ein sjónleik, ið eitur "Bambiland", ið er um fjøl- miðlarnar og Irak, her er eitt brot: "Bambi is always the poor, the small, the dear, the pestered. The one that has put itself in danger and perishes in it. People as toys pass from one hand to another. That which the one child has just thrown away the other can still do with. They are lead and looked after, the children, and they in their turn keep an eye on their toys so that nobody takes them away from them. Poor children. Poor people. So they have, as an en- couragement, as a way of building trust, in an obli- gation to protect their own people cast all these cluster bombs. I personally per- ceive their appearance as tactless, but I do under- stand why they did it. They killed many, fruit vendors, newsagents, shepherds, sheltered people, un- sheltered people, whole families, wholly or not, anyway, they had a right to do so, they did so in order to protect their own troops and to keep their losses as low as possible (…)" Jelinek er 57 år og hin fyrsti høvundin úr Eystur- ríki, ið hevur fingið hesa virðisløn. Hon er útbúgvin innan sjónleik og listasøgu, men er eisini útbúgvin inn- an orgul frá Konservatori- inum í Wien. Hon fekk sum ung eitt nervasamanbrot, m.a. tí mamman hevur noytt hana fram. Onkur meinar, at hennara øði stavar frá hesi tíðini. Jelinek er ikki stolt av at koma frá Eysturríki, hon hevur funnist at national- ismuni í heimlandinum og hon hevur revsað Kurt Waldheim, ið var SS-offi- serur á Balkan, og Jörg Haider. Hon vil ikki hava, at tey í Eysturríki nú skulu brúka hesa virðisløn, tí hon tekur avstand frá kon- servatismuni í heimlandin- um. Tey flestu kenna ikki Jelinek, men tey, sum hava sæð filmin "Pianisten" eftir Michael Haneke vita, hvat hon ger. Seinastu árini hevur hon skrivað nógvar sjónleikir. Ikki Inger í ár Stórir høvundar hava fingið Virðisløn Nobels, men høvundar sum Joyce, Proust, Kafka, Ibsen, Borg- es, Strindberg og Astrid Lindgren fingu hana ikki. Ofta hava bókmentafrøð- ingar skemtiligani sagt, at í ár fær enn ein fjallahøvundi frá Kaukasus virðislønina. Í ár varð tó tosað um, at sýriski yrkjarin Adonis, svenski yrkjarin Tomas Tranströmer, belgiski Hugo Claus, amerikanski høv- undin Joyce Carol Oates ella danska Inger Christ- ensen komu at fáa Nobels virðislønina. Tá skrivarin fyri Nobel Nevndina, Horace Engdahl kom út gjøgnum kendu hurðina tók hann til á svenskum, týskum, ensk- um, fronskum og russisk- um, at hon fekk virðisløn- ina fyri "hennara musisku røddir og mótrøddir í skaldsøgum og sjónleikum, ið málsliga skara framúr og avdúka absurdar sam- felagsklisjeir og teirra tøl- andi vald" Eg havi ikki lisið nakað serligt eftir Jelinek, men eg havi sæð onkran film, ið hon hevur skrivað skald- søguna aftanfyri. Eg haldi, at tað er djarvt av henni at avdúka smáborgarligar kli- sjeir, ið fjølmiðlanir stór- framleiða. Serligani heldur hon, at tað er ógjørligt at koma fram hjá eini kvinnu í dag, tí heimurin er á tremur av følskum myndum av kvinnuni. Mót er alt! Tað er, sum Berlingske Tidende skrivaði: "De hader at elske hende, og hun elsker deres had, ja, hun kan formodentlig ikke skrive - og dermed heller ikke leve - uden det had. Og nu skal hun oven i købet belemres med nobelpris- en." Tað er langt síðani, at tað vóru høvundar, ið provo- keraðu og funnust at so harðligani, at landsins politikarar og tey sum á valdinum sita ræðast við- komandi. Í Føroyum hava alt ov nógvir høvundar haft framgongd av at mála glansmyndir av landinum og fólkinum í ættarlið, ið tey ikki tora at lýsa, tí tey eru bangin fyri, at tey so ikki eru "fín" og hava rætta tjóðarbyggjandi tónan. Í mínari verð er tjóðarbygg- ing, um hon merkir, at høvundar og listafólk skulu fáa okkum at kenna okkum væl, ein stór og vemmelig lygn. List og kjak, sum vil "behaga" er lygn og horu- levnaður! Við hesum fáa vit borgarliga tøgnmentan og skaldsøgur, ið eru eins keðiligar og prostitueraðar sum føroysk málningalist hevur verið tey seinstu 50 árini, ið mest hevur skapt kitsj sofastykkir. Alt ov nógvir høvundar vilja elskast og tey royna at tekkjast valdinum, ella einari óhugnaligari og djúpt irrationellari anti-intellek- tuellari fólksligheit. Kanska tey av og á loypa á ein kritikara, sum t.d. á meg, so kunnu Oddvør, Martin Næs og øll tey tagn- aðu, tey innibrendu, tey, sum einaferð høvdu okkurt uppá hjartað, hvíla í friði í teirra tjóðarbyggjandi flóri í Føroyum- eg vamlist! Tað eg haldi vera so ótrú- ligt við Jelinek er, at hon sum kvinna torir at seta seg í eina støðu, har fólk hata hana, hetta er fyri meg eitt heiðursmerki í sjálvum sær. Tey hata hana, tí hon hevur rætt, tí hon torir at siga tað, sum onnur ikki vilja ella beinleiðis ikki tora. Tey hata hana, men tey virða hana. Tey, sum verða elsk- aði fyri at siga okkurt vak- urt, verða oftani gloymd skjótt, tað eru fólk, sum tora at gera nakað annað, ið vit minnast. Fyri meg er mót nærum alt. Mót er sannleiki og vakurleiki í einum. Postmodernaður moralistur Jelinek er ikki ein gamal- dags moralisur, meiri ein postmodernaður moralist- ur, hon hevur vaml av heiminum í dag, ið man sær aftur í sjálvum málinum í ritverkinum. Hon spýr eftir málinum, hvat er áhugavert í mun til í Føroyum, har málið er sakralt og annar- hvør er ein innibrendur ella hálvsvakur málnational- istur. Eg veit ikki um nógvar føroyskar pennar, sum á nakran hátt hava roynt at skrivað og livað seg inn í hendan leiklut sum Jelinek. Føroysk kjakmentan livir enn á tí perfida, persónliga og mangan óreina støðin- um. Alt kjak byrjar við einum álopi og endar við einum mótálopi. Smáborg- arligi moralurin tykist mangan vera, at hin »klóki« tigur, og at tað er mann- minkandi at leggja okkurt kortið á borðið. Vanlig siðvenja í Føroyum í kjaki er karaktermorðið. Eitt karaktermorð er leiðin hjá einum sperdum persóni, ið er frá sær sjálvum í øði og illvilja. Karaktermorðið er røddin hjá máttloysinum, undirlutakenslunum og øvundsjúkuni. Tí vit vita, at hann, ið ikki megnar at fella argumentini hjá mót- støðumanninum, roynir at fella mannin sjálvan, sein- ast var tað so ein av teimum heilt stóru meistarunum í heimføðisskapi Martin Næs, ið royndi seg við einum karaktermorði á meg, sum mest endaði sum eitt sjálvsmorð. Neyðuga kritiska frástøðan Edward Said heldur, at listafólk best kunnu mynd- ast sum ein ævigur útiseti, eisini í egnum landi; sum ein, ið hvørki vil ella kann laga seg til viðurskiftini, ongantíð vil falla í fastan svøvn í eini heimligari (tjóðarbyggjandi) fólks- ligari verð. Ein, ið altíð vil sleppa undan, ið ikki kann ella vil verða heilt nøgdur við tjóðskaparligt prýði og at liva seg inn í gamla mentan, siðir og tjóðskap. Ein, ið ikki tankaleyst renn- ur í tjóðbúna, uttan at vita hví, ella hvat hetta merkir fyri ein sjálvan, ella sum súmbol í okkara mentan. Tað er hetta Jelinek ikki vil finna seg í og í Evropa fær hon Nobelprísin, í Føroyum hevði hon verið álopin av Martin Næs og einum heri av tjóðarbyggjarum. Eg haldi, at høvundar skulu vera friðleysir, óviss fólk, altíð í rørslu, ávegis til at smitta onnur við sama ótryggleikanum, við vitan um, at alt ikki »bert er soleiðis« og »soleiðis hevur tað altíð verið«. Hesin persónur skal seta alt í veð fyri at koma aftur um og inn í aðrar heimar (so langt til ber). Hesin persónurin kann ongantíð venda aftur til eitt støðufesti ella ein felagsskap og kann ikki gerast fullkomin partur av øðrum mentanum. Ein veruligur høvundi er altíð útlendingur innast í sjálv- um sær, og hevur tí evnini at vinna, skilja og kanska brúka lívsneyðugu frástøð- una. Neyðugt er at vera á varðhaldi, har tølandi tónar og lemjandi viðgongd eru, og at vera atfinningarsamur og illgrunasamur, serliga viðvíkjandi hugtøkum sum t. d. »eydna« og »við- gongd«, ið kann lemja ein persón til andligan krypil og eitt hím uttan nakra sjálvstøðuga meining. Ein máti at læra hetta er at lesa Elfriede Jelinek. Hvør er bangin fyri Elfriede Jelinek? – Ein vandamikil høvundi vann – Nobelvirðisløna Tað er áhugavert at fara inn á heimasíðuan hjá Jelinek á Jelinekhttp://ourworld.compuserve.com/homepages/elfriede/ har eru nógvir tekstir, greinar og annað, ið hon hevur skrivað. Ofta eru teir sera atfinnandi. Elfriede Jelinek Tekning: Anne-Marie Steen Petersen C M Y K 24