Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. november 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. november 2017 · Nr. 139 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov At spyrjitíðin í Løgtinginum mang­ an er tað reina fjant og fjas er sjón fyri søgn í hesum døgum, tá ting­ menn – sum ikki hava megn­að at loyst upp­gávuna, teir sjálv­i­r hava sett sær – nú seta løg­manni fyri­ spurn­ing­ar bara fyri at flyta fokus í málinum um fiski­vinnu­ný­skip­an­ ina. Sum øll vita, so vóru tað Fólka­ flokk­ur­in, Sam­bands­flokk­urin og Javn­að­ar­flokkurin sum mann­aðu lands­stýrið, sum segði upp loyvini at fara út gildi á nýggj­ár­i­num kom­ andi, sum altso er um 32 dagar. Ikki tíð. Uppsøgnin kom í góð­ ari tíð, meira enn 10 ár fyri 1. januar 2017. Men einki er gjørt. Samgongan, sum segði upp veiðiloyvini við Jóann­es Eidesgaard sum løgmanni legði frá sær eftir løgtingsvalið 19. jan­uar í 2008. Tann samgongan megnaði einki í hes­um máli. Als einki. Undanstøkkingar nummar 1. Síðani fingu vit CHE sam­gong­ una, sum ikki var komin í ar­beiðs­ klæð­ini, tá eitt lyklarhol í Tinga­ nesi gjørdi enda á henni. Undanstøkkingar nummar 2. Síðani fingu vit aðru ABC-sam­ gong­una – hesaferð undir sam­ bands­leiðslu. Hendan samgongan gjørdi einki við málið, hóast tað nú vóru somu flokkar, sum søgdu upp loyv­ ini í 2006. Undanstøkkingar nummar 3. Í 2011 skipaði Sam­bands­flokk­ ur­in aftur samgongu saman við Fólka­flokk­i­num og teimum báð­ um smáu flokkunum. Hendan sam­gong­an gjørdi einki við trup­ ul­leik­an. Undanstøkkingar nummar 4. Í 2015 tók sitandi samgonga við. Hon setti sær fyri at loysa trup­ul­ leikan. Nógv er tosað, og nógvar sam­ráðingar hava verið. Men enn er ikki komið á mál. Sambandsflokkurin hevur sagt, at hann er 10 prosent frá »semjuni« hjá sam­gonguni, sum ikki hevur fulla undirtøku í samgonguni enn. Men í staðin fyri at fólk tosa sam­an og finna eina virðiliga loysn, so skal Løgtingið í dag brúka tíð til fjant og fjas við tollutum fyri­ spurn­ing­um, sum ikki eru ann­að enn spinn til tess at gera tað enn truplari at finna eina semju – og ser­liga eina semju út um sam­gong­ una. Veruleikin er, at politikarar ynskja slett ikki semjur. Teir vilja held­ur dyrka ósemjur. Teir elska ósemjur! Tí tað ringasta, ein politikarari fær, er at ein annar politikari fær rós fyri politiskt roysnisverk. Tí er politisk naggatónd, sum Javnaðarflokkurin tó eigur høv­ uðs­á­byrgd­ina av við at seta floks­ ins trúvirði í vanda. Stóri spurningurin er, um tað ikki er veljarin sum er pillbýttur. Sjáldan so nógvir undan­ støkk­ingar og uttanumtos spinn og býttir veljarar Høgni tekur sam­fel­ agið gísla Anfinn Olsen Kjak síða 17 At fjala veru­ligu kor­ini Unga tjóðveldi Kjak Síða 17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handaði á hátíðarløtu fyri løtu síðan ársins kær­ leiks­kúlu. Í ár bleiv hon hand­að til Herbergið, og tók Mart­in Kúrberg, dagligur leiðari á Herberginum, ímóti henni. Á hátíðarhaldinum bleiv eisini avdúkað, at tað er lista­ kvinnan Guðrið Poulsen, ið hevur sniðgivið kúluna í ár. Tað eru níggju ár síðan, at kær­leikskúlan fyrstu ferð bleiv handað, og skrivar Dugni fylgjandi um hana. – Kærleikskúlan er eitt ynd­is­ligt listaverk, og ein savn­ara­gripur við einum inni­haldi av sonnum virði – kær­leika og vinalag. Kær­ leiks­kúl­an er ein munnblást glas­kúla, ið ber brá av kær­ leika og góðsku. Kúlan er hond­gjørd og hvørt upplag er av­markað. Ikki tvær kúlur eru eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini. Kærleikskúlan 2017 verð­ ur bert seld í eitt av­mark­ að tíðarskeið – frá síðst í november og til og við 23. desember – í gávu­búð­um kring landið. Allur vinn­ing­ur fer til, at styrkja um ar­beiðs­ før­leikar hjá málbólkinum hjá Dugna. Herbergið fekk kærleikskúluna Seinnapartin sunnudagin er ár­ligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn, og hesaferð fer allur á­góðin til eitt nýtt átak hjá Ber­a­num Sunnudagin, sum er fyrsti sunnu­dagur í advent, skipar Li­ons Club Tórshavn fyri jóla­ hugna í Við­ar­lundini í Havn, sum verð­ur seinna­partin frá klokk­an 14 til 16.30. Hetta er til­tak, Lions Club hevur skip­ að fyri í áravís og sum fyri mong er byrjanin upp á jóla­ sták­an­ina. Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega peng­ar til eitt væl­gerð­ar­enda­ mál, og í ár fer allur ágóðin til Ber­an, sum fyrst í komandi ári ætlar at fáa í lag nakrar stuð­ uls­bólkar fyri børn, ið hava sjúk foreldur. Frammanundan hevur Ber­in í mong ár havt sorg­ar­ bólk­ar fyri børn, ið hava mist, men nú ætlanin er eisini at fáa hjálpt teimum børnum, ið hava sjúk foreldur, vil Lions Club Tórs­havn gjarna rætta eina hjálp­andi hond, so hetta nýggja átak skal so góða byrj­ an sum gjørligt. Ljós og jólahugni Hesa løtuna sunnudagin, sum er í hálvantriðaj tíma, ber til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fá­ast jóla­dek­or­a­ti­ón­ir og ann­að at pynta við, umframt at kak­ao, mandarinir, sunkist og ann­að gott er at fáa. Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí Viðarlundin á áin verða pyntað við ljós­ ket­um og øðrum. Eisini kem­ ur Havnar Hornorkestur at spæla góðan jólatónleik, um­ framt at jólamenninir koma við onkr­um góðum til bæði stór og serliga smá. Sum sagt, fer allur á­góð­in av tiltakinum til nýggju hjálp­ ar­bólk­ar­nar hjá Beranum, so um­framt at njóta góðu løtuna og hugnan í Viðarlundini sunnu­dag­in, ber til at lata eitt oyra til góða endamálið, Lions stuðl­ar hesaferð. Jólahugni til frama fyri Beran Ása Olsen, forkvinna í stýrinum fyri Javna, handar Martini Kúrberg frá Herberginum kærleikskúluna Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin